Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 11 HALLUR AV RANA Í dag er tað eingin orsøk at fella í fátt, um man brád­ liga endar í tí keðiligu støðu at verða koyrdur til hús. Eftirspurningurin í Før­oy­um eftir starvsfólkum er nevni­liga so stórur í løtuni, at tey flestu, ið verða arbeiðsleys, eru skjót aftur í arbeiði. Tað er hvørt fall royndirnar hjá teimum flestu, ið blivu arbeiðs­leys í fjør og í ár. Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, vísi nevni­liga á, at av teimum gott 1.500 fólkunum, ið hava mist starvið síðsta hálvtannað árið, hava tey flestu longu fingið eitt nýtt starv. - Tað komu umleið 1.000 fólk inn í skipanina hjá okkum í fjør, meðan tað eru eini 400-500 fólk komin inn í skipanina í ár. Men felags fyri næstan øll er, at tey fara øll út aftur úr skipan­ini rættiliga skjótt. Av teim­um persónum, ið komu inn í fjør, er næstan eingin eftir, með­an einans 150 persónar eru eftir av teimum, ið komu inn í skipan­ ina í ár. So tey allarflestu koma bara inn at venda, áðrenn tey fáa eitt arbeiði aftur, sigur Magni á Deild Olsen. Eingin vági Hóast ALS ikki hevur nak­að yvir­lit yvir hvørjar vinnu­grein­ ar hava serliga stóran eftir­ spurn­ing eftir arbeiðsmegi, so vísir Magni á Deild Olsen á, at tað ber til at gera sær eina met­ ing við at hyggja eftir teimum starvslýsingum, ið eru at finna á starv.fo. - Vit vita tað, at innan byggi­ vinnuna, eldrarøktina, barna­ ansingar­økið og ferðavinnuna er tað torført at fáa fólk. Tað er kanska serliga innan hesi fýra økir, at tørvurin er størstur, men hann er allastaðni, tá arbeiðs­loysið er so lágt. Sjálvt bensin­støðirnar hava trupult við at fáa fólk, sigur stjórin í ALS. Tá tað ikki tykist at vera stór­vegis trupulleiki hjá ein­ um arbeiðsleysum at finna eitt nýtt starv, hava tey í ALS lagt merki til eitt nýtt rák á arbeiðs­marknaðinum. Fólk eru vorðin djarvari og tora nú sjálvi at venda ryggin til eitt arbeiðs­pláss. - Tað er ein sannføring millum fólk um, at man fær eitt arbeiði aftur, tá man vil hava tað. So um man er onkrastaðni har man ikki trívist ella bara vil royna okkurt annað, so er tað ikki ein serliga stórur vági at siga seg úr starvi, sigur Magni á Deild Olsen og leggur afturat. - Í ringum tíðum eru tað fá, ið siga seg úr starvi, men tað vit síggja nú er, at tað eru lut­fals­ liga fleiri, ið sjálvi siga seg úr starvi. 229 arbeiðsleys Hendan dagin vit tosaðu við Magna á Deild Olsen vóru í alt 229 arbeiðsleys í skipanini hjá ALS. Tað talið er faktiskt ikki so langt frá talinum av leysum størv­um. - Á starv.fo eru einar 100 starvs­lýsingar, harav fleiri størv eru í einari lýsing. So tað eru eini 120 størv leys. Sam­ stund­is eru tað í verandi løtu 229 arbeiðsleys í skipanini. Men tað merkir ikki, at hesi 229 fólk­ini bara kunna fara í hasi 120 størv­ini á starv.fo. Hevði tað bara verið so einfalt, so høvdu tey gjørt tað. Men tað eru nógv atlit at taka, sigur Magni á Deild Olsen og leggur afturat. - Tað verður altíð onkur, ið ikki fær eitt arbeiði, tí tey til døm­is hava ikki tann profilin, ið søkt verður eftir. Tað eru øgi­liga nógvar orsøkir til, at ein persónur er arbeiðsleysur. Vit royna at vegleiða teimum til eitt starv, ið tey ynskja sær ella síggja seg sjálvi í. Tað vit ikki gera, er at trýsta tey í eitt starv, ið tað ikki gevur meining hjá teimum at vera í. Suðuroyggin og Suðurstreymoy Suðuroyggin hevur í mong ár verið millum tær oyggj­ar í Før­ oy­um við hægsta pro­sent­tali­ num av arbeiðs­leysum. Tað er eisini støðan í løtuni, men lága arbeiðsloysið í Suðurstreymoy hevur kortini ført til eina heilt ser­liga støðu. - Tað sum er heilt serligt er, at beint nú eru 81 fólk í skipan­ini hjá okkum, ið búgva í Suður­streymoy, meðan vit hava 67 fólk við heimstaði í Suður­oynni. Tað vil siga, at talið av arbeiðsleysum í Suður­ streym­oy er næstan tað sama sum í Suðuroynni, hóast tað búgva seks ferðir fleiri fólk í Suður­streymoy. Tað hava altíð verið nógv fleiri arbeiðsleys í Suðurstreymoy enn í Suður­ oynni, hóast prosenttalið hevur verið størri í Suðuroynni, men nú er talið um tað sama, vísir stjórin á. Hædd skal tó takast fyri, at ein av orsøkunum til relativt høga talið av arbeiðsleysum í Suður­oynni er, at eitt slátur­ virkið á oynni hevur ligið stilt í eina tíð. - Tá tey 30 fólkini, ið hava starvast har, fara aftur til ar­ beiðis á sláturvirkinum verður tað uppaftur færri arbeiðsleys á oynni og í Føroyum, sigur Magni á Deild Olsen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Verður altíð onkur sum ikki fær eitt arbeiði - Tað komu umleið 1.000 fólk inn í skipanina hjá okkum í fjør, meðan tað eru eini 400-500 fólk komin inn í skipanina í ár. Men felags fyri næstan øll er, at tey fara øll út aftur úr skipanini rættiliga skjótt. Av teimum persónum, ið komu inn í fjør, er næstan eingin eftir, meðan einans 150 persónar eru eftir av teimum, ið komu inn í skipanina í ár. So tey allarflestu koma bara inn at venda, áðrenn tey fáa eitt arbeiði aftur. Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, nú føroyska arbeiðsloysið er nærum einki ið nakrar fyritøkur eisini vísa á aðrastaðni í blaðnum. Og tann atgongdin er neyðug, um man ynskir at varðveita góðu gongd­ ina í samfelagnum. Nakað sum Vinnu­húsið eisini vísti á fyrr í ár. - Tað er metlágt arbeiðsloysi í Føroyum, og hetta ger tað sera trupult at fáa mannað leys størv við fólki við teimum røttu før­ leikunum. Skulu góðu tíðirnar halda fram, mugu føroyskar fyri­tøkur fáa betri atgongd til arbeiðs­megi, og hetta eigur ikki einans at vera avmarkað til ES- borgarar, skrivaði Vinnuhúsið á heima­síðu síni 1. apríl í ár. Og sambært Vinnuhúsinum er tað vorðið so mikið torført hjá summum føroyskum fyri­ tøk­um at fáa fatur á arbeiðs­ megi, at verandi skipan, har før­oysk­ar fyritøkur hava lættari at fáa arbeiðsmegi úr ES, tá arbeiðsloysið fer undir 3,5 pro­ sent, ikki er nóg mikið longur. Í staðin er neyðugt at víðka skipan­ina til at fevna um lond uttan­fyri ES, tí eftirspurningur eftir arbeiðsmegi er so mikið stór­ur í løtuni. HALLUR@SOSIALURIN.FO