Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Søguliga stuttskygd bygging av leiguíbúðum undir Kongavarða Við at kroysta nærum 100 smáar leiguíbúðir í bíligari dygd saman á einum alt ov lítlum øki ger Tórshavnar Býrað við Anniku Olsen, borgarstjóra á odda, eitt mistak av søguligum dimensiónum, sum fer at kosta Havnini dýrt í framtíðini og skapa trupulleikar, sum verða torførir at loysa. Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða Umboðandi 119 búeindir Bústaðartørvurin í Havnini er stórur. Tí er at fegnast um, at bústaðarpolitikkur fær høga raðfesting frá sitandi býráð, og at loysnir verða funnar og framd­ar í verki. Men góður vilji at nøkta bú­ staðartørvin má ikki blíva til óumhugsaðar hovsa loysnir, har dygdin og langskygni má víkja fyri politiskari profil­er­ ing og vinnuligum seráhuga­ málum. Tí fáar verkætlanir eru so sjónligar og varandi sum íbúðarbygging. Bústaðar­ eindir og økir, sum vit byggja í dag, koma at vera karmur um lívið hjá havnarborgarum í komandi áratíggjur, og koma at mynda býin og fólkið her býr. Tí er ikki líkamikið hvørjar bústaðarkarmar Tórshavnar Kommuna gevur havnarborg­ arum at liva í. Vánalig bygging skapar vánaligt umhvørvi Óhepnu avleiðingarnar og sosi­alu trupulleikarnir, ið kunnu standast av vælmein­ andi, men óumhugsaðari bygg­ ing av leigubústøðum hava komm­unur í grannalondum okk­ara tíbetur lært nógv av seinastu 50 árini. Tí er tað er eingin grund hjá vælmeinandi býráðspolitikarum í Havn at endurtaka sama feil sum Keyp­mannahavn, Oslo og Stock­holm - nú 50 ár seinni og í bestu tíðum. At byggja stórar konsen­tr­ er­aðar blokkar við smærri leigu­íbúðum á bíligasta hátt varð hildið at vera ein góð loysn á bústaðartrupul­leik­un­ um í 1960’unum og 1970’unum. Tá valdaðu onnur hugarák, og royndirnar av hesum slagi av bygging vóru ikki tær somu sum í dag.  Hesar bústaðareindir byrj­ aðu skjótt at missa atdráttar­ megi og áhuga millum flestu fólk. Dygdin var vánalig, úti­ umhvørvið var illa umhugsað, og íbúgvasamansetingin gjørd­ist alsamt versnandi. Støð­ugt fingu tey flestu av hes­um økjum tunga sosiala slag­síðu og harvið byrja stóru trupul­leik­arnir at stinga seg upp. Skemmandi høgir íbúðar­blokkar Ætlaða byggingin av 94 kon­ teynaraíbúðum til leigu undir Kongavarða, í høgum saman­ stúvaðum blokkum, er ein vána loysn á allar mátar. Bygg­ ingin verður framd á bíligasta og mest stuttskygda hátt, og at síggja til uttan stórvegis byggi­ list­arlig atlit. Hetta er allarhelst fín for­ rætning fyri byggiharran, ser­ liga tá hugsað verður um, at Tórshavnar Kommuna hevur selt privatu fyritøkuni handan byggiverkætlanina 10.500 m2 stóra stykkið fyri einans 1,6 milliónir krónur. Hetta er neyvt tað sama, sum eitt van­ ligt sethúsagrundstykki í Havn kostar á privata markn­ að­inum í dag.  Men einasti vinnarin av hes­um verður byggifyritøkan. Tórs­havnar býur fær eitt skemmandi sár fyri eftirtíðina. Íbúgvarnir í teimum 94 íbúð­ unum fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019, og grannarnir missa eitt fríøki og sólargang, og tær longu vánaligu ferðslu­umstøð­ urnar verða ótolandi hjá øll­ um. Ístaðin fyri skilagóða bygg­ ing fáa vit høgar skemmandi íbúð­arblokkar, mest líkir teim­ um vit kenna frá leiguíbúðar­ blokkunum á Eirargarði, ið fá­ ur í dag man meta sum góð før­oysk bygging, og sum mest av øllum leiða tankarnar á miseydnaða íbúðarbygging í Nuuk í seksti- og sjeytiárunum. Hesum slag av illa umhugs­að­ ari íbúðarbygging var Havnin tíbetur nærum spard fyri, men so verður ikki framyvir, um ætl­aða byggingin av íbúðar­ bar­akkum ikki verður steðgað. Býarskipanardeildin skúgvað til viks Tá farið varð undir at bjóða økið undir Kongavarða út til bygg­ing mælti Býar­skipanar­ deild­in hjá Tórshavnar Komm­ unu staðiliga til at: ”Tað er um­ ráð­andi at tey 3 punkthúsini, sum verða bygd afturat, verða gjørd samsvarandi heildar­ætl­ anini fyri økið. Tað vil siga at húsini í stødd koma at svara til tey húsini sum eru har og í útsjónd fella væl inn í økið”. Her sipar Býarskip­anar­ deild­in til tey verandi 5 punkt­ hús­ini undir Kongavarða við 10 íbúðum í hvørjum húsi. Men eftir at privatur byggi­ harri so at siga slapp at seta egnar treytir í útbjóðingini, blivu trý punkthús við 10 íbúð­ um í hvørjum húsi til tríggjar saman­hangandi barakk-blokk­ ar við íalt 94 íbúðum kroystar á eitt øki ætlað 30 búeindum. At privat peningalig áhuga­ mál skúgva bæði Býarskip­an­ ardeildina og heildarætlanina fyri økið undir Kongavarða til viks uttan hóvasták er sera ófrættakent fyri borgararnar, sum búgva í økinum og skulu liva við avleiðingunum og fyri allar Havnarborgarar, tí hvar rak­ar hendan óumhugsaða fram­ferð næstu ferð? Hví gongur Tórshavnar Komm­una á leistum eftir ein­ um privatum byggiharra og vend­ir deyva oyra til sína egnu byggi­kønu umsiting? Stuttskygd loysn Tað er at fegnast um at sitandi býráð tekur bústaðar­trupul­ leik­an í álvara. Men er dygdin ikki í lagi, so er ikki talan um nakra veruliga loysn. Og dygd­ in er langt frá í lagi í ætlaðu byggiverkætlanini undir Konga­varða. Ístaðin leggur hend­an sonevnda loysnin grund­ina undir trupulleikar, sum komandi býráð í Tórs­ havn­ar Kommunu koma at drag­ast við komandi áratíggj­ uni.  Tá vit um 10 ár hyggja aftur á hesa barakk-líknandi bygg­ ing verður alt gloymt um bú­ stað­artrupulleikan, sum hon loysti í 2020. Eftir fer at standa ein skemmandi varði um hvat hendi við Havnini bæði undir Kongavarða og á Karla­ magnus­sarbreyt. Ein varði um tíðina tá stuttskygd politisk og vinnulig áhugamál gingu hond í hond, og býurin varð skemm­ að­ur fyri eftirtíðina bæði byggi­listarliga og sosialt. Borgarar í Tórshavn hava uppiborið betri bygging Í høvuðsstøðunum kring okk­ um verður hetta slag av bygg­ ing ikki longur framt. Í dag eru støð sum Mjøln­er­ parkin í Keypmannahavn og Gell­erupparkin í Aarhus meira kend fyri teir tungu trupul­ leik­ar, sum slíkar byggi­verk­ ætl­anir skapa, enn fyri tann átrok­andi bústaðartørv tær loystu í síni tíð. Nýggjar leiguíbúðir verða framvegis bygdar, men nú al­ tíð sum partur av byggi­verk­ ætl­anum har hugsað er væl um íbúgvasamanseting, dygd og byggilist. Samstundis verð­ ur arbeitt av øllum alvi at loysa ovurstóru trupulleikarnar í fortíðar óumhugsaðu leigu­bú­ stað­arbygging. Undir Kongavarða verður vónandi ikki nøkur Mjølner­ park ella Gelleruppark. Til tess er Havnar býur kanska ov lítil, og óumhugsaða byggiverk­ætl­ anin ov avmarkað. Men tað fer at tæna sitandi býráð og borg­ arstjóra til lítlan sóma, at man offraði alla vitan, vit hava í dag, um skynsama bygging av leigubústøðum. Framtíðar íbúgv­arnir í leiguíbúðum í Tórs­havnar Kommunu hava uppi­borið betur enn at búgva í tætt stúvaðum íbúðarbar­akk­ um. Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið arkitekt at avmynda hvussu ætlaða íbúðarbyggingin Undir Kongavarða fer at ávirka sólargang og útiumhvørvi