mánadagur 15. juli 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PLANTA 10.000 TRØ
Samtykt er at seta niður 10.000 trø á ymiskum støðum í Tórshavnar kommunu. Arbeiðið verður gjørt í ár. Tað
skrivar Tórshavnar kommuna. Avgerð er tikin um at gróðurseta 2.500 trø í Hoyvík í nýggja kirkjugarðinum
og við Myllutjørn. Hesum arbeiði stendur Sp/f Havin fyri. – Viðarvøkstur, trø og runnar skapa lívd og fjølga
um bý og bygd. Umstøðurnar at spáka gerast betri, og hetta bøtir eisini um rørsluítriv, íðkan og upplivingar
í gerandisdegnum. Trø eru eisini hent støð hjá fuglum at líva sær og reiðrast, sigur Marin Katrina Frýdal,
forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.
Petur Lennard Hansen,
sonur Jónleyg Hansen,
Norðragøtu, and
aðist brádliga í Aal
borg fríggjadagin,
28 ára gamal.
Poul Nolsøe Laksáfoss,
ættaður úr Klaksvík,
búsitandi á Argjum,
andaðist á Lands
sjúkrahúsinum 12.
juli, 65 ára gamal.
Óli Jacobsen,
Fuglafjørður, vanliga
nevndur Óli hjá
skómakaranum,
andaðist
leygarmorgunin 13.
juli 79 ára gamal.
Anna Maria Gray
Jarnskor, Tórshavn,
andaðist í heiminum
í morgun 12. juli,
60 ára gomul.
Holger Møller, Hovsør,
andaðist á Aalborg
Sjúkrahúsi sunnudagin
7. juli, 65 ára gamal.
Lena Frida Johannesen,
Skála, andaðist á
Eysturoyar Røktar og
Ellisheimi mikudagin
10. juli , 82 ára gomul
Ingrid Kaja Jensen,
fødd Petersen, ættað
úr Rituvík, búsitandi
í Vodskov, andaðist á
Aalborg Sjúkrahúsið
mánadagin 8. juli
73 ára gomul.
Henny Petersen, fødd
Jacobsen, Fuglafjørður,
ættað úr Hvalsrætt á
Glyvrum, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
leygardagin 6. juli,
93 ára gomul.
Regin Jacobsen,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 7. juli,
79 ára gamal.
Jørmund Skarðberg,
ættaður úr
Skúvoy, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 6. juli,
88 ára gamal.
Magnus Louis Olsen,
vanliga nevndur Magnus
á Báruni, ættaður úr
Hósvík, búsitandi í
Havn, andaðist 7. juli á
Landssjúkrahúsinum,
79 ára gamal.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Bilasølan hevði
slakar 9 milliónir
í avlopi í seinasta
roknskaparári
Eirikur Lindenskov
P/F Bilasølan, sum umboðar
merkini VW, Audi og Mazda
í Føroyum, hevði sítt besta
roknskaparár í fjør, tá felagið
hevði 8,9 milliónir krónur í
yvirskoti. Tað er eina millión
meira enn í 20187, tá úrslitið
var 7,9 milliónir krónur.
Bruttovinningurin
í
fjør var góðar 20 milliónir
krónur í mun til 17,9 mill
iónir árið fyri, og starvs
fólkakostanúrin var góðar
8 milliónir krónur í mun til
slakar 7 milliónir árið fyri.
Fyri skatt var úrslitið 10,7
milliónir
krónur.
Felagið
rindar 1,9 milliónir krónur í
í skatti.
Langfreistaða skuld fel
agsins er nú 13,5 milliónir
krónur, og eginogn felagsins
er nú 19,8 milliónir krónur.
Felagið rindaði 6 milliónir
krónur í vinningsbýti til
partaeigarnar.
Í
leiðslufrágreiðingini
vísir felagið á, at úrslitið er
á sama støði, sum mett varð,
tá ársroknskapurin fyri 2017
var gjørdur. Felagið vætnar
eisini, at roknskapurin í ár
fer at vera á sama støðiðs
um í fjør.
At tað hevur gingið væl
hjá Bilasøluni vísa eisini sølu
tølini. Týska merkið VW var
mest seldi bilur í Føroyum í
fjør, og tað var hann eisini í
2017.
Í fjør vórðu seldir 348
nýggir VW bilar í Føroyum –
69 fleiri enn næsti kapping
arneytin Toyota hjá granna
num í Hoyvík, Reyni Service.
Og tað eru 20 VW bilar fleiri,
enn felagið seldi í 2017, tá VW
eisini var mest seldi bilur í
Føroyum.
Í fjør seldi P/F Bilasølan
umframt
teir
348
VW
bilarnar 45 nýggjar Audibilar
og 23 nýggjar Mazdabilar.
Mest
seldu
bilmerkini
í Føroyum síðani 2008 eru
hesi:
2018: Volkswagen 348 bilar
2017: Volkswagen 328 bilar
2016: Toyota 315 bilar
2015: Citroen 311 bilar
2014: Toyota 310 bilar
2013: Citroen 301 bilar
2012: Citroen 225 bilar
2011: Toyota 154 bilar
2010: Toyota 147 bilar
2009: Toyota 121 bilar
2008: Toyota 208 bilar
Gott ár hjá Bilasøluni
Sissal Carlsdóttir á Lag og Bartal Hermansen, fingu
9. juli ein drong. Hann var 51 cm og vigaði 4690 gr.
Rói Snorrason & Saranja Hammer, Niðaragøta
100, 188 Hoyvík, fingu 11. juli eina dóttir,
sum var 56 cm og vigaði 4200 gr.
Sonja Johannesen og Jógvan Jacobsen, Hamarsgøta 8, 100
Tórshavn, fingu 2. juli eina dóttir. Longd: 51cm. Vekt: 3430g