Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Á pappírinum var G! skráin í ár ikki millum tær sterkastu, ið hava verið. Men við góðum veðri, frálíkum stemningi og óvæntað sterkum fram­ førslum, gjørdist talan nokk um ein av bestu G! festivalum í fleiri ár. Tey, ið høvdu lagt sær leið­ina fram við Gøtu hetta vikuskiftið, fóru ikki skuffað heim aftur, og samanumtikið tykist niður­støðan hjá teimum flestu at vera, at talan var um ein av frálíkan festi­ val, ið vakti "G! kensl­ur­ nar" aftur. Veðrið setti stemningin Tað hava ofta verið av­ bjóð­ingar við veðrinum til festi­valarnar í Føroyum, og onkuntíð hevur tað verið so mikið ógvisligt, at tey í Gøtu hava verið noydd at tikið stóra pallin burtur av sandi­num, tí upp­gang­ur­ in í sjónum hótti við at taka pallin við sær. Hesaferð var tó einki hjá fyrireikarum ella gestum at stúra fyri. Hóast tað sirmaði eitt sind­ur fríggjanáttina, so bilaði tað ikki tað stóra, tí at tað var annars stilt og lýtt í veðriðnum. Og um veðrið var fínt fríggjakvøldið, so var tað fantastiskt so at siga allan leygardagin. sólin skein kanska ikki so nógv, men tað var at merkja á festivalstemninginum, at veðrið var til vildar. Tað var, sum vakturin segði, sum eg fekk orð á leygardagin, at fólk høvdu ikki gingið við vátum hosum alt viku­ skiftið, og tí var lagið eisini gott. Tað gjørdi eftir øllum at døma eisini mun fyri vaktir­nar, at veðrið ávirk­ aði festivallagið upp á tann góða mátan, tí at gestirnir høvdu uppført seg fyrimyndarligt, og saman­um­tikið hevði verið lítið hjá vaktunum at gera. Pantur ella avgjald Eitt, ið so smátt er farið at seta dám á festivalin, er pant­skipanin við plastikk­gløsunum. Fyri hvørt ølglas er ein pant­ ur á 10 krónur, ið tú fært aftur, tá tú letur glasið inn aftur. Skipanin í sjálv­um sær er frálík, og tað er ótrúliga nógv dám­ligari at fara á festi­ val, tá tú ikki skalt ganga í vassa í einnýtis plastikk­gløsum alt viku­ skiftið. Pantskipanin ger nokk eisini mun hjá teimum, ið standa fyri uppruddingini, og so sigur tað seg sjálvt, at tað er betri fyri um­ hvørvið, at gløsini kunnu endurnýtast. Men panturin á 10 kr. virk­ar sum ein magnet fyri børnini, ið síggja ein møgu­leika at forvinna sær nakrar krónur. Og tað kann kanska eisini gerast ov nógv til tíðir, tí børnini kunnu vera í so framlig, og so við og við kennist pant­urin meira sum eitt av­gjald á 10kr til børnini fyri hvørja øl heldur enn ein pantur. Haraftrat skalt tú vera varin við at seta glasið frá tær - tómt ella ei - tí held­ ur tú ikki eyga við tí, so er tað burtur, áðrenn tú veitst av. Størsta Karaoke Show í Føroyum G! Festivalurin hevur í nøkur ár havt sokallaðu Sang­løtuna á sandinum, har boðið verður inn til felags­sang, meðan tey, ið eiga sangirnar, syngja fyri á pallinum - við orkestri. Samstundis spola sang­tekstirnir á stór­ skermi­num aftanfyri sangar­nar, men av tí sama tykist tað meira sum at vera til eitt stórt karaoke show enn til eina sangløtu. Tað er í heila tikið eitt rættiliga kiksað tiltak, men so er spurn­ ingurin, um tað er "tað kiksaða", ið dregur. Karaoke ella ei, fólk tykjast at skoyta nógv um tiltakið, ið uttan iva verður aftur næsta ár. Vón­andi uttan stórskerm. Fatboy Slim var spikafeitur Hæddarpunktið hetta vikuskiftið var, sum vera man, høvuðsnavnið, og Fatboy Slim var uttan iva nakað av tí besta, ið G! festi­valurin hevur havt í fleiri ár. Nú eru tað eftirhondini nógv ár síðani, at Fatboy Slim var aktuellur, og vónir­nar vóru kanska ikki tær størstu. Men so skjótt konsertin byrjaði á sandinum stutt eftir mid­ nátt, varð greitt, at talan fór at vera um nakað stórt. Tað var við nevunum á lofti frá fyrsta minutti og annars full drøn á kassan frá byrjan til enda. Vesi­ pausu kundi eg so gott gloyma alt um, tí tað var tað ikki tíð til. Við í upplivilsinum var eisini eitt ljós- og pall­ show av tí aðru verð, og Fred Ruddick, bókari fyri festivalin, segði við in.fo leygardagin, at talan var ivaleyst um størstu fram­ leiðslu, ið hevði verið í Før­oyum. Saman við stóru ljósuppsetingini var eisini ein stórskermur á pallinum, sum varpaði hypnotiserandi grafikk og upptøkur út til sveitt­ andi fjøldina. Pallshowið gjørdi upp á ongan máta upplivilsið verri. Men eg hugsaði, tá eg stóð og hugdi eftir sandi­num, at hann kundi havt sløkt alt ljósið, sand­ urin kundi ligið í bøla­ myrkri, og tað hevði ikki gjørt tað stóra - ballið hevði drønað avstað í sama tempo kortini. Nirvana sum ska tónleikur Eins og vanligt seinastu árini gongur leiðin niðan á spæliplássið, eftir at høvuðsnavnið hevur havt sítt tørn á stóra palli. Hesaferð var tað KANNSKA, ið hevði gjørt ska versiónir til kend rock- og poppløg. Eftir øllum at døma eru tey í KANNSKA glað fyri Nirvana, tí eg helt meg telja trý Nirvana løg í repertoiri­num. Komin niðan á spæli­ plássið letur úr manni­ num við síðuna av: "Ólukk­an hon syngur væl, handan har! Hvør er hatta?" Tað var so Guðrun Sólja Jacobsen, ið stóð fyri vokala partinum av einari annars framúr GOTT VEÐUR, GOTT FÓLK, GOTT G!