hósdagur 11. juli 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
25
Komandi partur
Nú er rættilig
gongd komin á
hvalaveiðuna
Sum fyrr nevnt vóru eisini tvey vatn
flogfør við. Veingirnir kundu leggjast
saman, so tá fyltu teir ikki so nógv. Flog
førini skuldu nýtast til at leita eftir hvali,
og skuldu so vegleiða hvalabátarnar um,
hvar teir skuldu leita. Flogførini vóru tí
skil mannað bæði við flogskiparum og
eygleiðarum. Við á ferðini var eisini ein
veðurfrøðingur.
Skipið var annars 155 metur til
longdar, næstan líka langt sum Norrøna.
Koma til Cape Town
2. desember. Kl. 9,30 løgdu teir til kai í
Cape Town. Ein tíma aftaná komu bát
arnir inn, sum høvdu fylgst við teimum.
Teir tveir, sum høvdu verið í Afrika, lógu
og bíðaðu. Tað var farið í holt við at fáa
teimum útgerðina umborð beinan vegin.
Teir vóru so gott sum lidnir, tá arbeiðis
tímin var úti. Allir menn fingu pening
og loyvi at fara í land í dag.
3. desember varð arbeitt við hvala
bátarnar allan dagin. Tað var lítið gjørt,
tí partur av fólkinum gekk og mól í landi.
4. og 5. desember var eisini arbeitt við
hvalabátarnar. Í dag var alt fólkið aftur
í arbeiði. Kl. 5 fóru tríggir bátar avstað
at byrja skjótingina av hvali.
6. desember var arbeitt við at gera
meira til av útgerð til hvalabátarnar.
Kl. 1,30 fóru Mikkjal og tveir aðrir før
oyingar í land at gera ørindir. Teir fingu
landgangspass frá stýrimanninum.
Ein svenskari, sum var smiður, varð
avkoyrdur fyri drekkarí. Nakrir nýggir
menn komu umborð her í Cape Town.
Vanlukka við flogfari
Tann 7. desember varð arbeitt allan dagin
líka til kl. 5½ fyri at rudda dekkið so alt
skuldi vera klárt, um onkur hvalabátur
skuldi komið inn við hvali. Bæði flog
førini høvdu verið úti til royndir. Tá ið
tey settu seg á sjógvin, kantraði annað
flogfarið á og fór til botns. Manningin
var bjargað, men ein maður doyði aftaná
á hospitalinum í Cape Town. Tveir liggja
skaddir á hospitalinum. Flogfarið varð
tikið upp og sleipað inn til lands at gera
í stand aftur.
Savnað var inn nakað av peningi til
ein krans til tann deyða flogskiparan.
Hann kallaðist Leendert Kuiper. Kl. 8
tann 8. desember var farið avstað til
Suðuríshavið. Ein hvalabátur fylgist
við okkum.
Á kós í Suðuríshavið
9. december var arbeitt allan dagin við at
gera greiðir á dekkinum og dekkið sjálvt
í stand til at taka móti hvali.
10. december var arbeitt við at gera
dekkið í stand og at rudda upp í lastini.
Veðrið var vánaligt. Nógvur vindur og
stór alda.
Her eru dúgvur at síggja, hava eisini
sæð ein albatrossur, havhestar og eina
pingvin.
11. december. Veðrið er versnað. Tað
er eisini kalt.
Alt varð surraðu, íð leyst var. Vit fingu
ávísir og sóu film um kvøldið.
12. december kl. 8 varð vakt sett. Alt
fólkið varð skift í tvær vaktir. Onnur
vaktin skuldi arbeiða um dagin, 12 tímar,
og hin vaktin um náttina eisini 12 tímar.
Í dag var gott veður.
13. december var arbeitt allan dagin
við at gera dekstólini til og at beklæða
leytarar við gomlum manilla fyri ikki at
glíða, tá tey blivu útkloymd av lýsi. Í dag
var gott veður men heldur kaldligt.
14. december. Um kvøldið fekk hvala
báturin, sum fylgdist við okkum, motor
skaða, og so var lagt stilt at bíða, meðan
teir gjørdu hann í ordan aftur.
