Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019 SOSIALURIN 79 23 BRANDUR SANDOY VALEVNI FOLKAFLOKSINS Skilaleysa skerjingin seinastu árini, har man framm eftir fumm­um yvir ein kamb hevur máað meiri og meiri burtur av fiski­dagatalinum, kemur nú aftur um brekku. Snellufiskiskapur og útróður sum heild við bátum undir 15 tons avmarkar seg sjálvt, tí veður og streymur avmarkar roynd­ina við hesum smáu før­um sera nógv. Líka so knappliga sum fisk­ ur­in kom aftur hesuferð, líka so knapp­liga kann hann fara aftur av grunnunum. Tí ræður um at fiska meðan fiskur er. Tað er ikki við fiski sum at fara til handils, har altíð nokk er av ymsu vørunum at fáa. Fiskur hevur stert, og flytir seg hagar føð­in er. Fiskurin kemur og ferð, og tað er ein rættulig fragd fyri eygað í hesum døgum at síggja menn koma aftur at landi við nógvum fiski. Ikki bara er summar­fiski­ skap­ur­in hjá tilkomnum monn­ um eitt eyka íkast til húsar­ haldið. Hetta heldur eisini lív í havnaløgum, skapar trivnað millum menn og kanska eisini eitt sindur av kapping. Nú árið er hálvrunnið endar hetta við at øll før verða løgd, og helst eisini skjótt teir sum reka út­róður burturav í bólki A. Hetta má ein loysn finnast uppá. Trupulleikin er tann, at meðan ongin fiskur hevur verið til, hevur man avmarkað dagar­ nar alt alt ov nógv. Tí koma vit í Fólkaflokkinum beina­vegin valið hevur verið, at leggja uppskot fyri Tingið um at fáa stillað dagatalið soleiðis at gjør­ligt verður at fiska, meðan fiskur er á grunninum.  Hetta gera vit um landsstýrið, sum stríðist sítt stríð við at halda frí, ikki tekur sær um reiggj beinavegin. Snellan oyðir ongan fisk GERHARD LOGNBERG VALEVNI SAMBANDSFLOKKURIN Tað er undarligt, at hyggja oman á keiina og síggja bát­ar­ nar ligga fyri teymi. Eg haldi meg minnast, at hetta sama hendi umleið 2004, at dagarnir vóru uppi, men tað kom skjótt aftur í lag. Tað er eingin meining í, at hesir bátar, í bólki 5, skulu straff­ast. Latið hendan bólkin fiska frítt, tí hesir hava so stórar av­ mark­ingar. Vetrarhálvuna eru hesir sera lítið í drift. Harður streymur er eitt, sum nátúrliga av­markar, og veðrið sum heild. Fái tingið saman sum skjótast og áseti hesum bólki dag­ar. Síðan lóggeva soleiðis, at hesin bólkur fiskar frítt. Hetta málið um, at lata útróðrarbátar fiska frítt, hevur verið so nógv frammi í tinginum, tí haldi eg, at hetta er eitt mál, sum fer ígjøgnum sum einki, um fólk hava meint tað, tey hava sagt. Við kvøðu KRISTIANNA WINTHER POULSEN, VALEVNI JAVNAÐARFLOKSINS TIL LØGTINGSVALIÐ 2019 Fyri flestu okkara er tað at lesa ein natúrligur partur av gerandis­degnum. Vit lesa bløð, bøkur, vegaskelti og mangt annað, og vit samskifta skrivliga á neti­num uttan trupulleikar. Les­ingin fellur teimum flestu líka so lætt sum at draga andan. Men ein partur av okkum, og helst fleiri, enn vit høvdu roknað við, hava trupulleikar við lesing og skriving og stríðast við orðblindni. Rakar ymiskt Tøl aðrastaðni siga, at millum 2 og 7 prosent av fólkinum stríð­ast við orðblindni. Hetta merk­ir, at millum góð 1.000 og 3.600 fólk í Føroyum hava hend­an trupulleika. Orðblindni rakar ymiskt frá menniskja til menniskja og merkir í stuttum, at tú hevur torført við at lesa, skriva og við at skilja tað, sum tú lesur. Tað er sera týdningarmikið, at vit megna at lofta menniskjum við orðblindni nóg tíðliga og á rættan hátt. Hetta krevur rað­ fest­ing, rættar førleikar og økta upp­lýsing um trupulleikarnar at liva við orðblindni og um møgu­ leikar fyri hjálp. Ikki longur sibbar Seinastu árini hava eldsálir, ofta foreldur at børnum við orð­ blindni og onnur avvarðandi, ótroytti­liga arbeitt fyri at betra um um­støðurnar hjá børnum og vaksnum við orðblindni. Eisini eru útbúnir orðblindalærarar, so at før­leikarnir at finna børn við orð­blindni so tíðliga sum gjørligt eru til staðar. Og tøkniliga eru nú nógvir møguleikar at ogna sær vitan á annan hátt enn við at lesa, eitt nú við at hoyra lisn­ an tekst. Eisini tí er tað so um­ ráð­andi, at okkara mál verður tal­gildað. Fyri fáum áratíggjum síða­ni vóru børn og vaksin við orð­ blindni ofta kveistrað burt­ur sum hálvbýtt, bæði í skúla­num, á arbeiðsplássum og í sam­ felag­num annars. Hetta líkist sjálv­andi ongum, og vónandi er hendan tíðin langt síðani farin. Men tíverri eru framvegis børn, sum ganga alt ov nógv ár í skúla, áðrenn tey fáa røttu hjálp­ ina. Hetta skal broytast, og vit skulu gera alt tað, vit eru ment fyri, at børn við orðblindni fáa góða og rætta hjálp so tíðliga sum yvirhøvur gjørligt. Møguleikar við tøkni Í dag finnast nógv ymisk hjálpar­ tól til okkara borgarar við orð­ blind­ni, og bæði í fólkaskúla og á miðnámi eru fólk, sum hava til upp­gávu at veita børnum og ungum við orðblindni røttu hjálpina. Eitt ítøkiligt dømi um eina tøkni­liga loysn fyri fólk við orð­blindni er at seta eina qr- kotu á atkvøðuseðilin, tá ið fólk skulu velja. Hetta hevði gjørt tað lættari at seta krossin uttan at noyðast at stúra fyri møgu­ligum misskiljingum av teim­um mongu nøvnunum á atkvøðuseðlinum, sum fyri fólk við orðblindni kann vera ein vavst­ur av óskiljandi teknum. Orðblindni rakar nógv menniskju og hevur álvarsligar av­leiðingar, um hesin trupulleiki ikki verður rætt handfarin. Eg vil arbeiða fyri betri umstøðum fyri yngri og eldri við orðblindni, um eg fái møguleikan. Orðblindni fyri C – hjálp so skjótt sum yvirhøvur gjørligt Latið bátarnar fiska frítt DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar KJAK: