Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Sjúrður sigur sína hugsan... Latum okkum líta aftur á tvær tær seinastu klummurnar í Ítrottarsosialinum. Tað skal ikki vera nøkur loyna at hondbóltur er ítrottin, ið liggur mínum hjarta næst, hóast eg eri ítrottar-og Føroyafjeppari fyrst og fremst. Í ráðaloysi løgdu vit trýst á føroysku U17- dreingirnar. Vónirnar til teir vóru góðar, og í klummuni hugleiddu vit at um tað skuldi eydnast at basa onkrari av stórtjóðunum, so kundi føroyska samfelagið vakna og lata hesa milliónina til hondbóltin, so at vit aftur sleppa at luttaka. Vit høvdu kortini ikki droymt um at tað fór at eydnast so væl Tað sum er hent síðani seinasta mánadag er eitt hitt størsta bragdið í føroyskari ítrottarsøgu, og í mínum heimi hitt størsta, ið eg havi kent meg sum partur av. Tá tosi eg bæði um gullið(!), ið føroysku U17-dreingirnir vunnu á risastóru altjóða kappingini í hondbólti, European Open. Teir vunnu seg ikki bara inn á altjóða pallin og boð frá størstu feløgunum í heiminum. Teir bjargaðu øllum landsliðsvirkseminum hjá Hondbóltssambandi Føroya. Eitt virksemi, ið hevur verið so væl í hondum greitt sum tað ikki hevur verið at sæð áðrenn í føroskum liðítrotti. Hetta kemst av einum grundleggjandi hugburði, har hondbóltsføroyar gera av, at føroyingar skulu kappast ímóti teimum bestu. Hetta leiðir hugsanirnar aftur á Pál Joensen, ið eisini setti føroyskan ítrott á heimskortið í størstu altjóða kappingum. Felags fyri hondbóltsdreingirnar og Pál er at umstøðurnar í Føroyum vóru ikki nøktandi, og eingin trúði at tað mundi loysa seg at geva teimum tær – áðrenn úrslitini komu. Tá fekk Pál sín 50-metra hyl og HSF fær sína millión. Men ikki aftaná úrslitini eru komin. Hetta er øvugt raðfylgja. Hugsið tykkum um Pál vaks upp í stóra hylinum, kundi úrslitini verið enn betri. Vit vita at OL svíður hjá Páli. Hondbóltsdreingirnir hava í øllum førum havt vallar í fullari stødd, men eitt A-landslið hava teir bert sæð spælt einaferð í sínum lívi, og tað júst farna kappingarár. Og tað var um at fara fyri skeyti, so tað er einki at siga til at hesir leikarar, sum eru millum heimsins bestu í sínum árgangi, kundu hugsa um at skift til danska landsliðið. Men tað gekk sum sosialurin vónaði í tveimum seinastu klummunum. Føroyar tóku heimin á bóli, og serliga føroyingar á bóli, ið nú brádliga skiltu at føroyskur hondbóltur er á veg upp í heimselituna. Nú hevur Sosialurin verið á Gibraltar á oyggjaleikum síðani hóskvøldið, og eitt sum gongur aftur hjá øllum ítrottargreinum er, at har vantar stuðul, umstøður og fígging. Tað ber ikki til at føroysku íðkararnir fyrst skulu spæla seg upp í heimsoddin og síðani fáa stuðulin. Tað er øvugt raðfylgja. sjurdur@sosialurin.fo Sjúrður Hildarson Hoydal - Gibraltar Eftir at fyrsta gullið var komið til Føroyar í Svøríki longu áðrenn oyggja­leikirnir, lyftu Súsanna Skylv, Tórur Fløtt og Marius Joen­ sen gullhýrin upp aftur longri. Súsanna Skylv svam, súkklaði og rann skjótari enn allar hinar í Triathlon og setti tjúkka striku undir at hon hoyrir til í heims­ flokki. Í skeet-skjóting vunnu Tórur Fløtt og Marius Joensen lið­kap­ p­ingina, og tryggjaðu Før­oy­um annað gullið á fyrsta oyggja­leika­ deg­num. Har vóru ikki so nógv heiðurs­merki latin og tað verða hinar dagarnar, so tey bæði gullini vóru einastu heiðursmerki á fyrsta leikdegi á oyggjaleikunum. Tað hevur verið heilt fantastiskt at síggja føroysku áskoðararnar fagna íðkarunum, um teir so vunnu gull ella stríddust fyri sínum fyrsta sigri nakran­tíð. Tað er einki at ivast í at før­oysk­ur í t r o t t ­u r s t e n d ­u r sam­an – og sterkur. TVEY GULL FYRSTA OYGGJALEIKADAGIN Øvugt rað­ fylgja í før­ oyskum ítrotti