mánadagur 15. juli 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Søgan um føroyska skjóting
á oyggjaleikum er næstan
hvørja ferð umaftur og um
aftur søgan um tann ljóta
dunnuungan, ið gerst til ein
svana. Okkara skjúttar hava
mett í mun til hinar oyggjar
nar tær klárt vánaligastu um
støðurnar at skjóta og venja
í, og kortini megna føroysku
skjúttarnir
at
vinna
fleiri
heiðursmerki
til
tjóðina.
Royndi skjúttin, Finn Ludvig
staðfestir eisini, at skjúttarnir
hjá hinum oyggjunum halda
tað verða eitt veruligt undur,
at føroysku skjúttarnir kunnu
vinna
oyggjaleikakappingar.
Tá hinir skjúttarnir so frætta,
at runudíkið har summir av
teimum gliðu til kappingina
á Sandvíkahjalla á oyggjaleik
unum í 1989 enn er til, so gerast
teir púrasta paff, og teir taka
seg til høvdið.
Tríggjar gull og ein silvur
Saman við skjúttunum frá
hinum
oyggjunum
kunnu
vit í miðlunum bara lyfta
hattin av fyri liðnum við
teimum
ringastu
heimligu
umstøðunum, ið kortini megn
aði at vinna trý gullheiðurs
merki og eitt silvurheiðurs
merki.
Oyggjaleikalegendan,
Marius
Fríðálvur
Joensen
syrgdi
fyri
tveimum
gull
heiðursmerkjum.
Tað
eina
vann hann saman við Tóri Fløtt
í liðkappingini í Olympiskum
Skeet. Hitt gullheiðursmerkið
vann Marius í Olympiskum
Skeet fyri einstaklingar. Alex
Johannesen gjørdi veruliga
hol í sjógvin við at vinna gull í
Automatic Ball Trap skjótingini
fyri einstaklingar. Alex helt
stásið við líka við at vinna
silvur í einstaklingakappingini
í Olympiskum Trap. Júst í Trap-
greinini hava skjúttarnir verið
sera skerdir við umstøðum
heima í Føroyum, og tað varpar
ljós á eitt veruligt megnar avrik
hjá Alex Johannesen.
Úr dreymalandi og
heim í runudýkið
Formaðurin
í
skjótisam
bandinum,
Esmar
Joensen
og føroyska skjótiliðið vóru
nakrar dagar í dreymalandi í
Gibraltar í framúr góðum um
støðum. Gibraltansku myndug
leikarnir hava í sínum vísdómi
brúkt nógvan pening fyri at
tryggja
oyggjaleikunum
og
framtíðar skjóting í Gibraltar
eina skjótibreyt við góðum
kringumstøðum.
Talan
er
um eina íløgu uppá umleið
15 miljónir krónur í okkara
peningi. Hesar umstøðurnar
eru ógvuliga langt frá um
støðunum, ella rættari sagt:
manglandi umstøðunum sum
eru á Sandvíkahjalla, ið ikki
eru broyttar nevnivert síðani
1989. Tí er Esmar Joensen
sum Jeppe á sinni dottin úr
barónaseingini, nú hann er
komin heimaftur til Føroya
til primitivu umstøðurnar á
Sandvíkahjalla. Esmar Joensen
slær fast, at hann ynskir ikki
at ljóða sum eitt grenj, men tað
er tvingandi neyðugt at um
støðurnar á Sandvíkahjalla
verða dagførdar.
Eru ikki oyggjaleikaklár
til skjóting
Føroyar eru í skrivandi stund
ógvuliga langt frá at verða
oyggjaleikaklárar, tá tað kemur
til umstøður til skjóting. Vit
fagna skjúttunum hvørja ferð
teir vinna okkum heiður á
oyggjaleikunum. Nú má tíðin
verða búgvin at heiðra skjútt
unum við hóskandi nútímans
umstøðum. Tá vit kunnu vinna
fýra heiðursmerki við ringum
umstøðum, hvussu nógv høvdu
vit ikki kunnað vunnið við góð
um umstøðum?
OYGGJALEIKIR
Trý gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki til teir føroysku skjúttarnar má sigast
at verða eitt stórt undur, tá ein hugsar um, at føroysku skjúttarnar hava ringastu
heimligu umstøðurnar at venja og skjóta í mett í mun til hinar oyggjarnar
FÝRA HEIÐURS
MERKI HÓAST RINGAR
UMSTØÐUR Í FØROYUM
Marius Fríðálvur Joensen og Tórur Fløtt vunnu liðkappingina í Olympiskum Skeet
Formaðurin í skjótisambandinum, Marius Joensen upplivdi umstøður sum
eru eitt dreymaland mett í mun til runudýkið á Sandvíkahjalla