Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 14 Arbeiðsloysi TEMA: Arbeiðsloysi HALLUR AV RANA T að er ein væl prógvað sannroynd, at nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni. Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd innan bæði tað privata og tað almenna, talið av løntakarum er høgt, innflutningurin er stórur og arbeiðsloysið er metlágt. Meðan øll eru samd um, at tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum og arbeiði er til allar tøkar hendur, so eru tað eisini nakrar avbjóðingar við einum lágum arbeiðsloysistali, vísir Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, á. - Tað at fólk, ið eru arbeiðsfør, hava arbeiðið, er sjálvandi jaligt. Men tá arbeiðsloysið er so lágt, ið tað er beint nú, hevur tað nakrar avbjóðingar við sær. Tað síggja vit millum annað í, at tað eru nakrar fyritøkur, ið ikki fáa fatur á tí arbeiðsmegi, ið tær hava brúk fyri, vísir hann á. Fløskuhálsar Her er talan um tær sokallaðu fløskuhálsarnar, tá fyritøkur innan ávísar vinnugreinar hava trupult við at fáa fatur á arbeiðsmegi. Í Føroyum er tað kanska serliga byggivinnan, ið seinastu árini hevur stríðst við hendan trupulleikan. - Tá man so fær hesar fløskuhálsarnar í arbeiðsmarknaðinum merkir tað eisini, at góðskan á tí arbeiðsmegi, ið einaferð er at fáa, ikki er tann besta, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Loysnin hjá flestu fyritøkum og vinnugreinum í hesari støðu er at leita eftir arbeiðsmegi úr øðrum londum. Í Føroyum er eisini tann lóg galdandi, at tá arbeiðsloysið fer undir 3,5 prosent verður tað lættari hjá fyritøkum at innflyta arbeiðsmegi frá øðrum londum. - Tann størsti vandin er, at man brádliga heldur, at nú fer alt at ganga so øgiliga væl. Hugburðurin millum føroyingar er langt frá so ógvusligur sum áðrenn fíggjarkreppuna, men tað kann hendan øgiliga skjótt, at man knappliga missur jørðforbindilsið. Og tað er har, at vandin liggur, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, ið ávarar um at lága arbeiðsloysið og góður tíðirnar hava fjaldar vandar við sær VIT HAVA LYNDI TIL AT GLOYMA SKJÓTT OG HUGSA STUTT