hósdagur 11. juli 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
17
vil siga, at líkindini fyri regni
verður størri. Tað sama rákið
sær man í teimum grønlendsku
hagtølini, har hægri hiti og
meira avfall hanga saman, sigur
John Cappelen.
Yvirlitið yvir avfall í Tórshavn
vísir hinvegin, at tað hevur verið
minni avfall síðstu trý árini enn
tað, ið er miðal fyri tíðarskeiðið
frá 1981 til 2010. Kortini metir
John Cappelen, at rákið eisini
ger seg galdandi í Føroyum.
- Hendan broytingin er bara
ikki líka týðiligt í føroysku hag
tølunum. Men man kann væl
síggja, at yvir eitt longri tíðar
skeið er ein lítil øking í avfalli
num. At tað so eru trý ár frá 16-
18 við minni avfalli er natúrlig
frávik. Sum dømi kann man vísa
á Danmark, har man hevði eitt
óstøðugt summar í 2017 við fleiri
lágtrýstum. Árið eftir høvdu vit
eitt langt summar við stabilum
og turrum summarveður og
ringasta turki, ið vit nakrantíð
hava havt, sigur hann og leggur
afturat.
- So tað kunnu verða natúr
ligar broytingar ár frá ár, men
tað handlar um at síggja slíkt
í einum longri tíðarskeiði. Og
har er rákið við meira avfalli tað
sama í Føroyum sum aðrastaðni.
Framtíðin
Nógv verður granskað í
veðurlagnum í hesum tíð
um, harímillum eisini í hvus
su veðurlagið fer at broyt
ast tey næstu árini um
vakstrarhúsútlátið ikki mink
ar ella verður avmarkað. Enn
eru nakrar óvissur um hvussu
veðurlagið broytist í Norður
atlantshavinum, men vit kunnu
gera okkum klár til broytingar,
sambært veðurfrøðinginum.
- Sambært teimum veðurlags
modellum, ið man hevur koyrt,
so kann man sum heild siga, at
í framtíðini verður veðurlagið í
Føroyum og aðrastaðni heitari,
vátari og ógvusligari. Veðrið
verður meira ógvusligt, tað fer
at vara longri og tað verður
sterkari, sigur John Cappelen.
Og sambært honum hava
vit longu sæð nakrar av hesum
broytingum í evropeiska megin
landinum seinastu vikurnar.
- Hitabylgjan í Evropa í ár er
væl hugsandi ein avleiðing av
hesum. Talan var um eina langa
hitabylgju við methita. Tað er
tað, ið man væntar í framtíðini.
So stutt sagt heitari, vátari og
ógvusligari. Og tað er eisini tað,
ið mest sannlíkt verður í Før
oyum, sigur hann.
Hann leggur dent á, at sjálv
andi verður tað ymiskt frá staði
til stað. Millum annað tosar man
um at vatnstøði fer at hækka,
men tað verður kortini ymiskt
hvussu nógv tað fer at hækka
ymsastaðni kring heimin.
Óvist er eisini hvussu verður
við ódnunum, ið plaga at herja
føroysku oyggjarnar um vetrar
nar. Veðurfrøðingurin væntar
fleiri lágtrýst, men sigur at
granskarar ikki eru heilt á einum
máli um hetta.
- Tað tykjast at fara at koma
fleiri lágtrýst í Norðuratlants
havinum og at hesi vera eitt
sindur meira ógvuslig enn
undanfarin ár. Men tað er
meira óvist viðvíkjandi hesum.
Tær tropisku ódnirnar verða
ikki fleiri í tali, men tær verða
ógvusligari, tí ta atmosferan
hitast upp verður meira orka
til staðar til ódnarveðrini at
mennast. Men tað er meira
ivasamt hvat fer at henda við
teimum sterku lágtrýstunum,
ið mennast í pólfrontinum. Men
mest sannlíkt kunna vit vænta
fleiri ógvuslig lágtrýst, sigur
John Cappelen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Tað tykjast at
fara at koma fleiri
lágtrýst í Norður
atlantshavinum
og at hesi vera
eitt sindur meira
ógvuslig enn
undanfarin ár.
Men tað er meira
óvist viðvíkjandi
hesum.