hósdagur 11. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
20
Fríggjadagin 12. juli fyllir Eivind
av Reyni í Havn 70 ár. Hann er
havnarmaður og millum manna
kendur sum stjóri í Reyni
Service.
Eivind vaks upp niðri í
Rættará, foreldrini vóru Jose
fina, f. Thomsen úr Skemmuni í
Porkeri, ella Fina, sum hon varð
nevnd, og Sigird av Reyni, ið var
ættaður av Ingutrøð í Havn.
Fina og Sigird fingu fimm
børn: Janus, Jóann, Christina
(1947-1986), Eivind og Anna.
Sigird fór longu í 1947 undir
at arbeiða upp á bilar og at
selja bilar, samstundis sum
hann hevði el-installatørvirki
í Rættará. Hann umboðaði eitt
nú ensku Morris bilarnar hjá
British Motor Company.
Eivind fór í læru sum bil
mekanikari hjá Frits Jensen,
sum hevði verkstað og bilasølu í
Gundadali. Eivind varð avlærdur
í 1969, og tá fór hann at arbeiða
saman við pápanum. Hann var
20 ára gamal, tá ið hann fór at
selja bilar. Eivind yvirtók eftir
pápan, sum arbeiddi saman við
honum og stuðlaði so leingi, sum
hann livdi. Í dag er tað sonurin
Sámal av Reyni, sum er stjóri í
Reyni Service.
Í 1978 flutti Reyni Service úr
Rættará og í nýggjan virkis
bygning í Hoyvík. Í sær sjálvum
var tað stórt fram brot, men
serliga stór gjørdust menningin
og vøksturin, eftir at Reyni
Service í 1980 fór at umboða
Toyota bilarnar.
Árið 2005 var hendingarríkt
hjá Eivindi og Reyni Service.
Árið fyri at undirsjóvar tunnilin
til Klaksvíkar varð tikin í nýtslu
í 2006, varð nýggja verkstaðið
og bilsølan við tunnilsmunnan
í Borðoyavík tikin í nýtslu, og
hetta sama árið keypti Eivind alt
bilvirksemið og verkstaðsbygn
ingin hjá P/F Meinhardt Arge við
Oyggjarvegin. Eftir yvirtøkuna
broytti Eivind navnið soleiðis,
at Auto Service, sum var gamla
navnið á fyritøkuni, kom aftur
til heiður og æru.
Eivindi giftist í 1975 við
Sigrun, f. Lamhauge, og ættað
úr Havn. Sigrun og Eivind vóru í
nógv ár felags um Reyni Service.
Børnini hjá teimum eru Leif,
Sigrid, Sámal og Christina.
Eivind av Reyni 70 ár
Sólborg
Dulavík 85 ár
Í morgin, leygardagin 13. juli,
verður Sólborg Dulavík á
Argjum 85 ár.
Fyri mong er Sólborg kend
fyri arbeiðið hennara sum leið
ari á Blákrossheiminum, har hon
var leiðari í 17 ár. Hon var við
frá byrjan og hevur lagt lunnar
undir diakonala virksemið hjá
Bláa Krossi. Ikki bara á sjálvum
viðgerðarstovninum, men eisini
við búfelagsskapum, eftir
viðgerðarbólkum, kafe v.m.
Tað er sagt um Sólborg, at tað
var við eldhuga, hon gjørdi sín
gerning á Blákrossheiminum.
Arbeiðstíðin var ikki gjørd upp
sum 8 til 4 arbeiði, men var av
sonnum eitt arbeiði gjørt av
kærleika og umsorgan fyri
teimum, sum líða vegna mis
nýtslu av rúsdrekka og øðrum
rúsandi evnum. Tí var tímatalið
ikki avgerandi fyri Sólborg, men
sakin, at hjálpa misnýtarum og
avvarandi teirra.
Sólborg er kvinna, sum hev
ur sínar meiningar. Hon torir
at siga sína meining og at
halda fast, eisini tá ið ástendur.
Uttan hendan eginleika, varð
Blákrossheimið neyvan veru
leiki fyri 35 árum síðani.
Hennara ágrýtni fyri at fáa
myndugleikar og onnur at síggja
tørvin og tað neyðuga í skipað
um viðgerðartilboði hava av
sonnum borið ávøkst.
Sólborg Dulavík hevur eisini
gjørt vart við seg á øðrum
økjum, eitt nú í sambandi við
partabrævasølu, har hon kendi
seg snýtta av Kauthing Banka
og Eik Banka og fór í rættin,
tá hennara pensjón fór upp í
royk í bankaspekulatión – ein
handil, sum hon hevði fingið
lyftið frá bankanum um skuldi
vera tryggur. Men hon misti alla
pensjónina.
Hon tordi eisini at siga sína
hjartans meining í sambandi
við rættindini hjá teimum
samkyndu og hevur greitt og
týðuliga talað at teimum – ikki
minst teimum politikarum – ið
hava nýtt halgubók at døma
hesi menniskju. Tað góðtok hon
ikki, tí sum hon sigur, hevut Gud
ikki hevur skapt tey samkyndu
við teimum eginleikum, sum tey
hava? Og tá hon minti tey at
finningarsomu á, at setningin í
Halgubók: » Døm ikki fyri at tú
sjálvur ikki skalt verða dømdur«.
Hjartaliga tillukku við 85 ára
degnum!
Kendi havnarmaðuin, Hans
Birgir Hansen, vanliga nevndur
»Bigge«, fylti 70 ár mikudagin.
– Hans Birgir Hansen hevur í
fleiri ár verið trúfastur fjeppari
og trummari til dystirnar hjá
AB. Hann er still going strong,
hóast árini nú eru vorðin sjeyti,
skrivar Argja Bóltfelag.
AB hevði eina hugnaløtu
saman við Bigga í AB-húsinum
í mikukvøldið, har allir
leikararnir á Betra-liðnum og
onnur komu á gátt at heiðra
Bigga á føðingardegnum.
– Vit í Argja Bóltfelag ynskja
Hans Birgir hjartaliga tillukku
við runda føðingardegnum!
Havnarmynd 70 ár
NØVN