hósdagur 11. juli 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
30
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL – GIBRALTAR
T
á ið Vikuskiftissosial
urin fer til prentingar
er næstseinasti dagur
á oyggjaleikunum 2019
hálvrunnin. Tær fyrstu grein
arnar hava gjørt seg lidnar,
meðan aðrar enn jagstra bæði
heiðursmerki og annan heiður.
Føroysku svimjararnir eru í
øllum 12 finalum hósdagin, og
áðrenn blaðið fer til prentingar
er bert at gita hvussu ovurstórt
heiðursmerkjatalið fer at verða.
Longu nú hava Føroyar fingið 22
heiðursmerki í svimjing – 12 úr
gulli, tvey úr silvuri og átta úr
bronsu.
Svimjararnir úr hinum tjóð
unum munnu kanska ræðast tá
ið Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
ger seg til reiðar at fara í hylin,
men eru eisini hugtikin av
framúr avrikinum hjá føroysku
gullgentuni, ið hevur svomið
seg til fimm gullmerki og trý
bronsumerki higartil.
Kurvabóltsleikararnir
fegnast um fyrsta sigurin
Meðan aðrar greinar, sum eitt
nú svimjing, hava verið fagnaðar
fyri sínar mongu sigrar, hava
føroysku kurvabóltsleikararnir
jagstrað sítt egna úrslit. Hetta
er triðju ferð at Føroyar luttaka
í kurvabólti á oyggjaleikum og
áðrenn fimta og seinasta dystin
á Gibraltar høvdu Føroyar
ongantíð roynt at vunnið ein
landsdyst.
Men stóra altjóða ítrottar
greinin hevur ment seg í Før
oyum, og bæði sunnudagin
ímóti Jersey og mikudagin
ímóti Wight-oynni var sigurin
á føroyskum hondum áðrenn
seinastu løturnar. Í báðum
førum mundi tað tykjast sum
føroyingarnir ikki vóru nóg
vanir at avgera dystin, men hes
um vóru eingir truppuleikar av
hósdagin ímóti Álandi.
Áland var mett sum væl
veikasta liðið í kappingini, og
tað var eisini sjón fyri søgn, tá
ið Føroyar settu seg á dystin frá
fyrsta bríksli. Allir føroyingarnir
sluppu at royna seg, og bæði teir
royndu og teir heilt ungu sluppu
at kenna hvussu tað er at vinna
ein landsdyst.
Dysturin endaði 76-35 til Før
oyar og føroysku venjararnir og
leikararnir vóru bæði fegnir og
eitt sindur lættaðir um at hava
vunnið fyrsta landsdystin. Hetta
er ein varði á ferðini at menna
føroyskan kurvabólt tók royndi
leikarin, Magnus Jakobsen
og venjarin, John
Norðbúð Thomsen, til.
At kunna royna seg á
oyggjaleikum ímóti
øðrum tjóðum geva
royndir, ið eru so stórar
at tær ikki kunnu vigast,
sigur venjarin.
Tað er einki at ivast í, at
Kurvabóltsføroyar fara at
minnast hesar oyggjaleikir
við stórari gleði og sum ein
varða í søguni tá ið Føroyar
endaðu sum nummar tíggju av
11 tjóðum á Gibraltar í 2019.
Judoføroyar tóku av
møguleikanum við
heiðursmerkjum
Judo er alt ov ofta við sviðusoð
á oyggjaleikunum. Tignarliga
stríðsítrottargreinin verður
ofta frávald til oyggjaleikirnar
til fyrimun fyri aðrar greinar.
Í ár verður kappast í judo á
oyggjaleikum fyri fyrstu ferð í
tíggju ár, og nógv bendir á, at
tað kunnu gang eins nógv ár til
næstu ferð.
So tað snúði seg hjá judokun
um úr Føroyum um at taka av
á Gibraltar, og so varð sanniliga
tikið av.
Fimm gull, tvey silvur og
sjey bronsumerkini taka før
oysku stríðsfólkini við heim av
Gibraltar.
Tað
eru
væl
bestu heiðursmerkjaúrslitini
av øllum.
Og heiðursmerkini í judo
eru komin tvørtur um aldur
og kyn. Superveteranurin og
judolegendan, Búgvi Poulsen,
vann vektbólkin undir 81 kilo
umframt at hann vann av
gerandi dystin í liðkappingini,
tá ið Føroyar fingu sítt fimta og
seinasta gullmerki hesaferð.
Í liðkappingini hevði 19-ára
gamli Bárður Hentze Lenvig
frammanundan vunnið sín
dyst eins og hann vann gull í
einstaklingakappingini undir
66 kilo.
Harafturat komu tvær
k v i n n u r
eisini á heiðurs
merkjaskammulin. Sanna
Nolsøe Djurhuus vann silvur
í bólkinum undir 78 kilo,
meðan Maiken Eivinnsdóttir
Bringsberg vann sær bronsu
í bólkinum undir 52 kilo og
Silja Johannesen eisini vann
sær bronsu fyri kvinnur
undir 63 kilo. Fjórða føroyska
judokvinnan, Hansa Tor
gerð Ellingsgaard vann seg
ikki burtur úr innleiðandi
dystunum, men saman við
hinum trimum umboðaði hon
føroyskt kvinnujudo, og tað
sigur formaðurin í føroyska
judosambandinum,
Judo
Føroyar, seg verða sera glaðan
ÍTRÓTTUR
Oyggjaleikir:
GULL OG ANNAR
HEIÐUR - ALLAR
GREINAR FÁA
OKKURT BURTURÚR
Oyggjaleikirnir eru farnir inn í seinasta skeiðið.
Næsta samdøgrið verða seinastu heiðrarnir
latnir, og nakrar greinir hava longu gjørt seg
lidnar. Hósdag fyrrapart endaði judolandsliðið
hjá monnum við enn einum gullmerki, meðan
kurvabóltslandsliðið vann sín fyrsta sigur
nakrantíð. Gleðin var ikki at fara skeivur av. Fyri
báðar greinarnar var úrslitið ein stórur varði