hósdagur 11. juli 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
19
- Tað er eitt so stórt tabu, at
mann heldur letur vera við at
tosa um tað fyri onkursvegna
at ansa eftir familjuni hjá pedo
filinum. Men trupulleikin hevur
einki at gera við børnini ella
konuna hjá pedofilinum, sjálvt
um sannleikin sjálvandi er illa
lýddur. Tað snýr seg um tann,
sum hevur gjørt brotsverkið,
og um hvussu synd tað er í offri
num, sigur Arbnbjørn og leggur
aftrat:
- Eg plagi at siga við fólk, sum
leggja lok á: “Hugsa nú, um tað
vóru tíni børn, sum vórðu mis
brúkt?”
Undirvísing og
sálarlig hjálp
Aftrat almannakunngjørdum
nøvnum heldur Arnbjørn Fagra
klett eisini, at onnur stig eru
neyðug at taka.
- Har skuldi komið meira
undirvísing í fólkaskúlanum
um kynsligan ágang. Har skuldi
blivið undirvíst í kroppinum, og
í hvat mann kann góðtaka í mun
til onnur fólk, sigur hann og vísir
á, hvussu mann skal handfara
krenkaran og offrið.
- Krenkarin skal fáa sálarliga
hjálp og alla ta hjálp, hann
annars kann fáa fyri at koma
út úr djevilskapinum. Enn
meira umráðandi er tað, at mann
tryggjar, at offrini fáa best
møguligu hjálpina. Landið eigur
at seta so nógvar pengar sum
gjørligt í at hjálpa offrunum,
sigur hann og samanber við við
gerðarstovnar.
- Viðgerarstovnar fyri rús
drekka- og evni fáa stóra játtan
frá landinum hvørt ár. Sam
stundis fáa felagsskapir sum
KRIS ikki serliga nógv í mun til
tær uppæddirnar.
Hugsar um at stovna
nýggjan flokk
Umframt at taka sakina í egnar
hendur vónaði Arnbjørn Fagra
klett, at facebookbólkurin vakti
politikararnar og fekk teir at
seta ítøkilig átøk í verk. Eitt av
hesum átøkunum er fyrningar
freistin, sum hann ikki ivast eina
løtu í, at eigur at avtakast.
- Har eigur ikki at vera ein
fyrningarfreist, tí hon verjir
krenkaran. Tað er líkamikið,
um tað eru 10, 20 ella 30 ár síðan
brotsverkið varð framt. Um
mann vil tað besta fyri børn
ini, so avtekur mann fyrningar
freistina, sigur hann.
- Um politikararnir ikki skjótt
byrja at seta drastig tiltøk í verk,
so ætli eg saman við øðrum at
stovna ein nýggjan flokk, sum
skal eita Barnaflokkurin.
PATURE@SOSIALURIN.FO