hósdagur 11. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
24
Óli Jacobsen
NEPTUN KONGUR
KEMUR UMBORÐ
Ferðin var drúgv til veiðileiðirnar, og tá ið farið var um
Ekvator, var hetta ein stórhending við linjudópi
Hvalaveiðan í Suðuratlantshavinum:
3. partur
T
að kann ikki sigast annað enn
at henda hvalaveiðuferðin
hjá føroyingum var minnilig,
ikki minst, tá ið farið varð um
Ekvator. Hesum greiðir Mikkjal Gulklett
eisini frá:
Linjudópurin
Sunnudagin 17. november var allarbesta
veður. Tað trongdi til, tí seinnapartin
skuldu vit sigla tvørtur um Ekvator.
Tað vóru 128 fólk umborð, sum ikki
fyrr høvdu siglt um linjuna. Tað varð
nógv gjørt burtur úr. Kl. 2 kom Kong
Neptun umborð. Hann sá gott út við
krúnu á høvdinum við trýtindaðari
hvísl í hondini. Skeggið rakk niður á
øklar. Hann var fylgdur av havfrúgvum
og havmonnum og hartil vóru tríggir
politistar. Teir skuldu taka sær av teim
um, sum ikki vildu vera doypt góðvilliga.
Skiparin var og tók ímóti Neptu, fylgdi
honum so fram á dekkið og hjálpti
honum upp á trúnuna. Neptun helt
so eina talu fyri teimum, sum doypast
skuldu. Tá ið talan var liðug, byrjaði
dópurin. Trý konufólk vóru við sum
ferðafólk, tey vóru fyrst doypt. Áðrenn
tær vóru doyptar, vórðu tær smurdar
við eini blanding av olju og sápu. So
tók apotekarin og rakaði teimum við
einum stórum brævknívi. Síðani vóru
tær blakaðar upp í eitt stórt kar fult av
vatni, og harí vóru tær doyptar. Aftaná
konufólkini vóru mannfólkini doypt á
sama máta fýra og fimm í senn. Tá ið
doypingin var liðug, fingu øll tey doyptu
dópsattest við tí nýggja navninum á.
Hetta var óføra stuttligt at síggja. Tað var
dúgliga fotograferað, meðan doypingin
stóð uppá.
Geologurin hevði sett eina línu út
av reyvini á skipinum fyri at vita, um
hann kundi fáa nakað fiskaskapilsi á.
Línan var av klønum jarntráði. Kl. 11 fyri
middag kom ein tunur á línuna. Hann
vá 28 kg.
18. november. Kl. 3 í morgun sigldu vit
um linjuna. Ein hvalabátur sigldi tætt
fram við okkum í dag. Har var dópur
umborð hjá teimum, tað sóu vit. Um
kvøldið var ymiskur sportur á dekkinum.
Kapprenning og at hoppa í posa. Tað var
stuttligt at síggja.
Aftur gerandisdagur
19. november varð arbeitt á dekkinum -
serliga við sverar manillatrossar at hava
klárar at binda hvalabátar við, tá ið teir
komu á borði at fáa sær vatn og olju og
aðra útgerð. Tað frættist í dag, at hinir
tríggir hvalabátarnir vóru komnir til
Dakar høvuðsstaðin í Senegal.
20. november kl. 8 um morgunin
komu hvalabátarnir, sum fylgdust við
okkum, á borði at fáa sær vatn og olju
og alla ta útgerð, sum tørvar, fyri at teir
kundu byrja at skjóta hval. Maskinan var
steðgað, og so komu teir "Am 5", "Am
1", og síðst "Am 2", sum vóru nøvnini á
hvalabátunum.
Teir vóru ikki lidnir fyrr enn kl. 7,30
um kvøldið. Tá var aftur farið at sigla
víðari. Meðan skipið lá stilt, var fult
av haium (hávum) rundan um skipið.
Hollendarar royndu at fiska teir. Teir
fingu sjey.
