hósdagur 11. juli 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
15
Í Føroyum hevur arbeiðsloysið
verið undir 3,5 prosent síðan
mars 2015.
- Vit hava eisini sæð tað, at
so líðandi sum arbeiðsloysið er
minkað, hevur tað verið ein stór
tilflyting til Føroyar av bæði
føroyingum og útlendingum, ið
koma til landið at arbeiða. Tað
sæst millum annað á talinum
av løntakarum, ið er voksið
rættiliga nógv í tíðarskeiðinum,
tá arbeiðsloysið er minkað, sigur
Djóni Højgaard.
Vandin
Formaðurin í Búskaparráðnum
leggur dent á, at tað sum heild
er jaligt, at tað er kapping um
arbeiðsmegina, tí tað merkir,
at hon kann leita sær hagar
hon ger størst gagn. Og serliga
er tað arbeiðstakarin, ið nýtur
ágóðan av hesi støðu, tí fyri tann
einstaka merkir tað, at tey fáa so
góða løn og treytir sum gjørligt.
Kortini goymir ein lítlin vandi
seg í teimum góðu tíðunum og
lága arbeiðsloysinum.
- Størsta avbjóðingin er tað
verandi konjukturstøða ger fyri
framtíðar vónirnar hjá fólki. Vit
hava sum menniskjur lyndi til
at gloyma skjótt og hugsa stutt.
Tí halda vit, at verandi gongd
heldur fram. Tað er vanliga júst
tá, at vit gera feilir ella taka ov
stórar vágar á okkum. Tað sær
man ikki fyrr enn tíðirnar fara
at venda, og tað fara tær fyrr ella
seinni, sigur Djóni Højgaard.
F o r m a ð u r i n
í
Búskaparráðnum ger tó greitt,
at hann í verandi løtu ikki sær
hendan tendens í føroyska
búskapinum, men slíkt kann
venda so brádliga.
- Tann størsti vandin er, at
man brádliga heldur, at nú
fer alt at ganga so øgiliga væl.
Hugburðurin millum føroyingar
er langt frá so ógvusligur sum
upp til fíggjarkreppuna, men
tað kann hendan øgiliga skjótt,
at man knappliga missur
jørðforbindilsið. Og tað er har,
at vandin liggur, sigur hann.
Varsemi
Tað er við hesum í huga, at
Búskaparráðið fleiri ferðir
seinnu árini hevur heitt á tað
almenna at vísa varsemi í einum
heitum búskapi og halda aftur
við fleiri íløgum og halda eina
javna útreiðslugongd.
- Við verandi búskapargongd
áttu almennu avlopini veri størri
enn tey eru. Støðan er tann í dag,
at frá almennari síðu er hetta
hvørki tíðin til útreiðsluvøkstur
ella skattalættar. Tí ein hvør
stimbran av fíggjarpolitikkinum
førir bert til økt lønartrýst
og hægri inflatión, ljóðar
ráðini hjá formanninum í
Búskaparráðnum.
Í staðin mælir hann til, at man
frá almennari síðu brúkar góða
gongdina til at fremja nakrar
bygnaðarligar broytingar, ið
brynja bæði land og kommunur
til tá tíðirnar verða verri.
- Hetta er tíðin at hugsa um
at breiðka inntøkugrundarlagið
og fremja tær bygnaðarligu
broytingarnar, ið Búskaparráðið
og aðrar bólkar hava víst á.
Tað kann millum annað vera
innan kommunubygnaðin,
vinnubygnaðin og skattaøkið,
sigur Djóni Højgaard.
Ein bygnaðarlig broyting, ið
hevði beinleiðis ávirka útboðið
av føroyskari arbeiðsmegi er ein
broyting í skattalógina.
- Ein broyting, ið kann gerast
í hesum tíðum, er ein javnan í
skattinum millum tey, ið arbeiða
í Føroyum og tey, ið arbeiða
uttanlands. Á tann hátt kundi
man lætta um trupulleikan at
fáa arbeiðsmegi. Tað er lítið høpi
í, at vit stuðla teimum, ið arbeiða
uttanlands, við lægri skatti, tá
vit hava tørv á arbeiðsmegi í
Føroyum, vísir Djóni Højgaard á.
Søgan hevur tó prógvað, at
tað er lættari at prædika hendan
boðskapin enn at útinna hann, tí
søguliga sæð hevur tað almenna
altíð ført ein viðgangandi
fíggjarpolitikk. Tað merkir, at
man brúkar fleiri pengar í góðum
tíðum enn í ringum ríðum, vísir
búskaparfrøðingurin á.
Fer at venda
Tað er altíð ringt at spáa um
framtíðina, men eitt torir Djóni
Højgaard kortini at spáa um.
Hóast tíðirnar eru søguliga
góðar í løtuni, so fer tann góða
gongdin, ið vit njóta ágóðan
av nú, at fáa ein enda fyrr ella
seinni.
- Tað fer at venda. So
tað handlar um at halda
jørðforbindilsið, tí tað fer at
venda fyrr ella seinni. Og fallið
verður bara tað størri, jú villari
man koyrir á. Vit fara ikki altíð
at hava eitt arbeiðsloysi á eitt
prosent í Føroyum. Sum nú er,
so liggja vit sum tjóð sum heild í
lægra endanum í mun til restina
av verðini. Tí eitt arbeiðsloysi á
eitt prosent er ikki eitt veruligt
arbeiðsloysi, tí tá brúka vit so
gott sum alla ta arbeiðsmegi, ið
vit hava í landinum, sigur hann.
Tá løntakaratalið er so høgt
sum tað er í hesum døgum, er tað
serliga ein vandi, ið formaðurin
í Búskaparráðnum mælir til,
at man heldur eyguni við og
roynir at fyribyrgja, tá tíðarnar
versna. Tað almenna má í mest
møguligan mun royna at halda
upp á alla arbeiðsmegina her á
landi.
- Søgan vísir okkum, at tá
arbeiði ikki er her á landi, so
missa vit eina stóran part av
fjøldini av landinum. Men vit
hava framhaldandi tí avbjóðing,
at vit blíva fleiri og fleiri eldri í
Føroyum. So um tey, ið skulu
bera byrðurnar, rýma úr
Føroyum tá einki arbeiði er,
verður tann avbjóðingin bara
tað størri, vísir hann á og leggur
afturat.
- Tað er grundin til, at
man má føra ein skynsaman
fíggjarpolitikk. Í løtuni fær
man ikki meira í gongd við at
seta meira í gongd, tí fólk eru
longu í starvi aðrastaðni. Tí
er betri hjá tí almenna at seta
peningin til viks, so vit kunnu
halda samfelagshjólini koyrandi
tá tíðirnar venda. Men tað er ein
sannroynd, at tá tað gongur væl,
er tað lætt at freistast at brúka
ov nógv ella geva ov stórar
gávur.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Tá arbeiðsloysið er
so lágt, ið tað er beint
nú, hevur tað nakrar
avbjóðingar við sær.
Tað síggja vit millum
annað í, at tað eru
nakrar fyritøkur,
ið ikki fáa fatur á tí
arbeiðsmegi, ið tær
hava brúk fyri