Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Suðuroyartunnil eigur at koma upp í Skúgvoy VERKÆTLAN: Av trygdar­áv­ um og fyri skúgvoyingar og før­oyingar sum heild, eigur Suðuroyartunnilin at koma upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri í staðin fyri ein langan tunnil, sum er mun­ andi meira avbjóðandi í mun til trygdina. Somuleiðis er ógvu­liga óskynsamt at lata tunn­ilin koma upp við Skarva­ nes í staðin fyri norðanvert bygdina á Sandi. Hetta fer bæði at økja um samlaða tein­ in millum Sandvík og Tórs­ havn, eins og landið tá má gera stór­ar íløgur í avleiddar verk­ ætlanir við Sandslíð og í Sands bygd, har ferðslan skal leiðast ígjøgnum. Í juni kom álit frá arbeiðs­ bólkinum, sum Sam­ferðslu­ málaráðið setti at orða tilmæli um Suðuroyartunnilin. Lands­ verk heldur tað vera gleðiligt, at Samferðslumálaráðið hevur valt at seta ljós á arbeiðið við Suðuroyartunlinum. Stovnurin tekur tó ikki undir við tilmælinum hjá arbeiðs­ bólk­inum um at gera ein lang­ an tunnil úr Sandvík til Skarva­nesar. Hetta bæði tá ræður um fram­komuleika og í mun til kostn­aðarmiklar, avleiddar verk­ætl­anir, sum arbeiðs­bólk­ ur­in ikki tekur hædd fyri í álit­ in­um. Harafturat verður saml­ aði teinurin millum Sandvík og Tórshavn longri við til­ mældu linjuføringini hjá ar­ beiðs­bólkinum, enn við til­ mæl­inum hjá Landsverki. Síðst, men ikki minst av trygd­ ar­ávum, fyri skúgvoyingar og før­oyingar sum heild, er ógvuliga óskynsamt at gera tunnilin í einum og lata hann koma upp við Skarvanes í stað­in fyri at fara norður um bygdina á Sandi. Landsverk mælir hinvegin til, at arbeitt verður víðari við tunnilsuppskotinum umvegis Skúgvoy, ið er tann besta loysnin fyri bæði ferðslu og trygd. Harafturat er prísmun­ urin ógvuliga avmarkaður, tá hugsað verður um samlaða kostn­aðin fyri verkætlanina, tí arbeiðs­bólkurin ikki í nóg stóran mun tekur atlit til av­ leidd­ar verkætlanir, sum til­ mælda linjuføringin fer at elva til. Eitt nú eina nýggja vega­ før­ing um Sandslíð, sum helst merkir, at tunnil má gerast har, eins og neyðugt verður at fyrireika landsvegin umvegis Sands bygd til økta ferðslu. Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt, at: - Farleiðin millum Suðuroy og høvuðsstaðin er tann stytsta, tá tunnilin er liðugur - Loysnin er tann tryggasta, tí rýmingarmøguleiki verður í Skúgvoy - Tunnilskoyringin verður í tveimum og tí minni monoton og harvið tryggari - Skúgvoy verður tikin við í loysnina, og sostatt verður óneyð­ugt við framhaldandi ferju­ sambandi - Loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni - Loysnin tekur hædd fyri avleiddum verkætlanum - Alt talar fyri, at jarð­frøði­ ligu váðarnir við hesi loysnini eru færri Harafturat mælir Lands­ verk frá longu nú at stovna eitt partafelag at fyrireika tunn­ilin. Verkætlanin er als ikki búgvin til tað, og mælt verð­ur til at gera fleiri kann­ ing­ar av millum øðrum fígg­ ing­arleisti og avleiðingum fyri sam­felagið, umframt jarðfrøði­ lig­ar og trygdarkanningar. Hes­ar fyrireikingar eiga at vera gjørdar í almennu fyri­sit­ ing­ini, har arbeitt verður við heild­aratlitum, og har verk­ætl­ an­in verður sædd í einum størri og breiðari høpi. Tá fyri­ reik­ingararbeiðið er liðugt, og støða er tikin til, hvussu verk­ ætl­anin skal fíggjast, og hvar tunn­ilin skal gerast, er klárt at gera eitt partafelag at byggja og reka tunnilin, um tann loysn­in verður vald. Samlaðu viðmerkingarnar hjá Landsverki til álitið hjá arbeiðs­bólkinum undir Sam­ ferðslu­málaráðnum um Suður­ oyartunnilin kunnu les­ast á landsverk.fo Dagstovnaøkinum vantar eina heildarætlan Pedagogfelagið Við støðugum fólkavøkstri og búskaparligum góðum tíðum, seinastu árini, er lagt eitt stórt trýst á alt dagstovnaøkið í land­inum.  Pedagogfelagið fær javnan afturboðanir frá limum, ið føla at teir ikki strekkja til í ger­ andis­degnum. Hetta er vegna økt arbeiðstrýst og at fleiri upp­gávur verða lagdar á stovnarnar. Eisini vegna stóra mang­ulin á starvsfólkum til at megna gerandisdagin.  Vit síggja leiðarar, sum ikki vilja lata standa við og hava biðið um at verða loystir úr starvi. Ikki bara leiðarar fara úr starvi – eisini námsfrøðingar og hjálparfólk eru farin sama veg. Mong fara heilt av ar­ beiðsøkinum, tí tey ikki halda ar­beiðsumhvørvið út longur. Stóri fólkavøksturin hevur havt við sær, at tørvurin á ans­ ing­arplássum er nógv vaksin. Vit síggja dagstovnar verða útbygd­ar og nýggjar verða bygdar uttan at starvsfólk eru tøk at manna stovnarnar.  Stóri tørvurin á starvsfólki ger, at dagstovnarnir alsamt gerast meiri ansingarstovnar, har endamálið gerst at klára dag­in. Stundir og møguleikar eru ikki til, sum dagstovnalógin álegg­ur, at tryggja ein góðan og innihaldsríkan dag fyri barnið. Arbeiðsumhvørvið og lønin eru ikki nøktandi, men hetta snýr seg ikki bara um fígging – góðu tíðirnar í samfelagnum gera, at eitt láglønarøki hevur trupult at fáa starvsfólk. Vit hava sæð seinastu mán­ að­irnar, at tað eru og hava verið 100-tals størv lýst leys. Hetta merkir, at tá tað ikki koma fleiri “nýggj” starvsfólk inn á økið, so kappast øll um somu fólkini. Tað snýr seg hjá leiðsl­unum um, at “stjala” fólk frá hinum stovnunum. Starvs­ fólkahópurin skiftur við jøvn­ um millumbilum og er hetta als ikki gott fyri nakran. Føroya Pedagogfelag sakn­ ar, at almennu myndug­leik­ar­ nir taka støðuna í størri álvara. Vit sakna eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið. Hvussu fáa vit fleiri starvsfólk inn á økið? Hvussu tryggja vit betri ar­beiðsumhvørvi? Hvussu tryggja vit okkum, at Dag­ stovna­lógin verður hildin? Nú mugu politikarar vakna, og tryggja børnunum góðar umstøður – tað er tað, ið tit eru vald­ir til.  Vit ynskja tí, at eitt minsta­ mark av tímum verður tryggjað barninum á stovn­inum.  Vit ynskja at ítøkilig átøk verða gjørd, fyri at bøta um ar­ beiðsumstøðurnar á stovn­un­ um. Vit ynskja at arbeiðsvikan verður stytt. Skaðin er hendur – tað ber ikki til, at lata standa til longur.