Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 TÍÐINDI góð­ari ska konsert. Nú er kanska nakað síða­ni, at Guðrun hevur verið fremst á føroyska tón­ leika­pallinum, men sigast kann ikki annað, at hon fram­vegis telist millum størstu sangtalentini, ið Før­oyar hava at bjóða uppá. Tað passaði annars væl til restina av tón­ leikar­unum, tí tað tykist, sum at baktankin við KANNSKA hevur verið at samla nakrar av bestu tón­leikarum í Føroyum og fáa teir at gera ska tón­leik. Okkurt manglar á torginum Um tað var nakað at seta fingurin á í ár, so er tað kanska tað sama sum undanfarin ár, at plássið mitt í bygdini oman fyri sandin er rættiliga óáhuga­vert. Á hesum "torgi­num" er ein long røð av svørtum tjøldum, har matur og drekka fæst til keyps, umframt tveir ella tríggjar aðrar básar. Guli Fisk og kips bilurin og reyði brio­che­ burgara­bilurin hjá Eta seta kanska eitt sindur meira lit á økið, men saman­umtikið er tað rætti­liga innihaldstómt og hugflogsleyst. Tak ikki feil, tænastan er frálík, og tað er skjótt og lætt bæði at fáa okkurt til matna ella okkurt flót­andi. Tað manglar tó eitt sindur av liti og lívi í økinum, og sum er, fluktar økið ikki serliga væl við tí etos, ið má sigast at hava sermerkt festi­valin frá byrjanini av. Talan var annars um smá­ting, sum fingurin á nakran hátt kundi setast á, og krossur kann gott set­ast í kalenderan til næsta ár.