Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 TÍÐINDI Tað var eitt ordans bakk­ ast, Tróndur í Gøtu fekk, tá ið gearið brotnaði í apríl. Eykalutir liggja ikki kárir til eitt slíkt, so reiðarí­ið fekk beinan­ vegin at vita at hetta fór at taka langa tíð. Tí var avgjørt at lata skipið fara í dokk og sam­ stundis yvirhála motorin. Meðan hetta var gjørt var eisini arbeitt uppá edina aðra loysn, soleiðis at skipið kundi fara aftur til fiskiskap uttan at sjálvt gearið bleiv brúkt. -Vit valdu ein loysn, har vit fóru uttan um gearið og brúktu ljósmotorarnar í staðin fyri. Tað hevði givið okkum nóg mikið av orku til at fara at fiska, sigur Dávið Jacobsen frá Varða­num. Tá ið skipið var liðugt í dokk og maskinurnar vóru eftirhugdar, skuldi skip­ið roynast. Í slíkum førum eru um­boð fyri veitararnar á staðnum og tryggja, at alt verður gjørt eftir for­ skrift­unum. Soleiðis var eisin gjørt í hesum føri. Umboðini fyri veitararnar syrgja eisi­ ni fyri, at maskinurnar verða royndarkoyrdar við fullari ferð. -Soleiðis var eisini gjørt og alty gekk væl til 100 prosent av orku var sett á, sum veitararnir krevja. Maskinan helt í eitt korter, men so brotn­ aði aftur, sigur Dávið Jakob­sen frá Varaðnum. Hann sigur, at tað ber ikki til at siga, hvat or­ søkin var hesaferð, men møgu­liga hevur fyrri skað­in gjørt so mikið stór­an skaða at okkurt var blicið eitt vet skeivt. Liggja minst í hálvt ár Tróndur í Gøtu kom til lands aftur og liggur nú svína­bundin og sleppur ongan­veg fyrr enn eykalutir eru fingnir til maskinuna. -Satt at siga, so vita vit ikki hvussu leingi hann fer at liggja, tí vit hava ikki fingið váttan frá verk­smiðjuni um nær tey kunnu levera lutirnar til okkara. Ikki annað enn, at tað fer at taka í minssta lagi eitt hálvt ár, sigur Dávið Jacobsen. Manningin er framvegis knýtt at skipinum. Teir hava ikki mist so nógv enn – ann­að enn endan av svart­kjafta­ ver­tíð­ini, men hálvan august fara upp­sjóvar­ skipini aftur í vinnu og tá er makrelurin á skránni. -Vit royna at finna onkra loysn. Vit eiga Høga­berg, men tað er nakað síðani hann hevur verið í vinnu, so har skal nokkso nógv gerast. Vit kanna eisini møgu­ leikarnar at leiga ella keypa eitt annað skip, sum kann fiska fyri Trónd í Gøtu, sigur Dávið Jacob­sen. Manningin er sum nevnt knýtt at skipinum enn og er klár at fara um­ borð á annað skip um tað verður loysnin. -Ja, hetta hevur verið ser óheppið hjá okkum. Fyrst fingu vit olju í tang­ ar­n­ar og nú fingu vit so hendan stóra skaðan við maskin­uni. Tað krevur orku, pengar og tíð, sigur Dávið Jacobsen. Sum sagt veit ongin enn nær eykalutirnir koma, mern útreiðslurnar í sam­bandi við, at gearið fór eru stórar og í minsta lagi í nýggju mánaðir, førir skipið ongan fisk til lands. -Man kan siga, at tað er gott, at vit hava onnur skip sum fiska. Tað ger, at vit helst yvirliva eitt sdo ógvus­ligt óhapp, sum hetta við Trósndi í Gøtu, sigur Dávið Jacobsen. Tróndur í Gøtu liggur eitt hálvt ár afturat Nýggjasta uppsjóvarskipið hjá Varðanum í Gøtu hevur ligið í skjótt tríggjar mánaðir og liggur minst eitt hálvt ár afturat