mánadagur 8. juli 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Oyggjaleikaforsetin, Jørgen
Petterson
er
úr
Álandi,
og hann tók lut á teimum
fyrstu oyggjaleikunum sum
flogbóltsspælari hjá Álandi.
Tí er tað hugtungt hjá oyggja
leikaforsetanum at staðfesta,
tá vit fingu orðið á hann í
Gibraltar
sunnudagin,
at
gamla ítróttargreinin hann
íðkaði sum ungur er púrasta
gliðin út sum oyggjaleika
ítróttargrein. Flogbóltur er
ikki partur av oyggjaleik
unum í Gibraltar, og flog
bóltur verður ikki partur
av oyggjaleikunum í 2021,
ið verða á Guernsey, og teir
verða
heldur
ikki
partur
av oyggjaleikunum í 2023,
ið ætlandi verða í Orkn
oyggjum. Tað liggur í kort
unum, at Ynys Mon skal
hýsa oyggjaleikunum, og tá
er tað ikki eingong við 100
prosents vissu, at oyggjaleik
irnir skulu verða partur av
oyggjaleikunum í 2025. Tí fara
heili seks ár, ella longri tíð at
ganga áðrenn flogbólturin
aftur verður partur av oyggja
leikunum.
Kurvabóltur er stóri
liðítrótturin nú
Oyggjaleikaforsetin greiðir frá,
at nú er tað kurvabólturin sum
er blivin tann stóra liðítróttin á
oyggjaleikunum. Sunnudagin
var Jørgen Petterson áskoðari
til ein dyst í kurvabólti millum
mansliðini hjá Gibraltar og
Cayman Oyggjarnar, og tað
vóru 1.000 áskoðarar til dyst
in, og tá sluppu fleiri ikki inn
í
kurvabóltshøllina.
Jørgen
Petterson
staðfestir,
at
støðan hjá flogbóltunum á
oyggjaleikunum er ikki tann
sama hon var fyrst í øldini,
og í hinari øldini. Tað harmar
Jørgen Petterson, tí flogbóltur
in stendur hansara hjarta nær.
Hinvegin má hann sum oyggja
leikaforseti góðtaka ynskini hjá
oyggjunum, ið taka lut, og hann
kann bara staðfesta, at tað eru
kurvabóltur og fótbóltur sum
eru stóru liðítróttirnir á leik
unum nú.
Eitt stórt afturstig fyri
flogbóltssambandið
Ì stuttari viðmerking til Sosial
in sigur formaðurin í flogbólts
sambandinum, Magnus Tausen,
at tað er eitt stórt afturstig fyri
føroyskan flogbólt, at so nógv
ár skulu ganga áðrenn flogból
turin verður partur av oyggja
leikunum aftur. Og tey í flog
bóltssambandinum staðfesta,
at allarhelst er talan um eina
farna tíð. Magnus Tausen sigur,
at tað nyttar lítið, at tað ganga
átta ár millum 2017 og 2025, og
so skal ein royna at byggja eina
nýggja siðvenju uppaftur í 2025.
Magnus Tausen greiðir frá, at
oyggjaleikirnir hava verið ein
ógvuliga passalig avbjóðing
hjá bæði kvinnu- og mans
landsliðnum, har kvinnurnar
hava verið í finaluni næstan
hvørja ferð, og mennirnir hava
spælt finalur og bronsudystir.
Magnus Tausen slær fast, at
var flogbóltur við á leikunum
í Gibraltar, so høvdu tey í FBF
sent bæði manslandsliðið og
kvinnulandsliðið avstað, sigur
Magnus Tausen.
Jørgen Petterson, oyggjaleikforseti sum er gamal flogbóltsspælari staðfestir, at
flogbóltur verður ikki ein oyggjaleikaítróttargrein aftur fyrrenn í fyrsta lagi í 2025
OYGGJALEIKIR
Oyggjaleikir:
EINGIN
FLOGBÓLTUR
Á OYGGJA
LEIKUM
FYRRENN
Í 2025
Jørgen Petterson, oyggjaleikaforseti úr Álandi er
fyrrverandi flogbóltsspælari, og harmast, at flogbóltur
er dottin út sum oyggjaleikaítróttargrein
Mynd:Hans Kristian Eyđunsson Hansen
Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum staðfestir, at flogbóltur
á oyggjaleikunum tíverri tykist at verða ein farin tíð