hósdagur 11. juli 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
21
Í dag, fríggjadagin 12. juli,
verður Jon Hestoy 60 ár. Jon
eigur og er stjóri í størstu
prentsmiðjuni í landinum,
og hann er kendur sum
ein av fremstu føroysku
svimjarunum.
Jon er ættaður av Tvøroyri.
Mamman var Brigit fødd Thom
sen, og pápin var Jóannes, fødd
ur Petersen og ættaður av Hvíta
nesi á Tvøroyri. Hann var
abbasonur Hest Jóannes og
keypti sær Hestoy sum eftir
navn. Hann var bara 58 ára gam
alur, tá ið hann doyði í 1979.
Birgit og Jóannes fingu trý
børn: Ingrid (1949), Heini (1950)
og Jon (1959). Ingrid býr á Tvør
oyri, Heini býr í Marstal á Ærø,
og eftirnølarin, 60 ára føðingar
dagsbarnið, býr á Argjum.
Barnaheimið var úti við Síl
ánna á Tvøroyri, har spæliplássið
var úr fjøruni og á fjørðinum og
upp á tindarnar. Frá 1965 og í trý
ár búði Jon saman við foreldru
num í Sydprøven, sunnan fyri
Nanortalik í Suðurgrønlandi.
Hann gekk hann í 1. flokki og
helvtina av 2. flokki. Á Tvøroyri
vóru millum lærararnar Karl
Hansen, Jóhannes Enni og Ási
Jacobsen.
Í 1976 flutti Jon til Århus, har
hann fór í prentaralæru á Linde
Tryk. Hann varð avlærdur í 1980,
og eftir at hava verið eitt ár í
USA og eftir aftur at hava arbeitt
sum sveinur á læruplássinum,
flutti Jon í 1983 til Føroya, har
hann gjørdist umbrótari á Sosi
alinum.
Á heysti í 1984 flutti Jon til
Tvøroyrar, har hann á Tanganum
fór undir Hestprent, ið var lítil
prentsmiðja, sum eisini hevði
sats, og sum gav út lokalblaðið
Suðuroyartíðindi.
Jon er framtakshugaður og
arbeiðssamur, og hann hevur
havt gott hegni at fáast við við
skiftafólkini. Hann var millum
tey fyrstu, sum sá møguleikarnar
í digitalu kollveltingini av tí, sum
hann hevði lært til og arbeiddi
við.
2. januar í 1987 flutti Hestprent
til Havnar. Fyrst helt Jon til í
Heygskróki – í kjallaranum hjá
trímenninginum Theodori Pet
ersen. Í 1988 varð flutt á Suðurrás,
í 1997 niðan í Dvørgastíg, har tey
fóru at prenta í 1999 og fingu
bókbindarí í 2001. Í 2004 fusion
eraðu arkprentsmiðjan hjá
Dimmalætting og Hestprent í
Føroyaprent, og hevur Jon sam
an við øðrum seinni keypt partin
hjá Dimmalætting eisini.
Í síni tíð var tað Jon Hestoy,
sum framdi størstu føroysku
ítróttarligu brøgdini. Mamman
var svimjilærari á Tvøroyri frá
1964. Yngsti sonurin var altíð
saman við henni og lærdi tískil
tíðliga at svimja. Umframt í
svimjihylinum svumu hann og
vinmenninir á mølini við Síl
ánna.
Fyrstu ferð Jon luttók í kapp
svimjing var á Jóansøku í 1969, tá
ið tvøradreingir svumu fram við
nýggju kai.
Eftir at Arge feðgarnir í au
gust 1972 høvdu sagt frá OL
leikunum í München, har amer
ikanski svimjarin Mark Spitz
skaraði framúr, fekk føroyska
svimjingin eitt uppsving. Undir
leiðslu av Ása Jacobsen og
Mannbjørn Mortensen fóru
tvøradreingir undir miðvísa
venjing.
Jon vísti seg at hava gott
hegni, honum dámdi ógvuliga
væl at venja, hann treivst í tøtt
um kappingum, og Jon vann
fyrsta FM í Havn í september
1974.
