mánadagur 15. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Føroyingum hava altíð dámt
at spælt badminton. Úrslitini
hava eisini verið sera góð á
oyggjaleikum seinastu árini,
men tað var kortini eitt lítið
vónbrot at tað bert blivu til
tvær bronsur á Gotlandi fyri
tveimum árum síðani.
Stóra badmintonstjørnan í
Føroyum eitur Rannvá Djur
huus Carlsson. Hóast hon hon
hevur verið einaráðandi á bad
mintonpallinum í so langa tíð,
er hon bert 24 ára gomul, men
telist longu nú sum ein hin
royndasti íðkarin á føroyska
landsliðnum.
Men
badmintonstjørnan
hevði ikki bestu fyrireiking
arnar til hesar leikir. Trupul
leikar við knænum hava gjørt,
at hon hevur heldur lagt dent
á tvímansleik enn einmansleik,
og á Gibraltar nevndi Rannvá
Djurhuus Carlsson fyri Sosiali
num at hetta var fyrsta stóra
kapping í einmansleiki hjá
henni í eitt ár.
Kortini vóru vónirnar góð
ar til einmansleikin hjá bæði
kvinnum og monnum. Hjá
kvinnum var 20 ára gamla
Gunnva Jacobsen ein, ið vísti
seg sera væl fram, meðan
19 ára gamli Bartal Poulsen
hjá monnum skuldi vísa seg
enn meira fram. Bartal Poul
sen flutti sum ungur til Dan
markar fyri at gerast betri bad
mintonspælari, og umframt
flott badmintonspæl sást eisini
at hann er í góðari venjing.
Lagt var fyri við liðkapp
ingini, har Føroyar við øllum
luttakarum á vøllinum, spældi
seg lættliga í hálvfinaluna.
Hálvfinalan var ein óvanliga
tepur og spennandi dystur
ímóti Guernsey. Bartal Poulsen
spældi bæði einmansleikin og
tvímansleikin hjá monnum,
men í báðum førum endaði
tað við teprum tapi eftir
drúgvan dyst. Føroyar taptu
hálvfinaluna 3-1 – Rannvá
Djurhuus Carlsson vann ein
mansleikin hjá kvinnum, men
tapti tvímansleikin saman við
Gunnvu Jacobsen.
Hóast bæði iðrandi og troytt
eftir ósigurin í hálvfinaluni,
megnaðu føroyingarnir at reisa
seg í bronsudystinum ímóti
Man. Nýggjasta størnuskotið
í føroyskum badminton, Ad
hya Nandi, ið fylti 15 ár tveir
dagar seinni, vann sín dyst í
einmansleiki. Tað gjørdi Bartal
Poulsen eisini, áðrenn hann
saman við Niclasi Eysturoy
avgjørdi dystin í teprum tví
mansleiki.
Síðani var farið undir ein
staklingakappingarnar, og her
lá serliga væl fyri. Bartal Poul
sen spældi seg í hálvfinaluna
hjá monnum, meðan bæði
Gunnva Jacobsen og Rannvá
Djurhuus Carlsson komu í
hálvfinaluna
hjá
kvinnum.
Gunnva Jacobsen hevði vunn
ið sera flottan dyst dagin
frammandundan, men undan
hálvfinaluni gjørdist hon sjúk,
og fekk ikki spælt. Í hinum
báðum dystunum taptu Bartal
Poulsen og Rannvá Djurhuus
Carlsson bæði sínar dystir 2-0,
so tað gjørdist ikki til finalu,
men ístaðin til trý føroysk
bronsumerki. Kappingin var
skipað so, at tað var ikki spælt
bronsudystur, og báðir tapandi
hálvfinalistarnir fingu bronsu
í staðin.
Enn eitt føroyskt bronsu
merki kom seinni um dagin, tá
ið Rannvá Djurhuus Carlsson
og
Niclas
Eysturoy
eisini
spældu seg í hálvfinaluna,
har tað ikki eydnaðist at basa
Guernsey, hóast tættan dyst.
Yvirhøvur fegnaðust flest
allir føroyingarnir um tey fimm
bronsumerkini, og føroysku
leikararnir vóru eisini fúsir
at takka fyri stuðulin. Allar
dagarnar var ein framúr hýrur í
badmintonhøllini, og føroysku
fjeppararnir fingu eisini viður
kenning frá dómarunum, ið
valdu at heiðra festliga før
oyska heppikórinum fyri væl
sýndan ítrottarligan atburð.
OYGGJALEIKIR
Badminton:
Tær tvær bronsurnar á Gotlandi fyri tveimum árum síðani
blivu til fimm á Gibraltar – Fýra vóru við fyri fyrstu ferð
og bóru boð um bjarta framtíð fyri føroyskt badminton
TEY UNGU VÍSTU SEG
FRAM – TEY ROYNDU
VUNNU BRONSUR
Heiðursmerki í Badminton:
Liðkapping: Bronsa
Einmansleikur menn: Bronsa – Bartal Poulsen
Einmansleikur kvinnur: Bronsa – Rannvá Djurhuus Carlsson
Einmansleikur kvinnur: Bronsa – Gunnva Jacobsen
Blandaður tvímansleikur: Bronsa – Rannvá Djurhuus Carlsson og
Niclas Eysturoy