hósdagur 11. juli 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
9
Nú eru 30 ár farin, og
heitt er á meg um at
skriva nakrar reglur um,
hvussu tað bar til, at vit
stovnaðu hendan felags
skap
So ótrúligt tað ljóðar, var eg
nevniliga ein av stovnararnum,
hóast eg ikki hevði fingist við
hesa ítrótt heldur enn nakra
aðra.
Orsøkin var tann, at eg í lestr
arárunum kom at kenna nøkur,
sum høvdu áhuga fyri golf.
Heimafturkomin fór eg at um
hugsa, um tað mundi bera til at
hava golfvøll í Føroyum. Her er
jú harðbalið, nógv regn og ofta
vindur. Tá eg ferðaðist í Íslandi
fekk eg at vita, at har vóru nógv
ir golfvøllir, men har var veðrið
jú ikki sum her.
Eg kom at kenna ein hetlend
ing, og hann segði mær, at hann
var nevndarlimur og stovnari av
fyrsta og einasta golfklubbanum
í Hetlandi. Hann vísti mær vøll
in, og eg helt, at um teir kundu,
so máttu vit eisini kunna gjørt
ein eins frægan sum teirra. Lítil
munur er á veðrinum.
So hvørt eg setti meg inn í
málið, kom eg til tað úrslit, at tað
helst hevði verið gagnligt fyri
Føroyar at havt ein golfvøll.
Ítróttagreinirnar eru nógvar,
men um allan heim er golfítrótt
in tann, sum hevur mest virðing
mæta manna millum.
Eg kom at minnast eina hend
ing, tá eg í juli 1962 ferðaðist upp
á tummilfingurin í Europa. Kom
in úr London ætlaði eg mær
fram við eysturstrond Onglands
til Skotlands og praiaði ein bil.
Hann støðgaði beinanvegin og
vildi taka meg við, men hann
skuldi fara til vestursíðuna í
Onglandi. Hann segði, at tað var
minst líka so skjótt fyri meg at
koma við sær, tí hann hevði so
góðan bil, ein jaguar, og tað var
bert ein annar sum yvirhálaði
okkum. Men grundin til at hann
vildi hava meg við var, at hann
hevði gloymt brillurnar eftir, og
hann hevði eitt hondskrivað
bræv sum greiddi frá, hvussu
hann skuldi koyra fyri at koma
til ein golfvøll í nánd av Liver
pool. Hann skuldi tí brúka meg
sum leiðsøgumann at lesa bræv
ið og síggja vegskeltini. Tað kom
mær dátt við at fáa eitt slíkt álit
isstarv mín næsta dag í Ong
landi!
Tað vísti seg, at sjaførurin var
ein íverksetari. Úr fátækum kor
um hevði hann bygt upp eitt
stórt virki, og nú kundi hann
møtast við sínum javnlíkum á
ovastu rók, og tað var tí hann var
farin at spæla golf!
Golfítróttin er tí ein máti,
sum tey ríku og máttmiklu íðka
fyri at hitta sínar javnlíkar.
Men hví skuldu vit í Føroyum
fara upp í slíkt?
Um so er, at okkara vinnulív
skal kappast á jøvnum føti, er
umráðandi at vit bjóða dugnalig
um fólkum eins góð kor og aðra
staðni.
Viðhvørt havi eg verið ferða
leiðari, og tá eru mong áhugaverd
fólk at hitta. Einaferð kom eg at
tala við ein framúrskarandi
vinnulívsmann, sum helt at Før
oyar vóru eitt heilt ótrúliga gott
land, og at hann kundi hugsað
sær at flutt higar. Men so spurdi
hann: Ber til at spæla golf? Eg
noyddist at siga sum var, at tað
gjørdi tað ikki. So segði hann, at
flyting hansara higar varð av
ongum! Tað hevði hon helst ver
ið allíkavæl, men samrøðan segði
mær, at gjørdu vit nakað við
golfítrótt, gjørdust Føroyar
meira attraktivt fyri nøkur sum
kundu gjørt mun í okkara sam
felag.
Men hvat við føroyingum?
Kundu teir fingið nakað burtur
úr?
Golf er ikki ein ítrótt fyri øll.
Men føroyingar hava nógvar av
teimum eginleikum, sum skulu
til. Vit hava góðar fleygingar
menn og nógvar sum raka fugl
úr báti. Tí kann ikki útilokast, at
nakrir av okkara unglingum
kundu lært seg spælið. Um teir
so koma í onnur lond kunnu teir
fara at spæla har, og møta harvið
nøkur av teimum í vertslandi
num, sum eru væl fyri. Tað kann
sjálvandi ikki útilokast, at onkur
kann vinna frama í hesi ítrótt,
men kappingin er hørð um odda
sessirnar.
Fyritøkur í Føroyum skulu
selja framleiðslu sína uttanlands.
