Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 Fáið tykkum okkurt slag av ruskí­lati, soleiðis at tykkara rusk ikki flýtur í allari tjalding­ ar­leguni. Posan við ruski koyra tit burtur so hvørt. Eitt gott hug­skot er at savna dósir og fløskur saman í ein stóran posa, so tit kunnu selja tað og fáa pant aftur fyri. Ein lítil barna-svimjihylur er upp­lagdur til at fylla vatn í og halda tínar drekkivørur deiliga kaldar. Havið nokk av festivalstólum við og syrgið fyri at goyma teir í tjald­inum, tá eingin er at ansa teim­um. Fólk hava nevniliga lyndi til at taka stólar undir armin... MAT OG DREKKA Tað kann skjótt blíva dýrt at keypa allar tínar máltíðir í matbúðunum á festivaløk­ inum ella at liva av G!-burgarum uttan fyri tjaldingarøkið. Baka pitsasniglar ella pylsubreyð heima og tak tað við tær. Keyp tær breyð og pálegg at eiga inni í teltinum - og nokk av frukt. Dósa­matur við tun og makrel er bíligt og hent. Og tú fert bestemt ikki lort í býin, um tú tekur turran fisk, skerpikjøt og eina grinda­lykkju við! Tit í tjaldingarleguni kunnu eisini gera eina matpulju og keypa inn saman - til ber at spara nógvar pengar. Men hetta er væl at merkja eisini ein smagssak, og tað er ymiskt, hvussu mann raðfestir. Hav nokk av øl, sider, blandi og tí, sum tú annars plagar at drekka. Tak endiliga í meira lagi við, so tú við góðari samvitsku kanst bjóða vinfólki og kenningum burturav. Tað er altíð fínt at hava sodavatn við eisini - bæði til at blanda við og til at drekka bert, tá mann ikki troystar sær rúsdrekka. Minst eisini til vatn. HAV RØTTU KLÆÐINI Hav nóg mikið av klæðum við, men lat títt fínasta stás liggja heima. Tak tvífalt so nógvar sokkar, sum tú heldur tær tørvar. REGNKLÆÐI: Tað er hol í høvdið at fara á G! uttan regnklæði og risikera at blíva av kroppi. Stappa regnjakka- og buksur í task­ una; alternativ til hetta eru regnsløg og regn­ skjól. Gummistyvlarnar kanst tú ikki vera fyri uttan, tí um tað regnar, er tað ikki stuttligt at spadsera í runu í tínum løriskóm. SVIMJIKLÆÐI/SHORTS: Alneyðugt, um tú ætlar tær í heita pottin. Samstundis er tað smart at hava minst eitt handklæði við tær í taskuni, sum bæði kann brúkast til heita pottin og til brúsutúrin. FØROYSKA TROYGGJAN: Hvat er ein festivalur í Føroyum uttan bundnu troyggj­ una? Tað er gott at hava eina heita troyggju um kvøldið, tá tað er kalt. SÓLBRILLUR OG KEPP/HATT: Hetta hoyrir til festivaldagarnar, og sólbrillurnar eru umráðandi, um tað nú verður sól. PERSÓNLIG RØKT TOILETTASKU -  tannbust, tannkrem, tanntráð, deo, bind, turrsjampo, vattpinnar, voks, mini­spegil, sminku, hítir og annað viðkomandi. TÍTT PERSÓNLIGA APOTEK - heilivág, næsa­spray, høvuðpínutablettir, p-pillar, hefti­plást­ur og strepsils. VÁTSERVIETTAR OG DESINFEKTIÓN - lætt og skjótt at vaska sær við. ALT TAÐ LEYSA OYRAPROPPAR: Um tú hevur ringar svøvn­ gávur ella sørt oyru til konsertir EYKA TELEFON: Um tú hevur eina fína og dýra snildfon, hav so eina eyka fartelefon við, sum ikki er líka fín. Kanska eina gamla Nokia ella Siemens. Býtt ráð? Um tú missir og oyðileggur tína dýru snildfon, so hevði tú óivað ynskt, at tú fylgdi hesum ráðnum. EINNÝTISMYNDATÓL: Fanga tíni minnir á myndum, so halda tey longri! Brúka eitt einnytismyndatól, um tú vilt vissa fyri, at tín smarttelefon ikki skal oyðileggjast. Ann­ars eru myndirnar í einnýtismyndatólum kular og festivalsligar, so hetta tippið er win- win. POWERBANK: Óansæð hvørja telefon tú hevur við, so er tað smart at kunna løða hana upp við einum streymbanka; minst væl at merkja eisini til tín løðara. GAFFATAPE: Tað er ein sannroynd, at okkurt altíð brotnar í tjalding­ar­ leg­uni. Men tað er einki, tú ikki kanst fiksa við gaffa­tape! Tveit eina rullu í ryggsekkin, og so tryggj­ar tú tær møgu­leik­ an at gera stólar, borð, tjald ella annað í stand. Tak snór við eisini fyri at vera á sikru síðuni. OG IKKI AT GLOYMA... G! ARMBANDIÐ/ATGONGUMERKIÐ Tann festliga tjaldingarlegan Tað er ymiskt, hvussu nógv og hvat fólk velja at gera burtur úr sínari tjaldingarlegu. Summi hava bara eitt tjald ella tvey, meðan onnur sláa seg saman og skapa eitt lítið samfelag, sum nærmast virkar sum ein rørsla. Og vilt tú hava eina kula tjaldingarlegu, so eru tað fleiri mátar at tryggja festligheitirnar uppá. Konsept og samleiki Tit kunnu byrja við at hava okkurt slag av tema fyri tykkara tjaldingarlegu. Her er tað bara hugflogið, ið setur mørk. Til dømis kunnu tit vera líka klødd og hava nøkur eyðkenni á tjøldunum við íblástri frá onkrum, tit sjálvi finna uppá. Havið okkurt ting ella konsept, sum eingin annar hevur, og sum ger tykkara tjaldingarlegu serstaka. Fyri at vísa, hvørji tit eru, vindið so egið flagg upp á eina stong fyri at prýða um tjaldingarleguna og traðka í karakter í mun til grannan. So veitst tú eisini altíð, hvar tú byrt... um tú nú ert við at gloyma tað, tá tú kemur heim klokkan 6 um morgunin. Tónleikur og spæl Vilja tit stýra ballinum, so hava tit okkurt slag av hátalara við: SoundBoks, Bluetooth-hátalara, heimagjørt annlegg ella annað. Syrgið fyri, at tit hava nokk av streymi, so tónleikurin kann blíva við at ljóma uttan allatíð at hugsa um at spara streym. Aftrat hesum er tað sjálvandi mest umráðandi, at tit velja góðan tónleik, sum hinir festivalgestirnir tíma at lurta eftir. Spælið festivalspøl! Um tú ikki skalt spæla ølspøl á festivali, nær skalt tú so? Tak til dømis eina ølbong við og tak eisini ein bólt við til ultimativa festivalspælið: ølbowling. Eyka tips:  Umhugsa ella minst til: