Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 NØVN Betri kor til verkafólkið og familjurnar Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins Tað eru viðurskifti, sum seta verkafólk og familjuna í bíðustøðu, og sum ræna okum dýrabara samveru við okra med­menniskju. Viðurskifti, sum ikki fremja lívsgóðsku, men strongd og taka virðis­ mikla tíð frá okra kæru. Í Før­ oy­um hava hesi viðurskifti ligið órørd í fjøruti ár, meðan okra grannalond hava tikið fatt um og virðismett arbeiðs­ fólk og familjuna. Øll, sum kunnu, skulu ar­ beiða. Tað er sjálvur kjølurin í okra vælferðarsamfelagi. Men arbeiðsmarknaðurin skal vera skipaður soleiðis, at hann frem­ur lívsfrælsi – ikki strongd. Starvsmannafelagið hevur sett nøkur kjarnumál fram, og gleðiligt er, at hesi koma væl undir politisku mál Javnaðar­ floks­ins og míni hjartamál. Eitt teirra er at stytta ar­beiðs­ vikuna frá 40 niður í 37 tímar uttan lønarminking. Hetta fer at skapa betri samanhang mill­um arbeiðslív og frítíð, minka strongd hjá arbeiðsfólki, umframt at sambandið við familju og nærvera verða styrkt. Allar kanningar vísa, at tað loysir seg at gera hetta, og at nógv meiri fæst burturúr ar­beiðinum, hóast arbeiðs­vik­ an er styttri. Tá 8 tímar av degnum eru farnir, er lítið eftir enn at skunda sær at avheinta børn­ ini og heim til húsar. Um børn ella foreldur hava frítíðarítriv, so skal tíð leggjast av til tað eisini, meðan sambandið  við familjuna alsamt minkar. Bara 3 tímar av vikuni gera alstóran mun fyri børnini, fyri verka­ fólkið og fyri okum sum menn­ iskju í heilatikið. Tíðaravmarkað og parttíð­ ar­størv mugu tryggjast Tíðaravmarkað og parttíðar­ størv mugu tryggjast á tann hátt, at tað gerst møguligt og hugaligt at hava hesi størv. Fólk í tíðaravmarkaðum starvi mugu verjast og tryggjast so­ leiðis, at tey hava sømilig rætt­ indi á arbeiðsmarknaðinum, tí hesi størv gerast alsamt meiri van­lig. Okur mugu eisini styrkja rættin hjá teimum, sum ar­ beiða niðursetta tíð, men sum vilja arbeiða fulla tíð. Hetta er tó fyrst og fremst eitt mál fyri arbeiðsmarknaðarpartarnar – fakfeløg og arbeiðsgevarar. Harumframt mugu viður­ skifti innan arbeiðsloysi og ar­ beiðsloysisskipanina eftir­met­ ast, m.a. mótrokningar í ALS skipanini til parttíð og tíðar­ avmarkað størv, men eisini frí­ tíðarlønin. Um tú hevur for­ vunnið tær frítíðarløn men gerst arbeiðsleysur, so verður ALS útgjaldið mótroknað frí­ tíð­arlønini fyri mei. Tískil mugu verkafólk brúka frítíð­ ar­lønina at liva fyri og møgu­ leik­in til frítíð er burturi. Broyt­ast skal! Arbeiðsmarknaðardepil og útbúgvingar Ongin ivi er um, at ófaklærd mugu hava nógv fleiri møgu­ leikar at kunnu eftirútbúgva seg. Her hugsi jeg serliga um vaksna­mannaútbúgvingar og førleikamennnandi skeiðs­ skip­anir, sum menna verka­ fólkið til ein alsamt broytandi ar­beiðsmarknað. Arbeiðsmarknaðurin broyt­ ist, ferðavinnan tekur dik á seg og tænastuvinnan er alsamt vaksandi. Okur mugu ásanna, at tó at fiskivinnan er grund­ arlagið undir okra samfelag, so hevur tøknin og auto­mat­is­er­ ing ta avleiðing, at tørvurin á arbeiðsfólki