týsdagur 9. juli 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góð fyrireiking hevur alt at siga, tá tú fert á festival og skalt
búgva í tjaldi í fleiri dagar. Hóast tað kann vera ein avbjóðing
at pakka taskuna, so eru ráð fyri tí. Vit hava gjørt ein pakkilista
við alneyðugum tingum umframt góðum og øðrvísi ráðum
Tryggja tær toluligar
liviumstøður
Hav eitt dygdargott tjald við, sum tolir ófantaligt
veður, fyri at binda um heilan fingur. Einki er so
keðiligt sum at enda við at sova í einum hálvum
telti við einum vátum og tunnum undirlagi, bara tí
tú vildi spara nakrar fáar krónur fyri eina bíligari
loysn.
Ert tú eitt luksusdjór, so tekur tú luftmadrassu
við - um ikki, tak so eitt vanligt liggiundirlag.
Um tú ert góð/ur við høvdið hjá tær, so slær
tað ongantíð feil at taka ein kodda við. Summi
taka dýnu við, men tað er meira møði enn føði.
Soviposar eru til tað sama, og teir eru bæði heitari
og betri enn dýnan.
Eitt hugskot er at taka eitt teppi við til tey
køldu kvøldini í tjaldingarleguni.
PAKKILISTI TIL
TÍN SUM FER
AT TJALDA Á G!
FESTIVALINUM