Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SONJA VENDIR POLITIKKI BAKIÐ – Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærm­astu, sigur Sonja Jógv­ans­ dóttir Eirikur Lindenskov Fríggjakvøldið boðaði Sonja Jógv­ans­dóttir frá á Face­ book, at hon kortini ikki still­ar upp til løgtigsvalið kom­andi. Hon hevur annars fyrr boð­ið frá, at hon á komandi løg­tings­vali fer at stilla upp fyri Tjóð­veldi. – Vit politikkarar fáa 4. hvørt ár møguleika at end­ ur­skoða og umhugsa okkara støðu, og eg havi brúkt sein­ astu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta nið­ur­støðu, at eg ikki stilli upp aft­ur til løgtingið, nú val verð­ur aftur, skrivar hon á face­booksíðu síni. Hon sigur, at hon und­ an­farnu árini á politiska víg­vøll­inum hevur roynt at brúka tað vald, ein fær sum pol­it­ikkari at gera okkurt fyri onnur. – Sum við øllum, so hevur sumt eydnast væl, meðan ann­að hevur ikki fingið und­ ir­tøku í Løgtinginum. Sol­ eið­is eru spæl­i­regl­ar­nar í pol­i­tikki, og hevur tað verið bæði lær­u­ríkt og gevandi. Eg eri ó­met­a­liga takksom fyri at hava fing­ið møguleika at ver­ ið í pol­itikki. Avgerðin um ikki at stilla upp er persónlig og av priv­at­ um orsøkum, sigur hon. – Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærm­ astu, og gleði meg at fara til verka í fak­fel­ags­rørsluni, sum er mítt næsta heim. Eg fari fram­vegis at stríðast fyri ein­um sam­fel­ag, har ongi børn liva í fá­tækr­a­dømi, har minnilutabólkar fáa javn­ bjóðis rættindi, har øll hava tak yvir høvdið, og at vit eru eitt samfelag fyri tey, sum all­ar­mest hava brúk fyri tí. Tað verður bara ikki í Løg­ ting­i­num. Sonja Jógvansdóttir varð vald á ting fyri Javn­ að­ar­flokk­in um á valinum 1. sep­tem­ber í 2015. Hon fekk 1.021 per­sónligar atkvøður, bar Aks­el V. Johannesen og Høgni Hoydal fingu fleiri at­ kvøð­ur enn hon. Men tíðin í Javn­að­ar­flok­ kin gjørdist ikki drúgv. Hon kom ong­antíð á tingfund fyri flokkin, tí longu áðrenn fyrst tingfundin, tá løgmaður og landsstýrisfólk skuldu veljast, meldaði hon seg úr flokkinum. Síðani hevur hon meld­að seg í Tjóðveldi, sum kort­ini ikki góðtók, at hon skuldi gerast partur av tin­g­mann­ ing­ini. 1.697 leysar atkvøður Trý tingfólk, sum nú eru floksleys, fingu til samans 1.697 atkvøður á seinasta løgtingsvali Eirikur Lindenskov Umframt Sonju Jógv­ans­ dótt­ir, so eru tvey onnur ting­fólk, sum eru floksleys í løt­uni. Annar er Magni Laks­ a­foss, sum á sein­asta løg­ tings­vali varð vald­ur á ting fyri Sam­bands­flokki­num 374 per­són­ligum at­kvøður. Hann meld­aði seg seinni úr flokk­ i­num og hevur ver­ið utt­an­ flokk­a­tingmaður síðani. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann ætlar sær at stilla upp­aftur, tí hann trívist so væl í pol­itikki. Hann hevði tó ikki funnið rætta flokkin, sum hóv­aði honum. Í vár boðaði hann tó frá, at hann kundi hugsað sær at stilla upp fyri Framsókn. Men hetta kendu tey í Fram­ sókn einki til, og meira hevur ikki verið at hoyrt um tað. Óváttaðar keldur vilja vera við, at Magni Laksafoss hev­ur slept ætlanunum um at finna nýggja flokk, og at hann heldur ikki stillar upp­ aftur. Kristin Michelsen, sum varð koyrdur úr Javn­að­ar­ flokk­i­num í januarmánaði, hev­ur heldur ikki funnið nakr­an nýggja flokk enn. Tað hevur ljóðað, at hann fer at stilla upp fyri Sam­ bands­flokk­inum. Men í Suð­ ur­oyar Sambandsfelag siga tey seg einki kenna til tað. Kristin Michelsen fekk 302 at­kvøður á seinasta løg­ tings­vali. Tilsamans eru tí 1.697 at­ kvøð­ur leysar hjá teimum trim­um floksleysu fólkunum á tingi, Sonju Jógvansdóttir, Magna Laksafoss og Kristin Mich­el­sen. – Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærm­astu, og gleði meg at fara til verka í fak­ fel­ags­rørsluni, sum er mítt næsta heim, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum hevur gjørt av ikki at stilla upp á komandi løgtingsvaii – hóast hon fyrr hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Tjóðveldi hesaferð Nú hálvur annar mánaður er til løgtingsvalið er framvegis ikki greitt, um Kristin Michelsen og Magni Laksafoss stilla uppaftur –og um teir stilla upp aftur til løgtingsvalið. Teir vingu ávikavíst 302 og 374 persónligar atkøvður á seinasta løgtingsvali