minkar. Við hvørj­ ari nýbygging ella tøkni­lig­um frambroti kunnu fólk ger­ast arbeiðsleys. Tí er tað týdn­ ingarmikið, at okur hava vaksna­ ­mannaútbúgvingar og skeiðs­ skipanir, sum førleika­menna ófaklærd til onnur størv á ar­ beiðsmarknaðinum, og sum sam­svara tørvinum á arbeiðs­ marknaðinum. Øll eiga rættin til arbeiði. Men øll skulu eisini eiga rættin at mennast á arbeiðs­markn­að­ inum. Ein framtíðarætlan má vera at stovnseta ein arbeiðs­ markn­aðardepil, sum sam­ skip­ar hesi viðurskifti , men sum eisini skal vera liður mill­ um arbeiðsgevaran, fakfeløg og arbeiðsfólkið. Alt hetta krev­ur fyrst og fremst upp­lýs­ ingar og hagtøl um føroyska ar­beiðsmarknaðin og um korini hjá verkafólkinum. Tí mugu umfatandi raðfestingar og játtanir til at gera kanningar til hetta endamálið. Saman um einar javnari Føroyar Okur hava eina skyldu at skipa samfelag okra soleiðis, at okur kunnu lyfta verkafólk, fam­ilj­ ur og livikor upp á eitt hægri og virðiligt støði. Tí er tað týdn­ingarmikið, at okur lurta og samskifta við fakfeløgini og fáa neyvt at vita, hvørjir trupul­leikar eru, og hvør tørv­ ur­in er. Tað er úr hesum sam­ starvi, at einar javnari Føroyar kunnu sprettast. Hetta eru hjartamál fyri meg og mál, sum jeg av øllum alvi vil arbeiða fyri, um jeg verði valdur. Flogternunum stendur frítt at krevja sáttmála Súni Selfoss, formaður Starvsmannafelagið VIÐMERKING: Økissáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fyri flogternurnar fór úr gildi 1. november í fjør, og síðani hevur felagið ikki havt nakran leiklut á økinum, sum felag við virknum kollektivum sátt­ mála. Individuellu setanar­av­ tal­urnar, sum víst hevur verð­ ur til í seinastuni, hevur Starvs­mannafelagið einki við at gera. Við hesum vil eg rætta onkra misskiljing, sum hevur verið í hesum máli  Seinastu tíðina hevur nógv almenn umrøða verið um sáttmálaviðurskiftini hjá flog­ ternununum hjá Atlantic Air­ ways, serliga í samband við tvey umstrídd uppsagnarmál. Í hesum sambandi kunnu fólk hava fingið ta fatan, at Starvs­ mannafelagið framvegis hevur ein leiklut sum sáttmálapartur á økinum. Hetta er ein misskiljing. Starvs­mannafelagið hevur ongan leiklut havt á økinum síðani 1. november í fjør, tá ið kollektivi økisssáttmálin fyri flogternurnar fór úr gildi.   Eingin sáttmálaforðing longur Starvsmannafelagið hevði í 2 ár kollektivan sáttmála fyri flog­ternurnar hjá Atlantic Airways.  Hettar var fram til 1. november í fjør. Sum vanligt er á føroyska arbeiðs­markn­að­ in­um var talan um ein so­kall­ að­an økissáttmála, t.v.s. ein sátt­mála, sum er galdandi fyri øll starvsfólk á fakøkinum, sama um tey eru limir í felagn­ um ella ikki. Eftir at flogternunar høvdu gjørt greitt, at tær ynsktu at ger­ast limur í danska fak­ felagn­um fyri starvsfólk í flogvinnuni, FPU og tóku seg úr Starvsmannafelagnum, av­ gjørdi felagið at siga sáttmálan upp við Føroya Arbeiðs­gev­ara­ felag. Tað hendi 1. november. Við hesum stigi trekti Starvs­mannafelagið seg úr sátt­málaøkinum og lat samstundis upp fyri, at flog­ tern­unar sjálvar kunnu skipa síni sáttmálaviðurskifti eftir egn­um ynski. Síðani 1. november hevur Starvs­mannafelagið sostatt ikki verið nøkur forðing fyri, at flogternurnar kundu krevja nýggjan kollektivan økissátt­ mála fyri Atlantic Airways. Økissáttmálin er farin úr gildi.   