Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Katrin Dahl Jakobsen hevur gjørt av at stilla upp til komandi løg­tings­ val. Hon hevur fyrr sitið á tingið fyri Javn­að­ar­ flokkin og tað er eisini á javnaðarlistanum hon stillar upp hesaferð. -Sjálvandi er nógv eftir at gera og vilja veljararnir hava meg, so eri eg til reiðar at fara undir ting­ ar­beiðið aftur, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Katrin Dahl Jakobsen hevur politiskar roynd­ir at byggja á. Hon hev­ur sitið á tingi fyri Javn­að­ar­ flokkin og millum annað verið nevndarformaður í vinnunevndini. -Eg haldi tað er av­ gerandi, at vit politikarar fara at arbeiða betur saman. Serliga hugsi eg um tey stóru málini. Tá er tað skilagott at gera semjur millum samgonu og andstøðu, tí vit vita øll, at tá ið stóru málini verða avgreidd, so verða tey galdandi í meira enn eitt valskeið, sigur hon. Katrin Dahl Jakobsen heldur, at tað er ein skeivur vegur at ganga, tá ið ein andstøða bert setir sær fyri, at leggja fót­onglar í vegin fyri upp­skotum hjá eini sam­ gongu – ella umvent. -Er uppskotið gott, so er tað væl ikki avgerandi fyri borgaran, hvør tað er sum leggur tað fram. Borg­arin heldur vanliga, at er eitt uppskot skila­ gott, so eiga øll at taka undir við tí – og ikki at­ kvøða ímóti tí tað er onkur annar, sum hevur lagt tað fram, sigur hon. Stóru málini Katrin Dahl Jakobsen vísir á tey stóru málini, sum eru framd. Seinasta samgonga gjørdi flatskattin og og for­skattaði pensjónirnar. Hendan samgongan hevur gjørt ein lóg um fyri­sit­ing av sjófeingi og eina pen­sjónslóg. -Tað er ikki gjørt við breiðum semju, hóast vit øll vita, at hetta eru lógir, sum fara at galda meira enn eitt valskeið. Tí eiga vit at arbeiða við breið­ um semjum um slík mál, heldur hon. Hon vísir eisini á, at slíkar lógir verða ikki JAVNAÐAR­ POLITIKKUR ER MÍN POLITIKKUR Nýggjasta valevnið hjá Javnaðarflokkinum vil heldur tosa um politikkin hjá Javnaðarflokkinbum enn, sum hon er partur av, enn bara um hvat hond heldur