Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 12 Arbeiðsloysi TEMA: Arbeiðsloysi HALLUR AV RANA F yri størstu skipa­ smiðju­na í Føroyum er tað ikki nakað nýtt, at tað er trupult at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Tað eru fleiri ártíggjund síðan, at teir fyrstu póllendingarnir komu til Føroyar at arbeiða innan stál og -sveisiarbeiði á før­oysku skipasmiðjunum. Men seinnu árini er tað vorðið alsamt trupulari at fáa starvs­fólk innan onnur yrkir eisini, upplýsir Mouritz Mohr, stjóri í MEST. - Vit hava somu avbjóðing sum allar aðrar fyritøkur inn­an vinnuna at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Inn­an stál og sveising hevur tað verið so í nógv ár, tí eingin før­oy­ ingur arbeiðir innan tað yrkið, men seinastu árini hevur tað eisini vundið upp á seg innan onn­ur yrkir, so at tað í dag millum annað er torført at fáa fatur á maskinsmiðjum, sigur stjórin í stóra samtakinum. Tað er serliga tey síðstu fýra árini, at stjórin í MEST hevur merkt, at tað hevur verið trupult at fingið føroyingar í tey leysu størvini, ið eru í sam­ taki­num. - Vit søkja av og á eftir fólk­ um her í Føroyum, men tað gev­ur sjáldan nakað úrslit, og tí er neyðugt at leita uttanfyri Før­oyar eftir starvsfólkum, sigur Mouritz Mohr. Sum nú eru umleið 80 út­ lend­ing­ar í starvi hjá fyri­ tøku­ni, men í seinastuni er tað eisini vorðið trupult at fingið fatur á arbeiðsmegi uttanfyri Før­oyar. - Tað er eisini vorðið mun­ andi verri at fáa starvsfólk úr Skandinavia og Eysturevropa. Okkara avbjóðing er tann, at virk­semið er so øgiligt í øllum Ev­ropa í hesum døgum, so tað er eisini ein avbjóðing at fáa gott fólk aðrastaðni frá, sigur stjór­in í MEST. HALLUR@SOSIALURIN.FO HALLUR AV RANA F yritøkurnar innan byggi­ vinnu­ni hava ríkiligt at gera í hesum døgum, nú gongd er í fleiri stórum verkætlanum kring landið. Og tá nógv er at gera merkir tað eisini, at fyritøkurnar hava tørv á nógvari arbeiðsmegi. Men við einum arbeiðsloysi á 1,2 prosent er tað ikki altíð líka lætt at fáa fatur á starvsfólkum. - Tað er avbjóðandi at fáa fatur á fólki í løtuni. Tað arbeiðsloysi er so lágt sum nú, so merkir tað, at einki fólk eftir. Tí er tað mest útlendingar, ið verða settir í starv nú, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í byggifelagnum Articon, ið hevur virksemi um alt landið. Tilsamans starvast 300 starvs­fólk í Articon harav 80 teirra eru útlendingar. Men stjór­in dylur ikki fyri, at hann hevði ynskt, at man fekk fleiri før­oyingar í starv. - Eg skal ikki lata so illa at, tí vit hava knapt 300 fólk í starvi, so tað gongur ikki illa, men trýst­ið á arbeiðsmarknaðin er øgi­ligt í løtuni. Men tá vit søkja vilja vit helst hava føroyingar í starv, men tað er ikki at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Tað er ser­liga innanfyri byggiarbeiði, at tað er avbjóðandi at fáa fatur á føroyingum, sigur stjórin í Arti­ con. HALLUR@SOSIALURIN.FO Somu avbjóðing sum allar aðrar fyritøkur - Vit søkja av og á eftir fólkum her í Føroyum, men tað gevur sjáldan nakað úrslit, og tí er neyðugt at leita uttanfyri Føroyar eftir starvsfólkum, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST, ið upplýsir at tað eisini er torført at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi Tað er einki arbeiðsloysi - Tað er avbjóðandi at fáa fatur á fólki í løtuni. Tað arbeiðsloysi er so lágt sum nú, so merkir tað, at einki fólk eftir. Tí er tað mest útlendingar, ið verða settir í starv nú, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í byggifelagnum Articon