Serliga minnisríkar eru kapp
ingarnar í Klaksvík í 1975. Á
Norðoyastevnu rindaðu 530 fyri
at fáa høvi at síggja Jon og hinar
garparnar kappsvimja. Tað var
ikki so undarligt, tí stutt framm
anundan hevði Jon vunnið sera
tættar og dramatiskar kappingar
í fríari svimjing. Fyrst í unglinga
bólkinum ímóti lokala Høgna
Mikkelsen og síðani ímóti Hera
Lava Olsen, sum tá í fleiri ár
hevði verið roknaður at vera
tann stinnasti í hesi greinini.
Jon plagar onkuntíð at taka til,
at sigurin á Hera kendist sum
tann størsti, ið hann nakrantíð
hevur vunnið!
Eitt tað fyrsta, sum Jon gjørdi,
tá ið hann í 1976 var búsettur í
Århus, var at melda seg inn í
AGF, ið var millum størstu
donsku svimjifeløgini. Kendi
norski Hallbjørn Stenhaug var
venjari, og millum svimjararnar
var Susanne Nielsson, sum í
sjeyti og áttati árunum var
fremsti kvinnuligi svimjarin í
Danmark.
Úrslitini hjá Jon boða frá, at
tað gekk væl. Í tíðarskeiðnum
1979-1983 vann hann 7 DM, og
hann setti átta donsk met.
Greinarnar vóru 200 metra
firvald, 400 metra blandað og
1500 metra frí. Danska landsliðið
hevði boð eftir Jon, sum
umboðaði Danmark inntil 1982,
tá ið Føroyar rukku altjóða
svimjilima¬ skapi. Tá valdi Jon
at umboða føði¬ landið.
Sverri Midjord fylgdi væl við,
hvussu tað hilnaðist hjá bygdar
manninum, og tað var Sverri,
sum fekk fíggjarligt grundarlag
til vega, so Jon í 1980 fekk høvi í
eitt ár at royna seg sum svimjari
í Mission Viejo í Calefornia, har
Mark Schubert var venjari.
Sam¬ bandið og umstøðurnar
vóru ikki tá, sum tær nú eru tað.
Jon umboðaði Føroyar í HM í
Equador í 1982. Hann setti før
oysk met í 200 metra firvald og
400 metra blandað, men tað
rakk ikki til heiðursmerkir. At
venjingarstøðan var góð sást, tá
ið Jon í 1981 var komin aftur til
Danmarkar og í DM vann tríggj
ar gullmedaljur og setti trý
donsk met. Á hvítusunnu í 1984
fann hann upp á at seta svimj
imet í eitt samdøgur. Hann svam
89.174 metrar í Gellerup badet, og
tað varð skrásett sum Guiness
met.
Eftir at Jon var komin aftur
til Føroya, gjørdist hann nevnd
arlimur í Svimjisambandinum.
Hann var formaður í eitt hálvt ár
1984¬85. 1988¬96 var hann aftur
formaður, og í 2008 fór hann
undir triðja tørnið sum bossur
fyri føroyskari svimjing.
Jon er giftur Susann fødd
Hofgaard og ættað úr Havn.
Børnini hjá teimum eru Dánjal
(1990), Bartal (1992) og Sissal
(1993). Jon eigur eisini Jóannes,
sum er føddur í 1985.
Jon hevur arbeitt nógv, og tað
hava ikki verið stundir til nógv
annað frítíðarítriv enn svimjing
ina. Hann hevur hús og jørð á
Trøðni í Leynum, har hann
spennir frá saman við familjuni,
tá ið hann ikki er upptikin av
Føroyaprent og svimjing – og
sum eitt tað nýggjast, so er Jon
Hestoy eisini vorðin stjóri á P/F
Prentmiðstøðini, sum Sosialurin
og P/F Tjaldur eiga. Frá í vár at
rokna er tað Jon, sum stendur
fyri rakstrinum av einastu
blaðprentsmiðju, sum er í
Føroyum.
Jon Hestoy seksti í dag
Umftamt at vera stjóri í egnum virki, Føroyaprent, so hevur Jon
Hestoy tikið fleirit øk fyri Havnar Svimjifelag, Svimjisamband
Føroyar, er dómari í kappingum uttanlands, er varaforseti
í ÍSF – og sum tað síðsta er hann eisini vorðin stjóri á P/F
Prentmiðstøðini, sum prentar tey føroysku bløðini
Móttøka fyri Jon Hestoy á bryggjuni á Tvøroyri. Borgarstjórin Sverre Midjord var errin av
unga tvøramanninum, sum klárði seg so væl í svimjing í Danmark í sjeytiárunum