hósdagur 11. juli 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
10
Arbeiðsloysi
TEMA: Arbeiðsloysi
HALLUR AV RANA
H
agstovu
Føroyar
kundi
í
síðstu
viku kunngera, at
arbeiðsloysið í Før
oyum í apríl var 1,2 prosent. So
statt heldur tann gongdin fram,
har arbeiðsloysið í Føroyum
stútt og støðugt er lækkað síðan
fyrst í 2011, tá tað aftaná fíggjar
kreppuna lá uppi á 7 prosentum.
Um samanborið verður við
sama tíðarskeið sum í fjør, er
arbeiðsloysið minkar úr 2,2
prosentum til 1,2 prosent og er
talan um tað lægsta arbeiðs
loysið í Føroyum síðan juni
2008, tá tað sambært Hagstovu
Føroya einans vóru 1,1 prosent
av arbeiðarafjøldini, ið vóru ar
beiðsleys.
Tó at arbeiðsloysið var eitt
vet lægri fyri 11 árum síðan, so
eru tað kortini munandi fleiri
løntakarar í Føroyum í dag enn
tá. Sambært Hagstovuni vóru
27.424 løntakarar í Føroyum 1.
apríl í ár. Einastu ferð talið av
løntakarum hevur verið hægri
var í desember í fjør, tá tað vóru
27.467 løntakarar her á landi.
Til samanberingar vóru tað
26.336 løntakarar í Føroyum í juli
2008, ið var tað hægsta áðrenn
fíggjarkreppuna. Tað er gott
1.000 løntakarar færri enn í dag.
Arbeiðsloysið hevði enntá
verið uppaftur lægri fyri landið,
um støðan í Suðuroynni var lík
henni í restini av landinum. Í apríl
var arbeiðsloysið í Suðuroynni
3,5 prosent, ið var 2,1 prosentstig
meira enn á Sandoynni, ið var
tað økið, har arbeiðsloysið var
tað næsthægsta. Í restina av
landinum lá arbeiðsloysið mill
um 0,6 og 1,3 prosent, harav
fólkarík økir sum Eysturoy og
Norðoyggjar einans høvdu eitt
arbeiðsloysið á ávikavist 0,6 og
0,7 prosent.
Leita út í heim
Tá arbeiðsloysið í einum landi
er so mikið lágt merkist tað
fleiri staðni í samfelagnum. Tað
vera millum annað altíð nakrar
vinnugreinar, ið fáa verri við
at fáa fatur á arbeiðsmegi enn
aðrar. Serliga arbeiðspláss innan
byggivinnuna, ið hava brúk fyri
starvsfólkum við serligum før
leikum, føla mangan skjótt
sviðan av, at ongin starvsfólk eru
at taka av. Men sama avbjóðing
sæst eisini aftur í handlum,
matstovum, gistingarhúsum og
aðrastaðni í tænastuvinnuni.
Tí eru tað eisini fleiri fyritøk
ur, ið einki annað val hava enn
at leita út um landoddarnar
fyri at fáa fatur á neyðugu ar
beiðsmegini. Hetta er ein støða,
STØÐUGT
MINKANDI
ARBEIÐSLOYSI
- Tó at arbeiðsloysið var eitt vet lægri fyri 11 árum síðan, so eru tað kortini
munandi fleiri løntakarar í Føroyum í dag enn tá. Sambært Hagstovuni
vóru 27.424 løntakarar í Føroyum 1. apríl í ár. Einastu ferð tað talið hevur
verið hægri var í desember í fjør, tá tað vóru 27.467 løntakarar her á landi