Avgerðir um at keypa frá okkara
fyritøkum verða sjálvandi fyrst
og fremst tiknar av útlendsku
fyritøkunum av tí at góðskan og
prísurin á okkara framleiðslu er
kappingarfør. Viðhvørt kunnu
persónlig sambond tó vera av
gerandi. Tá kann tað hava týdn
ing at fáa útlendskar stjórar at
koma til Føroyar so prátast kann
við teir. Men teir hava nógv støð
í at velja, og royndirnar vísa, at
eitt tilboð um at koma at spæla
golf í einum eksotiskum stað er
eitt gott agn. Tað eru sera nógvar
handilsavtalur gjørdar á golf
vøllum!
Men illa gekst at fáa fatur í
nøkrum, sum hevði dirvi til at
reisa málið. Men fyri tretivu
árum síðan bragdaði. Vit fingu
fýra menn, sum spældu golf utt
anlands. Teir gjørdu av at stovna
ein golfklubba. Men ólukkutíð
skuldu fimm í nevndina, og tí
vóru boð eftir mær at koma uppí
sum fimti maður. Tíbetur gekk
ikki long tíð til ein kom afturat,
sum dugdi at spæla og kundi
koma í staðin fyri meg.
Eitt av tí, fyrsta nevndin
gjørdi, var at venda sær til elsta
og fremsta golf
klubban av øll
um. Hann er í
Skotlandi, og vit
spurdu teir, um
teir
kundu
senda tveir menn higar at meta
um, hvørt tað yvirhøvur bar til
at gera nakað við hesa ítrótt í
Føroyum. Klubburin tók málið
upp í størsta álvara, og menninir
komu í øllum góðum. Annar av
teimum var persónligur vinur
við mannin hjá táverandi
bretska forsætisráðharranum
Thatcher. Teir høvdu ikki verið
her fyrr, men teirra meting var,
at í Føroyum vóru nógv støð,
har til bar at gera góðar
golfvøllir. Veðrið her var ikki so
nógv øðrvísi enn í Skotlandi. Tey
sum spæla golf eru úti á
vøllinum í øllum veðri, so í
okkara veðurlagi kann spælast
mest sum alt árið.
Vit spurdu teir, um tað kundi
hugsast, at tað bar til at fáa golf
turismu í lag í Føroyum.
Teir søgdu, at hetta bar væl
til.
Tað sum kravdist var, at vit
høvdu tríggjar golfvøllir á
hægsta stigi. Eingin tímdi at
spæla meir enn tveir dagar á
sama golfvølli, og tað var so utt
anhanda at koma til Føroya, at
eingin skoytti um at vera stytri
her enn eina viku. So var tíð at
vitja teir tríggjar vøllirnar.
Harumframt var neyðugt at
vit fingu okkum eitt fimm
stjørnuhotell.
Vóru hesar íløgur gjørdar,
ivaðust teir ikki í, at tað fóru at
vera so nógv, sum vildu koma
higar, at hotellið var fullsett. Vit
skuldu minnast til, at tey fólk,
sum komu higar at spæla golf,
vóru væl fyri og brúktu nógvar
pengar.
Tann sum hyggur eftir før
oyakortinum sær beinanvegin,
at ikki hevði staðist á at funnið
lendi til tríggjar golfvøllir. Tað
hevði loyst seg so væl at gjørt
teir, at tað ikki hevði verið ringt
at reist kapital til eina slíka verk
ætlan.
Snávingarsteinurin er okkara
jarðarviðurskifti. Politikarar
okkara sita á helvtini av okkara
jørð, og teir vilja halda fram við
at vera góðseigarar. Lótu teir vit
og skil ráða, sleptu teir sær av við
hesa jørð og gjørdu hana til óð
alsjørð. Hevði onkur tá okkurt
gott hugskot, um hvussu jørð
kundi nýtast til á burðardyggan
hátt, hevði borið til at keypt
neyðugu jørðina til marknaðar
prís.
Ein verkætlan um at gera eitt
fimmstjørnuhotel við trimum
golfbreytum hevði verið ein slík
burðardygg verkætlan. Hon
hevði lyft okkara samfelag upp á
eitt hægri støði.
Tað hevði verið gagnligt fyri
golfklubba okkara um henda
verkætlanin hevði fingist í lag.
Men tað er at fegnast um, at
golfararnir hava drivið á undir
teimum korum, sum samfelag
okkara hevur bjóðað teimum.
Teir hava verið sannar hetjur, og
skal eg ynskja teimum tillukku
við, at teir nú á tretivuáradegnum
hava fingið ein golfvøll!
Zakarias Wang
Golfklubburin 30 ár
»Ein verkætlan
um at gera eitt
fimmstjørnuhotel
við trimum golf
breytum hevði
verið ein burðar
dygg verkætlan.
Hon hevði lyft
okkara samfelag
upp á eitt hægri
støði«
Zakarias Wang
– Golf er ikki ein ítrótt fyri øll. Men føroyingar hava nógvar av teimum eginleikum, sum
skulu til. Vit hava góðar fleygingarmenn og nógvar sum raka fugl úr báti. Tí kann ikki
útilokast, at nakrir av okkara unglingum kundu lært seg spælið, skrivar Zakarias Vang
Zakarias
Wang, sum
nevndarlimur í
fyrstu nevndini
hjá Golfklubba
num, skriar