Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 NØVN MINNINGAR- OG TAKKARORD TIL Ottar Schrøter Holm - 8. 10.1979 - 15.3.2019 Ottar var føddur og vaks upp í Hvalba. Sum vanligt var hjá ungum føroyingum fór hann til Danmark eftir lokið stud­ ents­prógv í Hoydølum. Tá hann var liðugur har, tók hann avgerð at flyta til London at búgva. Ottar hevði serliga góð evni og hug at kokkast, og í London broytti hann kós frá tí, hann hevði lisið, og fór at royna seg innan matgerð. Hann lærdi til kondittara og starvaðist á kendum mat­stov­ um í metropolinum. Til dømis var hann tey flestu árini í starvi sum kondittari á tí kendu matstovuni ‘Simpson’s In The Strand’, sum hoyrir til hotellið Savoy. Tann mat­stov­ an er kend fyri sínar tradi­tion­ ellu, orginalu ensku rættir, og har hevði hann sínar ‘signa­ ture’ køkur og dessertir sum t.d. ‘treacle tart’ og ‘lemon mer­ ingue pie’. Vit hava ongantíð verið nógvir útisetar í London. Ein part­ur eru tey ungu, sum koma at lesa og fara avstað aft­ ur. Vit komu tó øll at kenna Ottar, tá ið hann tók stig til at stovna Føroya Felagið í Lond­ on fyri eini 15 árum síðani. Við Ottar á odda sum formanni kom nógv burturúr nýggja felagn­um. Hann stóð fyri nógv­um frálíkum tiltøkum øll hesi árini. Til dømis vóru tað garð- og føstulávintsveitslur og ræst­kjøtaveitslur. Hann tók eisini ábyrgdina av at skipa fyri føroyskum guðstænastum tvær ferðir um árið. Har saml­ aði hann okkum útisetar til so nógvar og ógloymandi løtur. Her kann eg nevna tey tvey sumr­ini, hann fekk loyvi at nýta garðin inni í Westminster Abbey til garðveitslu. Fyrst fingu vit reserveraðar sessir til ‘Evensong’. Tá ið tað var liðugt og alt var stongt fyri almenn­ ing­inum, fingu vit serfram­vís­ ing og frágreiðing um alt tað søguliga í gamla bygninginum. Síðani var garðveitslan mitt inni í hesum kenda staðnum. Sum nevndarlimur var eg ofta og hjálpti at fyrireika, tó Ottar gjørdi altíð tað mesta sjálvur. Hann var so arbeiðs­ sam­ur, og stuttligur var hann at vera saman við. Til dømis fór eg inn tíðliga um dagin at hjálpa honum til nevndu garð­ veitsl­una. Tá hevði hann longu keypt allar vørurnar og stokt eina rúgvu av fiskafrikadellum. Eg hjálpti honum at smyrja breyð við skerpikjøti. So var at fáa alt í ein svartan taxa og yvir til Westminster. Har sótu vit við fanginum fullum av føtum við smyrjubreyði við veðrakjøti úr Hvalba og fingu loyvi at koyra allan vegin inn gjøgnum tað tunga jarnportrið, sum nógv kend fólk í øldir eisini fóru ígjøgnum. Tad var eitt sjálvsamt upplivilsi. Ottar fyrireikaði eisini tær føroyski gudstænasturnar í donsku kirkj­uni. Tá var hann deknur hjá okkum og kom altíd við ný­ bak­aðum køkum til kaffið om­ aná. At gleða onnur var ein sjálvfylgja hjá honum. Hann kendi nógv fólk og arbeiðs­fel­ agar, sum vóru hansara vinir. Tann næsta føroyska guds­ tæn­astan, sum verður hildin í Lond­on, verður ein minning­ argudstænasta til Ottar. Ottar var eisini ein so høgur og prúður ungur maður. Vit vóru einaferð boðin til eitt ís­ lendskt tiltak, sum var hildið á ‘Cadogan Hall’ aftan á krepp­ una, fyri at takka fyri sýndan stuðul til Íslands. Ottar kom ílatin í føroyskum búnað, sum hann bar so væl. Tá kom ís­ lendski sendimaðurin at takka honum at hann var komin í so vøkrum búnað. Ikki tí hann var alt annað enn hástórur, men var heldur ein lítilátin per­sónur. Tad er Ottar at takka fyri, at hann samlaði okkum før­oyingar, og vit útisetar fingu okkara egna lítla sam­ felag í London. Góði Ottar, tú kom altíd við góðum hugskotum og arbeiddi íðin við jaligum huga. Tú fert altíð at liva við virðing í okkara minni. Vit fáa neyvan tín líka aftur. Hvil í friði. Við tøkk frá tínum felagi - Føroya Felagið í London. Marjun Joensen DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á