Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 13 HALLUR AV RANA A lsamt fleiri føroy­ ing­ar hava seinni ár­ini fingið starv í ferðavinnuni, aftan­á at stóri vøksturin hevur latið upp fyri fleiri møgu­leikum. Fleiri nýggjar mat­stovur lata dyrnar upp á hvørjum ári og tvey nýggj hotell standa í løtuni í gerð í høvuðs­staðnum. Nýtt virksemi krevur eisi­ ni nýggj starvsfólk, og tá tað frammanundan er trot á arbeiðsmarknaðinum kann tað gerast ein avbjóðing hjá teim­um stóru aktørunum í vinnu­ni. Ein sum kennir væl til kapp­ing­ina um arbeiðsmegi í vinnuni er Pætur Trónd Thom­sen, stjóri í Hotel Hafnia. Um­framt Hotel Hafnia telur sam­takið eisini Norrøna, Hotel Skálavík og nýggja Hotel Brandan, ið verður bygt nær­ hendis Gundadali. - Vit merkja, at tað eru nógvar matstovur í løtu­ni og hørð kapping er um arbeiðs­ megina. Tá ar­beiðs­loysið er so lágt, ið tað er í løtuni, so sigur tað seg sjálvt, at tað er tor­ført at finna starvsfólk. Tað er eingin ivi um, at mangl­andi arbeiðsmegi er ein av størstu avbjóðingunum í vinnuni í løtuni. Men vit hava tilrættarlagt summarið rætti­liga væl, so vit eru væl mann­aði, sigur stjórin í Hotel Hafnia. Tá kappingin er so hørð um starvsfólkini er tað eisini týdn­ ingar­mikið, at man fer væl við teim­um, ið man hevur, vísir stjórin á. - Sum fyritøku skulu vit standa allarfremst og syrgja fyri, at treytirnar hjá okkara starvs­fólkum eru so góðar sum yvirhøvur gjørligt. Starvs­fólkini hjá okkum eru jú okkara andlit úteftir, so tað er týdningarmikið, at tey hava tað gott. Tað haldi eg, at vit hava megnað nokk so væl. Eg haldi fólk eru glað fyri at starvast hjá okkum og tað merkist við, at fólk verða ver­ andi longur, sigur hann. Av yrkjum innan ferða­ vinnu­na er tað kanska serliga kokk­ar, at hørð kapping er um. Talið av matstovum heldur fram við at vaksa, hóast talið av kokkum er avmarkað. Tað merk­ir, at kappingin um teir kokk­ar, ið eru, verður tað størri. - Tað eru komnar so nógvar mat­stovur í seinastu og um summarið er eitt øgiligt trýst á hesi støð. Vit hava fleiri gestir í ár enn nakrantíð áður og allir hesir gestir skulu sjálvandi hava at eta. Tí merkja vit sjálv­ andi, at tað er eitt trýst á mark­ naðinum fyri kokkar. Men vit útbúgva sjálvi nógvar kokkar á staðnum, sigur stjórin á Hotel Hafnia. HALLUR@SOSIALURIN.FO HALLUR AV RANA - Tað er bara so yvirnatúrliga nógv at gera beint nú. Tað er trupulleikin hjá okkum í vinnu­ ni og tí er tað ringt at fáa fatur á arbeiðsmegi. Tað sigur Stein Olvur Peter­ sen, stjóri í byggifelagnum J&K Petersen, ið eins og onn­ur byggifeløg í Føroyum merk­ir avleiðingarnar av, at arbeiðs­ loysið er søguliga lágt. Sjálvur metir hann, at hans­ ara fyritøkan higartil hevur ver­ ið heppin, tá søkt hevur verið eftir fólki, men hava tey kortini merkt, at trot er á fólki innan ávís yrkir. - Tað er ringt at fáa timbur­ menn og handverkarar í dag. Faktiskt er tað ringt at fáa fatur á spesialarbeiðarum í heila tikið. Tað er bara ikki nóg nógv av fólki við serligum førleikum til á arbeiðs­marknaðinum, sigur stjórin. Í løtuni arbeiðs 210 í J&K Peter­sen, harav 20 teirra eru út­ lend­ingar. Tað ber væl til, at tað talið fer at vaksa í framtíðini, tí í løtuni eru ikki nógvir føroyingar at taka av, tá størv verða lýst leys. - Tað er sum at slætta vatn á gás, tá man søkir eftir fólki í Før­oyum. Tað sum hendir er, at starvs­fólkini skifta bara ímillum feløg. So um man fær føroyingar er tað sum oftast fólk frá øðrum feløgum, vísir hann á. Hóast lága arbeiðsloysið merk­ir vinnuna, so er kortini útlit fyri, at nýggj fólk eru á veg. Seinnu árini eru nevniliga mun­ andi fleiri lærlingar lagdir aftrat í vinnuni. - Tey eru øgiliga nógv, ið út­búgva seg innan yrkið nú. Sjálv­andi má man ansa upp á, at man ikki setur ov nógvar lær­lingar, tí tað fer at ganga hin vegin aftur. Men í løtuni er ein góð lærlingatilgongd og hug­ burðurin um at fara í læru er nógv broyttur tey síðstu árini, sigur Stein Olvur Petersen. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Yvirnatúr­ liga nógv at gera - Tað er ringt at fáa timburmenn og handverkarar í dag. Faktiskt er tað ringt at fáa fatur á spesialarbeiðarum í heila tikið. Tað er bara ikki nóg nógv av fólki við serligum førleikum til á arbeiðsmarknaðinum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifelagnum J&K Petersen Hørð kapping er um arbeiðsmegina - Tá arbeiðsloysið er so lágt, ið tað er í løtuni, so sigur tað seg sjálvt, at tað er torført at finna starvsfólk. Tað er eingin ivi um, at manglandi arbeiðsmegi er ein av størstu avbjóðingunum í vinnuni í løtuni. Men vit hava tilrættarlagt summarið rættiliga væl, so vit eru væl mannaði, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri í Hotel Hafnia