21. november varð ymiskt arbeiði
gjørt á dekkinum. Til dømis spleysan
av ymiskum veirum og at gera ketur til
at binda um stertin á hvalinum, tá hann
blívur hálaður upp á dekkið.
Herlon skrivaði í síni dagbók: Eg hevði
føðingardag, roykti cigar.
22. november var ð dekkið ruddað
fyri eplakassar og aðra útgerð, sum lá á
dekkinum.
23. november. Kl. 4 var boksikampur
á dekkinum millum ein hollendara og
Johan við Stein, Tórshavn. Johan var
við yvirlutan. Síðan var togtogan mill
um tvey hold av føroyingum uppá 4
mans hvørt móti hollendarum. Bæði tey
føroysku holdini vunnu. Johan fekk eina
barbermaskinu í premiu. Hini bæði hold
ini fingu 50 sigarettir pr. mann.
Sunnudagin 24. november var alt
kvirt og friðarligt umborð. Um náttina
var skipið vent aftur til ein hvalabát,
sum lá við motorskaða. Hann var tikin
upp á sleip, og so helt ferðin fram.
25. november var mesta arbeiði at
rekja upp gamalt manilla til at beklæða
veirarnar við, so teir ikki skuldu skam
fílast. Skipið siglir níggju míl við einum
hvalabáti upp á sleip. Veðrið er gott,
men tað er kaldari nú, so nú fer eingin
at sólbrennast meira.
26. november. Á middegi var báturin
sleptur leysur, sum vit hava sleipað.
Hann var í ordan og vísti seg at ganga
væl.
27. november var sama arbeiði gjørt
á dekkinum sum vanligt. Tað var mest
spleisan av veiri, ruddan av dekkinum
og annað.
29. november. Tað vísir seg soleiðis,
sum vindurin altíð er vaksandi móti
kvøldið, men hann dettur burtur aftur
móti morgni, og um dagarnar er altíð
gott veður.
30. november var arbeitt til kl. 1 um
dagin. Tá eru hollendararnir vanir at
hava “weekend”, og tað er tað sama her
umborð. Vit sóu ljósbíløt í kvøld, tey
vóru góð.
Sunnudagin 1. desember var veðrið
av tí allarbesta. Ein hvalabátur fekk
maskinskaða, men tað var skjótt, teir
fingu hann í ordan aftur.
Eitt samfelag á havinum
Hvalakókaríið Villem Barensz var ein
risa fyritøka, nærmast ein flótandi býur.
Undir arbeiðsdekkinum var umframt
maskinrúmið ein stóra verksmiðja at
tilvirka veidda hvalin.
Umframt matgerð var eisini bakarí,
klippistova, fleiri kanningarstovur,
eitt sjúkrahús, mannað við lækna og
sjúkrarøktara. Eisini var stórur handil
umborð.
Hannis legði merki til, hvussu nógv
hollendararnir keyptu inn undir seg av
klæðum. Tað høvdu teir eisini grund til,
tí teir vóru nógvir, sum ikki áttu uppá
kroppin, tá teir fóru úr Hollandi.
Eisini var eitt blað við journalisti og
myndatakara. Umframt at skriva til
blaðið, góvu teir seinni út eina bók um
alla hesa ferðina. Blaðið kom út reglu
liga og var skrivað á hollendskum. Men
vanliga var eisini ein partur av blað
num skrivaður á norskum, kallað Det
norske Hjørne, so norðmenn og føroy
ingar kundu fylgja við, hvat ið hendi
úti í heimi. Her var eisini skrivað um
leyst og fast, hvat ið hendi í samband
við hvalaveiðuna. Tíðindini uttan frá
komu frá fjarritaranum. Tað varð eisini
hugsað um tað andaliga, tí var eisini ein
hollendskur prestur við.
Siðsøga
Nakrir av manningini. V.f. Jóhannes Danielsen, Havn, Martin Hentze, Sandur,
Bjarki Skaale, Havn, Torbjørn Joensen, Havn og Thomas Pauli Thomsen, Nólsoy