Limasáttmálin er óvirkin Av tí at onkur limur framvegis var eftir í Starvsmannafel­agn­ um tá, varð avgjørt í heyst at gera ein 1-ára limasáttmála fyri økið við innihaldi sum í gamla økissáttmálanum. Mun­ urin á einum limasáttmála og einum økissáttmála er, at ein limasáttmáli er bert galdandi sum kollektivur sáttmáli fyri tey, sum eru limir í fak­felagn­ um. Ein limasáttmáli krevur lim­ir. Og støðan er tann, at tað hev­ur eingin verið í fleiri mán­ aðir. Síðani 1. november hava allar flogternurnar nevniliga tikið seg úr Starvsmannafel­ agn­um, og støðan er sostatt tann, at limasáttmálin hevur ong­an reellan týdning sum kollektivur sáttmáli. Sum slík­ ur er sáttmálin óvirkin og 1. nov­ember verður hann helst eisini formiliga settur úr gildi, tí við ongum limum hevur felagið sum vera man ongan áhuga í at hava ein slíkan sáttmála longur. Starvsmannafelagið hevur sostatt ongan leiklut yvir­høv­ ur sum kollektivur sáttmála­ partur á arbeiðøkinum hjá flog­ternunum í Atlantic Air­ ways. Og við ongum virknum kollektivum sáttmála hava Starvs­mannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Atlantic Airways ongar sáttmálabind­ ing­ar hvør móti øðrum longur á hesum øki.   Individuellar avtalur Orsøkin til, at Starvsmanna­ felagið kortini hevur verið nevnt í seinastuni viðvíkjandi flogternunum hjá Atlantic Air­ ways er helst tær indi­vidu­ellu setanaravtalurnar, sum flog­ ternunar í løtuni eru settar eft­ir. Tá ið nú eingin kollekt­ ivur sáttmáli er galdandi ella virkin á økinum hava starvs­ fólkini og flogfelagið sum skilst gjørt individuellar set­ an­ar­savtalur, sum vísa til lima­ sáttmálan hjá Starvsmannafel­ agnum. Hvat starvsfólk og felag av­ tala í individuellum setanar­ avtalum hevur Starvs­manna­ felagið einki at gera við, tí­ansheldur nakra ávirkan á. Starvs­mannafelagið er úti av myndini sum sáttmálapartur. Talan er um persónligar avtal­ ur, sum ikki útloysa kollektivar sáttmálabindingar ella gera Starvsmannafelagið til sátt­ málapart á økinum. Við hesum vóni eg at møgu­ ligar misskiljingar hesum við­ víkj­andi eru ruddaðar av vegn­ um.   Uppsagnirnar Starvsmannafelagið ynskir flog­ternununum og Atlantic Airways góða eydnu við at gera nýggjan kollektivan økis­ sátt­mála, sum vónandi verður góður fyri báðar partar. Felagið harmast um upp­ sagn­armálini, sum hava órógvað tilgongdina í sein­ast­uni. Vit kenna ikki innihaldið í málin­ um, og kunnu tí illa meta um grundarlagið, men greitt er, at tað er óheppið og ikki serliga álitisvekjandi, at forkvinnan og næstforkvinnan í Súluni missa arbeiði, samstundis sum tær royna at skipa fakøkið við kollektivum sáttmála. Tað er okkara vón, at part­ arnir kunnu loysa hettar málið í sátt og semju, og at vit skjótt aftur fáa skipaði viðurskifti við kollektivum sáttmála á ar­ beiðsøkinum hjá flogtern­un­ um hjá Atlantic Airways. Góða eydnu við sam­ráð­ing­ un­um!