mánadagur 8. juli 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eydnast at taka FM heitið frá
Argjabátinum.
Sigursvandi
Argjabáturin
vann FM í fjør, og um tað eydn
ast at vinna leygardagin í Sør
vági, so verður Argjabáturin
enn einaferð meistari.
Undanfarnu ferðirnar hevur
tað verið í sjálvum startinum,
at Nevið Reyða hevur mist
tað, sum í endaspurtinum
restaði í. Soleiðis var tað ikki
leygardagin. Tá var starturin
hjá Nevið Reyða góður. Men
tað var skjótt, at Argjabáturin
legði seg framum, og so stýrdu
argjamenn kappingini.
Felags
fyri
Klaksvíkar
Róðrarfelag og Argja Róðrar
felag er, at tey eiga eina mann
ing, sum higartil hevur verið
heilt suveren.
Hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
er tað Fípan Fagra í barna
róðrinum hjá dreingjum. Óføru
dreingirnir hava higartil sett
allar hinar so ruddiliga upp á
pláss, og soleiðis var tað aftur
leygardagin.
Hjá Argja Róðrarfelag er
tað Blikur við gentumanning.
Óføru genturnar hava higartil
sett hinar so ruddiliga upp á
pláss, og soleiðis var tað aftur
leygardagin.
Hinar suverenu
manningarnar
Fimm manningar hava vunnið
allar fimm ferðirnar og hava
harvið fult stigatal. Umframt
tær báðar omanfyri nevndu –
Fípan Fagra og Blikur – eru tað
Erla Kongsdóttir við kvinnum,
Hvessingur við monnum og
Ormurin Langi.
Allir hesir bátarnir vunnu
leygardagin
øgiliga
sann
førandi sigrar.
Erla
Kongsdóttir
vann
so trivaligan sigur, sum tað
sjáldan kemur fyri. Tað fóru
næstan nítjan sekund frá tí, at
Erla fleyg um málið, og inntil
Svanur og Havfrúgvin fóru
um málið í stórari kapping um
næstfremsta plássið.
Hvessingur
var
næstan
tíggju sekund undan øllum
hinum. Kappingin um næst
fremsta plássið var stór, og har
var Jarnbardur bestur.
So trivaligur var sigurin
hjá Orminum Langa ikki, men
avrikið var so mikið sann
førandi, at einki bendir á,
at Suðuroyingur ella Havn
arbáturin fer at gera nakað
við Ormin Langa í tveimum
teimum síðstu kappingunum.
Vestmanna aftur uppí leikin
At tað ikki altíð gongur so
leiðis, sum úrslitini undan
farnu ferðirnar kundu lagt
upp til, var kappingin millum
6-mannaførini við kvinnum
leygardagin dømi um. Søl
mundur vann allar róðrarnar
í fjør, Sølmundur vann fýra
teir fyrstu róðrarnar í ár, men
leygardagin gekk tað ikki.
Fortuna
í
Vestmanna
bjóðaði av, og Fortuna vann
lutfalsliga trivaligan sigur. Tað
vóru næstan fýra sekund aftur
til favorittin Sølmund.
Vestmanna er gomul kapp
róðararbygd, men tað hevur
verið soltið seinastu árini. At
Fortuna vann fyri fyrstu ferð
yvirhøvur, og at kvinnurnar
í Havfrúnni endaðu á øðrum
plássi ber boð um, at tað sær
ljósari út við kvinnukapp
róðrinum, meðan tað ikki enn
sær so ljóst út hjá dreingjum og
monnum.
Púra opna kappingin
Í einari kapping verður FM
vinnarin heilt víst ikki funnin
fyrr enn á ólavsøku. Tað er í
kappingini millum 5-mannafør
við dreingjum.
Favorittarnir undan fjarðar
stevnu vóru teir bátarnir, sum
høvdu vunnið í fýra teimum
fyrstu kappingunum – Heykur
úr Hósvík og Royndin Fríða úr
Vági.
Leygardagin tørnaði tað heilt
øðrvísi út. Drekin, Royndin
Fríða og Heykur endaðu ávíka
víst á øðrum, triðja og fjórða
plássi. Kappingin var øgilig, tí
tað var bara eitt hálvt sekund
frá Drekanum og aftur til Heyk.
