hósdagur 11. juli 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
16
VERÐURLAG:
- Sambært teimum veðurlagsmodellum, ið man
hevur koyrt, so kann man sum heild siga, at í
framtíðini verður veðurlagið í Føroyum og aðrastaðni
heitari, vátari og ógvusligari. Veðrið verður meira
ógvusligt, tað fer at vara longri og tað verður sterkari,
sigur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI
HALLUR AV RANA
V
eðurlagsbroytingar
eru blivnar tað stóra
politiska evnið í
londum kring allan
heim, aftaná at skúlaungdómar í
hópatali eru farin út á gøturnar í
fleiri av heimsins stórbýum fyri
at mótmæla, at politiska skipan
in ikki ger meira fyri at skera
niður á vakstrarhúsútlátið, ið av
granskarum verður mett at verða
høvuðsorsøkin til, at miðalhitin
í heiminum veksur. Eisini í Før
oyum hevur verið skipað fyri
fleiri veðurlagsverkfallum kring
landið.
Kjakið um veðurlagsbroyt
ingar er mangan heitt og mein
ingar um hvat orsøkin er til
tær broytingarnar, ið vit síggja
í veðurlagnum, eru sum altíð
ymiskar, tá stór evnir verða
viðgjørd. Kortini kann eingin ivi
vera um, at tað er vorðið heitari
í Føroyum tey síðstu ártíggjuni.
Munandi heitari
Í Danmarks Meteorologiske
Institut, DMI, hava tey mált
miðalhitan í Føroyum síðan 1873.
Tað gevur eitt gott grundarlag
fyri at gera nakrar niðurstøður
um gongdina í føroyska veður
lagnum. Og sum John Cappelen,
ið er veðurfrøðingur hjá DMI, er
tað týðiligt, at miðalhitin í Før
oyum er voksin tey seinastu
árini.
- Tað er vorðið munandi
heitari síðan 2003. Um man hygg
ur eftir kurvini eru tað einans
tvey ár í hesum tíðarskeiðinum,
at tað hevur verið kaldari enn
miðalhitin. Tað vil siga, at
síðan 2003 hevur tað støðugt
verið heitari enn miðalhitin í
tíðarskeiðinum 1981-2010, sigur
hann og vísir til grafin, ið kann
síggjast aðrastaðni á síðuni.
Grafurin vísir miðalhitan
í Tórshavn í tíðarskeiðinum
1873 til 2018, har støði verður
tikið út frá miðalhitanum í
tíðarskeiðinum 1981-2010. Og
merkisvert er, at síðan 2003
hava tað einans verið tvey ár,
har miðalhitin í høvuðsstaðnum
hevur verið lægri enn miðalhitan
fyri tíðarskeiðið 1981-2010.
Okkara atburður
Í so máta líkist føroyska veður
lagið tí, ið vit síggja um allan
heim. Veðurlagið er í broyting
og tað verður heitari. Tað eru
nógvar ymiskar orsøkir til tað,
vísir John Cappelen á. CO2 í
atmosferuni,
- Tað er nógv ymiskt, ið er
orsøkin til tær broytingar í
miðalhitanum, ið vit síggja í
Føroyum og aðrastaðni. Tað
eru bæði natúrligar orsøkir,
men eisini menniskjaskaptar
orsøkir. Harímillum er CO2 í
atmosferuni, vakstrarhúsárin,
gosfjøll, broytingar í sólargeisl
ingini og ávirkanin frá teim
um stóra skipanunum í Stilla
havinum, ið vit kalla fyri Enso,
men sum onnur kenna sum el
Nino og la Nina. Tað hevur alt
eina ávirkan á ta gongd, ið vit
síggja, vísir John Cappelen á.
Tá tað er sagt, leggur hann
kortini dent á, at tað er eingin
ivi, at høvuðsorsøkin til økta
miðalhitan seinastu ártíggjuni
er atburðurin hjá okkum
menniskjum.
- Okkara atferð er við til at
broyta veðurlagið. Sjálvandi eru
tað eisini natúrligar orsøkir til, at
veðurlagið broytist, harímillum
gosfjøll, men í teimum síðstu
ártíggjunum er tað fyrst og
fremst menniskjalig ávirkan
gjøgnum vakstrarhúsútlát,
ið hevur broytt veðurlagið.
Avleiðingarnar av tí er tann
greiða myndin, ið vit síggja
í Føroyum síðan 2003. Allar
altjóða frágreiðingar í dag
staðfesta eisini, at eingin ivi
kann vera um ávirkanina hjá
menniskjum á veðurlagið, sigur
John Cappelen.
Vátari veðurlag
Meðan hagtølini lata ongan
iva vera um, at veðurlagið í
Føroyum er vorðið munandi
heitari, so er rákið ikki líka týði
ligt viðvíkjandi avfallinum. Har
afturímóti er hendan gongdin
munandi meira týðilig í Dan
mark og Grønlandi, har DMI
eisini hevur mátingar.
- Um hugt verður eftir Dan
mark, so er avfallið í tíðarskeiði
num frá 1870 og til nú voksið
við umleið 100mm. Tað vil siga,
at eingin ivi er um, at vit hava
fingið eitt vátari veðurlag í Dan
mark. Tað kann forklárast við, at
tá hitin hækkar, so kann atmos
feran innihalda meira vatn. Tað
- Tað er vorðið munandi
heitari síðan 2003.
Um man hyggur eftir
kurvini eru tað einans
tvey ár í hesum tíðar
skeiðinum, at tað hevur verið kaldari
enn miðalhitin. Tað vil siga, at síðan
2003 hevur tað støðugt verið heitari enn
miðalhitin í tíðarskeiðinum 1981-2010
VORÐIÐ
MUNANDI
HEITARI
SÍÐAN 2003