mánadagur 15. juli 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Judo
er
ein
av
teimum
ítrottargreinum, ið liggja eitt
sindur undir vatnskorpuni úr
sjónarhorninum hjá vanliga
føroyinginum. Vit vita at tað
verður íðkað, og at fleiri hava
góðar førleikar, men vit síggja
tað sjáldan.
Tað hevur heilt vist hjálpt at
fáa judo undan vatnskorpuni,
at stóri FM-dagurin saman
við badminton og borðtennis
verður miðlaður sera væl,
við millum annað beinleiðis
sjónvarpi.
Men
hvussu
føroyingar standa seg í altjóða
judokappingum
vita
helst
bert tey, ið longu eru innan
judoheimin í Føroyum. Tí
var tað kærkomið at síggja
føroysku
áskoðararnar
fylkjast
inni
á
einum
hernaðarøki á Gibraltar, har
judokappingarnar fóru fram,
og tað var ein øgiligur fagnaður
fyri føroysku judokunum.
Summar íðkarar mintust
áskoðararnir frá tíggju árum
síðani, tá ið judo seinast var
við á oyggjaleikum, og onkur
á Gibraltar mundi kanska
minnast ein ávísan føroying.
Búgvi
Poulsen,
ið
vann
gull á leikunum á Gibraltar í
1995, gjørdi ikki mætari enn
at endurtaka bragdið 24 ár
seinni.
Serliga
ansvekjandi
var, at gullmerkið í ár kom í
sera sterka vektbólkinum fyri
íðkarar undir 81 kilo.
Men tað vóru ikki bara
superveteranar og legendur,
ið savnaðu gull inn til Føroya.
19 ára gamli Bárður Hentze
Lenvig vann fyrsta føroyska
gullmerkið, tá ið hann vann á
øllum í vektbólkinum undir
66 kilo, og skjótt gjørdust
heiðursmerkini fleiri.
Bæði menn og kvinnur
vunnu sær fleiri heiðursmerki,
og tað, ið føroyingarnir á
Gibraltar tosaðu mest um
í samband við judo var, at
Jógvan Páll Kristiansen ikki
vann gull hjá monnum undir
73 kilo. Hann var kolldømdur
í finaluni fyri at hava hildið
skeivt tríggjar ferðir. Hesum
vóru hvørki íðkarin sjálvur,
føroysku
liðfelagarnir
ella
áskoðarar samdir í. Tað var
við
ringum
tannabiti
at
føroyingurin mátti fáa silvurið
um hálsin, og hann lovaði at
hann skuldi vinna tað inn aftur
í liðkappingini.
Liðkappingin
var
eisini
greitt vunnin. Jógvan Páll
Kristiansen átti sín lut í
gullinum, tá ið lykladysturin
ímóti Álandi varð vunnin 3-0.
Hin størsti kappingarneytin
var Menorca, sum óvæntað
mátti
lúta
fyri
Saaremaa,
ið
stóð
ímóti
Føroyum
í
finaluni.
Bárður
Hentze
Lenvig vann fyrsta dystin, á
sama manni sum í finaluni
í
einstaklingakappingini.
Síðani
fekk
Jógvan
Páll
Kristiansen ein ókeypis sigur,
tí at Saaremaa bert hevði
fýra íðkarar á liðnum, og ikki
høvdu nakran mann í hesum
vektbólki.
Sostatt væntaði bert ein
sigur
afturat,
og
tað
var
føroyska judoímyndin, Búgvi
Poulsen,
ið
skuldi
royna
seg. Eftir lítlari løtu kendi
føroyingurin seg eitt sindur í
trupulleikum og royndi nakað
vælkent.
-Hatta er kastið hjá Búgva,
lat úr Sonnu Nolsøe Djurhuus,
júst sum hann hevði sett fótin í
kroppin á mótstøðumanninum,
og tveitt hann afturum seg.
Saaremaamaðurin lendi dygst
á rygginum, og Føroyar høvdu
vunnið fimta judogullið á
Gibraltar – Búgvi Poulsen hevði
vunnið sítt sætta í søguni.
-Hatta er tað eg geri tá ið
eg ikki veit hvat eg skal gera,
flennir Búgvi Poulsen um sítt
‘Tomoe Nage’ kast, ið eyðkennir
hann og aftur hevur vunnið
honum gullið.
Fyri okkum áskoðarar er tað
eitt sera hugtakandi og vakurt
kast, ið bara ber enn fleiri boð
um at at judo er ein fantastiskur
ítrottur fyri áskoðarar. Eftir
oyggjaleikirnar er niðurstøðan
greið: Vit vilja hava meira judo
á oyggjaleikum!
sjurdur@sosialurin.fo
Heiðursmerki á Gibraltar
Menn + 100 kilo: Gull – Edvard Sigurdson Johannesen
Menn 100 kilo: Gull – Petur Sigurd Johannesen
Menn 66 kilo: Gull – Bárður Hentze Lenvig
Menn 66 kilo: Bronsa – Dánjal á Krákusteini
Menn 73 kilo: Silvur – Jógvan Páll Kristiansen
Menn 73 kilo: Bronsa – Gunnar Magnussen
Menn 81 kilo: Gull – Búgvi Poulsen
Menn 90 kilo: Bronsa - Sigmundur Johannesen
Menn opin bólkur: Bronsa - Petur Sigurð Johannesen
Menn opin bólkur: Bronsa – Edvard Sigurdson Johannesen
Menn – liðkapping: Gull – Føroyar
Kvinnur 53 kilo: Bronsa – Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg
Kvinnur 63 kilo: Bronsa – Silja Johannesen
Kvinnur 78 kilo: Silvur – Sanna Nolsøe Djurhuus
Judo:
Fyri fyrstu ferð í tíggju ár, og seinastu ferð í bræði – sluppu føroysku judokurnar at vísa seg fram fyri bæði
føroyingum og øðrum tjóðum á oyggjaleikum. Mangur fjeppari og møguliga komandi íðkari man vera føddur
eftir at hava verið hugtikin av føroysku stríðsfólkunum, ið komu heim við ørgrynnu av heiðursmerkjum
VIT VILJA HAVA
MEIRA JUDO!
OYGGJALEIKIR