Nýggjur vinnari var Karin
úr Klaksvík, sum er gamla
Fípan Fagra og ongantíð hevur
vunnið undir nýggja navni
num. Karin legði seg heilt skjótt
á odda og helt tørn, hóast stóra
bátslongdin, ið óføru klaksvíks
dreingirnir høvdu vunnið sær,
tódnaði niður í eina stóra hálva
bátslongd, tá ið bátarnir fóru
um málið.
Í FM kappingini er Heykur
framvegis fremstur. Men tað er
bara eitt stig aftur til Royndina
Fríðu. Tá ið hugsað verður um,
hvussu royndirnar siga, at tað
kann laga seg í hesi kappingini,
so ber ikki til at útiloka, at
Drekin og Karin kunnu blanda
seg uppí, hóast tað eru seks og
sjey stig fram til toppin. Men so
skal nógv venda heilt øðrvísi,
enn tað ger í løtuni.
KAPPRÓÐUR
Barnaróður gentur
1
Hulda
03:02.44
2
Ingibjørg
03:04.02
3
Rókurin
03:08.05
4
Spógvin
03:15.39
5
Ørnin
03:17.00
6
Heykur
03:17.09
7
Karin
03:24.18
8
Dúgvan
03:24.39
9
Beinta
03:33.25
10 Blikur
03:35.45
11 Títlingur
03:42.12
FM
1
Hulda
33
2
Ingibjørg
31
3
Rókurin
24
Barnaróður dreingir
1
Fípan Fagra
02:48.35
2
Knúkur
02:58.23
3
Fiskurin
02:59.02
4
Dúgvan
03:02.14
5
Firildur
03:08.07
6
Spógvin
03:08.19
7
Falkur
03:10.21
8
Ingibjørg
03:12.35
9
Pílur
03:14.46
10 Nísan
03:18.12
11 Ørnin
03:20.28
12 Royndin Fríða
03:36.42
13 Beinta
03:38.21
FM
1
Fípan Fagra
35
2
Knúkur
26
3
Fiskurin
25
5-mannafør gentur
1
Blikur
06:18.22
2
Drekin
06:22.24
3
Fenja
06:24.21
4
Rókurin
06:29.12
5
Frúgvin
06:30.13
6
Firvaldur
06:31.05
7
Kollur
06:37.06
8
Báran
06:39.15
9
Ørnin
07:28.28
FM
1
Blikur
35
2
Drekin
30
3
Frúgvin
20
5-mannafør kvinnur
1
Erla Kongsdóttir
06:23.06
2
Svanur
06:41.34
3
Havfrúgvin
06:42.05
4
Teistin
06:48.45
5
Junkarin
07:05.43
FM
1
Erla Kongsdóttir
35
2
Havfrúgvin
28
3
Svanur
25
6-mannafør kvinnur
1
Fortuna
06:02.16
2
Sølmundur
06:06.06
3
Smyril
06:31.41
FM
1
Sølmundur
34
2
Smyril
28
2
Fortuna
28
5-mannafør dreingir
1
Karin
05:48.21
2
Drekin
05:50.12
3
Royndin Fríða
05:50.33
4
Heykur
05:50.43
5
Firvaldur
05:54.14
6
Tjaldrið
06:03.07
7
Ørnin
06:06.23
8
Jallurin
06:07.32
9
Sílið
06:10.41
FM
1
Heykur
29
2
Royndin Fríða
28
3
Drekin
23
4
Karin
22
6-mannafør menn
1
Hvessingur
05:25.36
2
Jarnbardur
05:35.00
3
Herningur
05:36.01
4
Kollfirðingur
05:37.09
5
Gongurólvur
05:37.39
6
Strálan
05:43.39
FM
1
Hvessingur
35
2
Gongurólvur
26
3
Herningur
22
8-mannafør
1
Argjabáturin
05:17.25
2
Nevið Reyða
05:19.13
3
Miðvingur
05:43.48
4
Sjóriddarin
06:08.08
FM
1
Argjabáturin
33
2
Nevið Reyða
32
3
Sjóriddarin
13
10-mannafør
1
Ormurin Langi
05:02.15
2
Suðuroyingur
05:08.04
3
Havnarbáturin
05:10.38
FM
1
Ormurin Langi
35
2
Suðuroyingur
29
3
Havnarbáturin
26