Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Nú bíðar bara ólavsøkan. So verður 2019 hagtøl og minni um upplivingar í enn einum kapp­ róðrarárið. Á ólavsøku plagar tað sum oftast at ganga smidliga fyri seg. Mjørkin hevur meiri enn so spælt eitt puss, men tað er so stutt frá Argjalandinum og inn á Molan, at tað skal verða øgiliga tjúkt, um tað ikki skal bera til at kapprógva á ólav­ søku. Leygardagin vóru róðrar­lík­ indini heilt góð í Sørvági. Í long­ um løtum var tað mest sum stilli, og umstøðurnar ávirkaðu á ongan hátt avrikini hjá mann­ ingunum. Men mjørkin arg­aði. Tað gekk uppá stás at av­greiða barnaróðrarnar á 500 metra­ málinum. Sera røsku dreingirnir um­ borð á Fípuni Føgru vunnu fyri sættu ferð í ár sannførandi sigur. Teir vóru fyrsta mann­ ing­in, sum tryggjaði sær FM heit­ið. Tað er ilt at ímynda sær, at nakar fer at skala klaks­vík­ ingum á ólavsøku, tí teir hava higartil verið framúr sann­ førandi. Knúkur úr Eysturkommunu er næstbestur í FM kappingini, men leygardagin vóru tað sør­ vágs­dreingir, sum í heima­ sjógvi og fyri fyrstu ferð í ár vun­nu næstfremsta plássið. Hulda av Tvøroyri og Ingibjørg hjá Havnar Róðrar­ felag hava kappast um FM í barna­róðrinum fyri gentur, og tann kappingin er ikki avgjørd, tí leygardagin vann Ingibjørg. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verð­ ur meistari. Lokalu fyrireikararnir og RSF fyrireikararnir avgreiddu aftur í Sørvági sín setning til ug. Nú bara ólavsøkuróðurin er eftir er hugaligt at staðfesta, at higartil er 2019 eyðkent av, at róðrarnir eru avgreiddir uttan trupulleikar, sum viðhvørt hava havt við sær kærur og mis­nøgd. Tað tænir rógvarum og fyrireikarum til heiður. Stóri dramatikkurin Mjørkin var orsøk til, at tað var neyðugt at útseta róðrarnar á túsundmetra málinum í hálvan­annan tíma. Hann var vestan, og tá ið tað ikki longur var stilli men eitt evarska lítið lot, klárnaði tað. Takið hjá Nevinum Reyða úr Klaksvík var at vinna á Argjabátinum í kappingini millum 8-mannaførini. Um tað ikki eydnaðist, so var FM spenningurin burtur, og Argja­ báturin, sum er tann av øllum kappróðrarbátunum, ið hevur vunnið mest, meistari. Tað eydnaðist klaks­vík­ing­ um at vinna. Argjabáturin og Nevið Reyða hava sama stiga­ tal, og tað stendur at bresta av spenningi undan finalu­róðri­ num annan sunnudag. Fíni róðurin og stóra kapp­ ingin leygardagin vísti, at tað er púra opið í hesi kappingini. Borð um borð og stavn um stavn stóran part av teini­num skúmaðu reyða Argja­bát­urin og hvíta Nevið Reyða fram ímóti málinum. Ungu klaks­ víkingarnir vístu sera góðan hugburð. Tá ið ein fjórðingur KAPPRÓÐUR Á VESTANSTEVNU: Fimm bátar hava fulla úrtøku, og í trimum kappingum er FM stríðið framvegis púra opið NEVIÐ REYÐA OG ARGJABÁTURIN SYRGJA FYRI DRAMATIKKINUM