hósdagur 11. juli 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
31
fyri, og
v ó n a r
at tær fara at geva íblástur til at
enn fleiri kvinnur at venja judo
í Føroyum.
Umframt heiðursmerkjavinn
ararnar, hava ungu íðkararnir úr
Føroyum eisini fingið trivaligar
royndir, ið skulu menna
føroyskt judo í framtíðini. Tað
er júst hetta samanspælið av
menning og heiðuri, ið gera
oyggjaleikir
til eitt so gott
ítrottartiltak.
Badminton
leggur dent
á menning og
tvímansleikir í ár
Og nakrar ítrottargreinar mugu
eisini flyta sjóneykuna frá gullið
til menning á summum árum.
Millum annað bæði badminton
og borðtennis. Landsliðini í
báðum hesum ítrottargreinum
eru farin til Gibraltar við bæði
royndum og heilt ungum
íðkarum, og tað hevur verið mis
javnt við nøgdsemi um úrslitini.
Badmintonlandsliðið fekk
bronsu í
l i ð ka p p i n g i n i ,
og hetta vóru fólk flest fegin
um, hóast at vónin møguliga
hevði verið at spælt finalu.
Hósmorgunin høvdu Føroyar
umboð í trimum av
fýra hálvfinalum hjá
einstaklingum. Sera
óheppi so gjørdist
Gunnvá Jacobsen sjúk,
og mátti taka seg úr
sínari hálvfinalu vegna
fepur.
Tí vóru tað bert Rannvá
Djurhuus Carlsson og Bartal
Poulsen, ið skuldu halda lív
í føroysku finaluvónunum,
men tað eydnaðist ikki.
Báðir
føroysku
bad
mintonsspælararnir taptu 2-0 í
settum, og fáa tí bronsu.
Badmintonføroyar tykjast
tó at fegnast um bronsurnar,
og vónin er at tað verða enn
fleiri heiðursmerki í tvímans
leikunum, ið Sosialurin ikki
kennir úrslitini av áðrenn blaðið
fer til prentingar. Samstundis
verður fegnast um flotta spæla
frá teimum fýra íðkarunum,
ið eru við fyri fyrstu ferð. Mill
um annað var sungið føðingar
dagssangur fyri Adhyu Nandi,
ið fylti 15 ár mikudagin. Dagin
fyri vann hon sítt fyrsta oyggja
leikaheiðursmerki í liðkapp
ingini.
Adhya Nandi, unga badmin
tonliðið og allir ungu føroysku
íðkararnir hava borið Føroyum
boð um at allur ítrottur blómar
í Føroyum, og heilt vist fara vit
at síggja enn fleiri heiðursmerki
og menningarvarðar komandi
árini.