hósdagur 11. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
8
ÁRNI GREGERSEN
H
esi seinastu fýra árini
hevur fleiri ferð
ir verið at hoyrt, at
kemur Fólkaflokk
urin í Tinganes, so verður lógin
um vinnuligan fiskiskap sett
í gildi aftur í staðin fyri nú
galdandi lógina um fyrisiting
av sjófeingi.
Men so verður ikki.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari
og valevni hjá Fólkaflokkinum
til komandi løgtingsval, sigur,
at hann hevur boðað flokkinum
frá og fingið flokkin at taka
undir við, at lógin um fyrisiting
av sjófeingi ikki verður rullað
aftur til gomlu lógina.
-Sjálvt um vit halda, at nógv í
nýggju lógini eigur at broytast,
so gevur tað onga meining
at tosa um at rulla alt aftur
til gomlu lógina, sigur Hans
Andrias Kelduberg.
Hann sigur, at sjálvandi
skuldu broytingar gerast í gomlu
lógini, og tað skal so eisini gerast
í nýggju lógina.
-Vit kunnu staðfesta, at tað er
nógv, sum ikki riggar. Tað mugu
vit broyta, so vit hava eina lóg,
sum er líka fyri øll, heldur hann.
Hann vísir millum annað á, at
menningarkvoturnar í roynd og
veru er ein politisk útluting. Tað
verður gjørt av einari nevnd.
-Men eg havi skilt tað soleiðis,
at talan er um eina nevnd, sum
meira ella minni fær eina bund
na uppgávu, sigur Hans Andrias
Kelduberg.
Hans Andrias Kelduberg
hevur verið í fiskivinnuni í
mong ár, bæði sum skipari og
sum reiðari.
-Eg haldi eg var fyrstu ferð í
sjónvarpinum í kjaki við Jacob
Vestergaard um uppsjóvar
kvoturnar í 2007. Tá royndi eg at
vísa á, at vit fingu alt ov lítlan
part av uppsjóvarfiskinum, sum
føroyska kvotu, sigur hann.
Nógv er sjálvandi hent síðani
tá, men reiðarin í Hósvík heldur,
at tað er umráðandi, at tá ið vit
arbeiða við fiskivinnuni – eins
og við øðrum vinnum – so eiga
vit at leggja okkum eftir einum
stórum avkasti.
-Her hugsi eg ikki bert um av
kast til vinnuna, men so sanni
liga eisini til samfelagið, tí tað er
hesum avkasti, samfelagið skal
liv av, sigur hann.
Rulla ikki aftur til gomlu skipanina
Hóast nógvvar broytingar eiga at gerast í lógini um fyrisiting av sjófeingi,
so fara vit ikki aftur til gomlu lógina um vinnuligan fiskiskap
SAMRØÐA: Hans Andrias Kelduberg