15. december, sunnudagin, var gott
veður. Kl. 5 um morgunin var maskinan
í ordan aftur á hvalabátinum, og so varð
aftur farið at sigla. Í gjárkvøldið og í dag
hava allir latið jóla- og nýttárstelegramm
inn til telegrafistin, fyri at hann kundi
senda tey til Føroyar tíðliga nokk til høg
tíðina. Seinnapartin sóust nógv ísstykkir
á vegnum hjá skipinum. Hvalabáturin
royndi eftir hvali í dag, men tað bar ikki
til at fáa nakran.
16. december byrjaðu vit sum vanligt
at arbeiða kl. 8 um morgunin. Arbeiðið
var mest at taða gamalt manilla upp til
at beklæða við fyri skamfíl og at spleysa
nakrar veirar. Kl. 12 var 12 tíma vakt sett.
Vit tóku fyrstu dagvakt, náttarvaktin
fekk frívakt. Kl. 8 um kvøldið var dag
vaktin liðug. Tá loysti náttarvaktin av,
teir skuldu vera uppi til kl. 8 morgunin
eftir, tá áttu vit at loysa av aftur. Tað var
ógvuliga kalt, og tað kavaði.
Fyrsti hvalurin skotin
17. december var meiri smáligt við arbeiði
á dekkinum. Kl. 7,30 kom "Am 5" á borðið
við einum finnhvali. Hann var heldur
lítil. Kl. 8,30 var hann komin á dekkið, og
tað var beinan vegin farið í holt við at
skera hann upp. Skiparin skonkti snaps
til hvønn mann, eftir sum tað var fyrsti
hvalur, sum var komin á dekkið.
18. december. Kl. 2 kom "Am 2" á borðið
við einum bláhvali. Teir tóku olju og vatn,
og brúktu hvalir sum fríholt millum skip
ið og hvalin. Tá ið teir vóru lidnir, tóku
teir hvalin inn og fóru at skera hann
sundur. Áðrenn teir vóru lidnir kom "Am
4" á borði við einum bláhvali, og eina løtu
aftaná kom "Am. 3" við einum finnhvali.
Kl. 8 fingu vit frívakt. Náttarvaktin hevur
longu nú fýra hvalir at stríðast við, so teir
fáa nokk av arbeiði.
19. december. Dekkið lá fult av hvali,
tá ið vaktin kom til arbeiðis. Á aftur
dekkinum var so lítið at gera, at um vit
skuldu halda varman, máttu vit fram á
fordekkið at arbeiða uppá tvøstið.
Ein hósvíkingur var krøktur í lærið so
mikið illa, at doktarin mátti skera sárið
upp fyri at fáa reinsa tað. Tað vísir seg
at vera væl av hvali nú, men arbeiðið
gongur spakuliga, tí ketlarnir kókaðu
so illa at byrja við.
20. december. Alt strandar upp á
ketlarnar. Teir eru nýggir og mugu
hava eina tíð at kóka, áðrenn full kraft
kann setast á teir. Í morgun skrædnaði
ein veirur úr spikinum, meðan teir
flensaðu. Spikstykkið reiv flensarin
umkoll, og hann misti knívin soleiðis,
at ein svenskari var skorin í hálsin.
Tað bløddi nakað illa, men hann var
ikki illani skorið. Seinnapartin datt
ein ungur hollendari í ketilin. Hann
meinslaðist nakað í høvdið og í hondina.
"Am 5" hevur nú ligið hjá skipinum í tveir
dagar við maskinskaða og við hvali upp
á síðuna til fríholt.
Linjudópurin hjá teimum, sum fóru um Ekvator fyrstu ferð. Á
manningarmyndini i seinasta partinum mangla tveir menn. Teir
eru Elias Dam og Henning Johansen úr Sandavági. Tað hevði verið
áhugavert at frætt, um nakar av øllum hesum monnum eru á lívi
Onnur mynd frá dópinum
Modell av Willem Barendsz, sum var eitt sjálvstøðugt samfelag
Ein av hvalabátunum, Johanna W Vinke, sum Marius
Kamban var við. Hann stendur frammi í gron