Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 18 PÆTUR HJALMAR EVENSSON - Eg angri einki yvirhøvur. Mann eigur ikki at verða dømdur fyri at vilja verja ósek smábørn. Tað eru nú góð tvey ár síðan, at Arnbjørn Fagraklett varð dømdur fyri ærumeiðing. Dóm­ urin kom í sambandi við ein face­ bookbólk, sum Arnbjørn Fagra­ klett stovnaði í 2016. Endamálið við bólkinum var at avdúka nøvn á pedofilum í Føroyum, men konseptið fór sum vera man yvir gevind, tá fólk byrjaðu at almannakunngera nøvn á per­ són­um, sum ikki vóru dømdir. Tað fekk avleiðingar fyri Arn­ bjørn Fagraklett, sum av tveim­ um persónum varð stevnd­ur fyri ærumeiðing. Í 2017 fekk hann ein dóm og eina bót upp á 100.000 krónur í endurgjaldi til teir báðar persónarnar, sum ongan­tíð vóru dømdir fyri pedo­ fili. - Feilurin var, at bólkurin bleiv opin, og so blivu nøvn sett inn, har illgrunin ikki var nóg væl dokumenteraður. Eg hevði stovn­að síðuna, og tí bleiv eg dømd­ur, sigur 52 ára gamli Arn­ bjørn Fagraklett. - Hevur kostað mær nógv Arnbjørn Fagraklett veit alt um, hvussu nógv kynsligur ágangur ávirk­ar eitt barn. Hann varð mis­brúktur allan sín barndóm og flýggjaði til Danmarkar sum 15 ára gamal undan áganginum. Hann flutti ikki aftur til Føroya fyrr enn í sínum vaksna lívi, og í dag býr hann aftur í Danmark. Persónligu upplivingarnar við kynsligum ágangi gera, at hetta er ein trupulleiki, sum stend­ur honum nær at hjarta at loysa. - Kynsligur ágangur hevur ógvu­liga stórar avleiðingar fyri eitt menniskjalív. Tað hevur kost­að mær so ótrúliga nógv í mín­um lívi, men eg havi roynt at kempað. Í dag eri eg komin víðari og havi ongan ampa av tí. Eg havi fingið góða hjálp frá KRIS, og kona mín hevur eisini hjálpt mær væl, fortelur Arn­ bjørn Fagraklett. Stóð fram og tók stig Arnbjørn Fagraklett hevur leingi verið troyttur av, at mann í al­ menna rúminum ikki tosar hart um kynsligan ágang. Tí valdi hann fyri góðum 10 árum síðani at traðka fram og deila sína søgu í miðlunum. - Eg vildi hava, at mann kundi tosa meira opið um hetta evnið. Tað metti eg vera eitt týdn­ ingar­mikið stig á leiðini fyri at av­marka kynsligan ágang, sigur hann. Men hetta var ikki nóg mikið fyri at koma kynsligum ágangi í Føroyum til lívs. Við hesum í huga valdi Arnbjørn í 2016 at taka heilt ítøkilig men hættisligt stig, sum ongantíð var sæð í Før­ oy­um fyrr. - Eg hugsaði, at eg mátti gera okkurt, sum veruliga kundi gera mun. Tí valdi eg at stovna face­ book­bólkin, har nøvn kundu al­mannakunngerast. Tað var eingin annar, sum tordi. Fleiri tosaðu um at stovna ein líknandi bólk, men eg hevði hoyrt nokk tos og vildi gera okkurt við tað, greið­ir Arnbjørn Fagraklett frá. - Angri einki Bólkurin fekk bein at ganga á, tí innan fyri heilt stutta tíð var limatalið heilt uppi á 1.500 lim­ um. Leisturin at kunngera nøvn á bæði dømdum og ódømdum skapti heitt kjak millum manna. Meðan summi meintu, tað var púra beint, meintu onnur, at tað var etiskt skeivt at heingja fólk út fyri nakað, sum tey møguliga ikki høvdu gjørt. Bólkurin varð stongdur aftaná tveir mánaðir. Hóast Arnbjørn varð dømdur fyri ærumeiðing, so fegnast hann hóast alt um tað, sum kom burturúr, ta tíð bólkurin var aktivur. - Eg angri tað yvirhøvur ikki. Tað varpaði nógv ljós á kynsligan ágang í Føroyum, og eg ivist ikki í, at fleiri pedofilar blivu bangnir aftaná hendan bólkin. Eg var og eri ikki áhugaður í at gera balladu, men vil bara hava, at fólk viðurkenna trupulleikan, sig­ur Arnbjørn og greiðir víðari frá. - Virksemið í bólkinum lat eisini eyguni upp hjá offr­um, sum enn náddu at melda sín krenk­ara áðrenn fyrn­ing­ar­ freist­ina. Eg havi tosað við fleiri, sum aftaná ringdu til mín og spurdu um ráð, hvussu tey skuldu fyrihalda seg, nú tey fóru at melda sín krenkara, sig­ ur Arnbjørn, sum eisini hev­ur hildið fleiri fyrilestrar um kyns­ ligan ágang og sítt gamla lív. - Lógin verjir krenkaran Arnbjørn Fagraklett heldur, at lóg­in í alt ov stóran mun verjir tey, ið misbrúka børn. - Tá brotsverk hava okkurt við pengar og svik at gera, verða nøvn­ini almannakunngjørd. Men tá talan er um menniskju og børn, so verður tað knappliga dult fyri tí, sigur hann. Arnbjørn Fagraklett sigur, at har mugu aðrir bollar í suppuna fyri at koma kynsligum ágangi til lívs. - Um mann verður dømdur, so skuldi navnið verið al­manna­ kunn­gjørt við mynd. Tað er tað einasta, sum skal til fyri at steðga kynsligum ágangi. Tað hevði í øllum førum avmarka tað, tí so høvdu krenkararnir ikki torað líka væl, sigur hann. Eitt alt ov stórt tabu Arnbjørn Fagraklett skilir ikki, hví kynsligur ágangur er eitt so stórt tabu. - Øll vistu av, at eg bleiv mis­brúkt­ur sum smádrongur, men eingin segði nakað. Tað fyrigekk í tí fjalda, og har var einki gjørt við tað, sigur hann og vísir á trupul­leikan við, at mann ikki tosar meira opið um hetta evnið. PERSÓNSSØGA: Arnbjørn Fagraklett Arnbjørn stovnaði umstríddan facebookbólk : - Eg mátti gera okkurt, sum veruliga kundi gera mun, og eg angri tað yvirhøvur ikki. Soleiðis sigur Arnbjørn Fagraklett, sum er maðurin aftan fyri ein nú niðurlagdan facebookbólk. Bólkurin hevði til endamáls at koma kynsligum ágangi í Føroyum til lívs við at almannakunngera nøvn - TAÐ VAR EINGIN ANNAR SUM TORDI