mánadagur 15. juli 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Triathlon:
Súsanna Skylv Sørensen setti alt upp á pláss í triathlon hjá kvinnum – Fólk á Gibraltar
vóru hugtikin av góðskuni hjá føroysku jarnkvinnuni, men mesta uppmerksemi fekk
Hávard Vatnhamar, sum rann, súkklaði og ikki minst svam við bert einum armi
JARNVKVINNAN
OG JARNVILJIN
Tað er tíðliga sunnumorgun
og fyrsta kappingin í oyggja
leikum er farin í gongd. Fyrstu
føroysku áskoðararnir hava
leitað sær á strondina, har
triathlon
kappingin
byrjar
við havsvimjing. Veðrið er
hampiligt, ikki alt ov heitt,
og sjógvurin tykist at vera ov
kaldur. Men hetta er kortini
eitt stríð. Fyrsti parturin av
kappingin snýr seg um at
svimja
hálvanannan
kilo
metur. Tað liggur væl fyri hjá
føroyingunum, hóast at teir
flestu eru royndast á næsta
partinum, sum er súkkling.
Tað ið áskoðararnir fáa sæð
av havsvimjingini, liggja øll
eygu beint á einum føroyingi.
Hávard Vatnhamar, ið ætlar
sær til Para-olýmpisku leikir
nar í Tokyo í 2020, svimur við
sínum eina armi. Allir mynda
menn gera sítt ítasta at fáa
myndir av føroyinginum við
jarnviljanum, ið svimur tein
in upp á góðar 33 minuttir,
frammanfyri
nógvar
aðrar,
áðrenn hann sleppur upp á
land til súkkluna.
Hjá kvinnum er Súsanna
Skylv næst úr sjógvinum, og
setur seg á súkkluna í góðari
støðu. Hon telist eisini millum
favorittarnar áðrenn kapp
ingina. Hon er í hesum tíðum
fremsti
triathlon-íðkari
í
Føroyum, og gevur sær eisini
stundir at leggja lag á hjá
oyggjaleikaliðnum hjá monn
um.
Í súkklingini er hon stavn
um stavn við eina úr Guernsey
heilt frammi í oddinum og tá ið
súkklingin er av, skal renningin
avgera alt. Her er Súsanna
Skylv, sum seinni um dagin
skal luttaka í súkkling, skjótast
av øllum. Hálvan annan minutt
áðrenn kappingarneytan úr
Guernsey
kemur
Súsanna
Skylv um endaligu mállinjuna,
tveir tímar, 31 minuttir og 27
sekund eftir at hon legði til
brots klokkan 8.40.
Føroysku
áskoðararnir
fagna henni tá ið hon púra
einsamøll kemur inn á sein
astu metrarnar. Onkur hevur
Merkið við, ið verður latið
føroysku
jarnkvinnuni
at
veittra við tá ið hon fer um mál
strikuna.
Hjá monnum kemur Hávard
Vatnhamar inn tveir tímar
og 44 minuttir eftir at hann
leyp á sjógv klokkan átta um
morgunin, og hann fær hin
størsta fagnaðin - ikki bara
frá føroyingum, men øllum
á Gibraltar henda morgunin.
Klokkan er trý korter til ellivu
sunnumorgun fyrsta dagin
í oyggjaleikum, og Føroyar
hava vunnið sítt fyrsta gull, og
Hávard hevur vunnið øll hjørt
ini.
sjurdur@sosialurin.fo
Seinastu ferðirnar á oyggja
leikum hava Føroyar luttikið í
kurvabólti og tennis. Sigrarnir
hava lata bíðað eftir sær, men
har er avgjørt framgongd at
hóma.
Kurvabóltslandsliðið
fekk eitt frambrot við fyrsta
sigrinum og flottum spæli,
meðan føroysku tennisleikar
arnir eisini sóu framgongd.
Kurvabóltur fekk fitt av
umtalu á hesum oyggjaleikum
frá føroyskum miðlum. Meðan
aðrar ítrottargreinar savnaðu
saman heiðursmerki, spældu
Føroyar sína triðju kurva
bóltskapping á Oyggjaleikum.
Málið var ikki heiðursmerki,
men kortini púra greitt: Fyrsti
sigurin skuldi í hús.
Og tað mundi eydnast í
fyrstu royndini. Ímóti Jersey
vundu føroyingarnir burtur úr
mótstøðuni, soleiðis sum før
oyingarnir sjálvir vóru vanir at
vera viðfarnir á oyggjaleikum.
Men heilt ímóti dystarenda fær
Jersey vent dystinum, og vón
brotnir føroyingar mugu síggja
fyrsta sigurin gleppa.
Hetta hendur aftur tríggjar
dagar seinni. Har er javnleikur
við lítlari løtu eftir, men tvey
brotskøst hjá Isle of Wight fara
í kurvina. Føroyingarnir hava
spælt væl, men bólturin vil
sera illa niður í kurvina henda
dagin, og føroyingarnir kenna
seg gandaðar og ørkymlaðir
um at fyrsti sigurin ikki vil til
Føroya.
Men í dystinum um tey
tvey niðastu plássini bragdar.
Áland verður styrkismett væl
lægri enn øll onnur – eisini
Føroyar – og uttan stórvegis
trupulleikar kemur sigurin so.
Ein ovurstórur lætti, ið nú skal
nýtast til at leggja fleiri løg á
føroyskan kurvabólt.
Føroyskt tennis er
á veg upp aftur
Føroyska tennislandliðið hesa
ferð er mannað av Pæturi M.
Dahl, Jón Brekku, Annfinni
Gaard og Pablo Marin, ið eisini
er landsliðsvenjari. Í mun til
kurvabólt
hevur
føroyska
tennislandsliðið sigrar at vísa
á. Tað rakk eitt nú til eina
fjórðingsfinalu seinast, men
hesaferð mugu føroyingarnir
oftast fegnast um vunnin spøl
ella sett. Millum annað javna
Anfinn Gaard og Pablo Merin
til 1-1 í settum ímóti Gibraltar
í tvímansleiki, men javnbrót
andi settið verður tapt. Enn
tættari við er Pætur Dahl í
sonevndu
plate-kappingini,
ið er ein b-kapping fyri teir,
ið ikki eru komnir víðari í
meginkappingini, men hann
tapur sera tepran dyst ímóti
mótstøðumanni úr Ynis Mon.
Tað røkkur ikki til sigur hesa
ferð, men hópurin er framvegis
bjartskygdur. Umstøðurnar til
tennis í Føroyum batna, millum
annað við at tennisvøllurin í
Havn er endurnýggjaður, og
vónirnar um at gera tað betri
um tvey ár liva væl hjá teimum
fýra føroysku tennisleikarun
um tá ið farið verður heim av
Gibraltar.
Kurvabólturin fekk fyrsta sigurin