mánadagur 15. juli 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Vónirnar
til
heiðursmerki
á Gibraltar vóru so sum so
hjá frælsu ítrottarfólkunum.
Okkurt heiðursmerki høvdu
føroyingarnir sett nasarnar
eftir, men væntanirnar vóru
ikki tær heilt stóru.
15 íðkarar vóru við á Gibralt
ar, flestu teirra ungir og kvikir.
Serliga eru spurtteinarnir í
renning í hesum árum sterkari
umboðaðir
enn
áður,
har
bæði kvinnur og menn eru
sterk. Fyrr hava tað kanska
heldur verið langteinar, ið
hava eyðkent renning í Før
oyum. Á miðteinunum vóru
kanska bestu vónirnar, tá ið
Rebekka Fuglø skuldi verja
síni heiðursmerki úr gullið og
bronsu frá Gotlandi á 800 og
1500 metrum.
26 ára gamla rennistjørnan
úr Føroyum, var á oyggjaleik
um fyri sættu ferð, men hevði
ikki havt bestu fyrireikingina
til hesar leikir. Tí var hon eisini
sera fegin um síni tvey silvur
merki á 800 og 1500 metrum.
Felags fyri báðar teinarnar
var at hon gjørdist sera greitt
nummar tvey; Langt framman
fyri nummar trý og eisini nakað
aftanfyri vinnaran av Man, ið
greitt vann báðar kappingarnar.
Sum skilst ætlar Rebekka
Fuglø sær at renna longri
teinar, og tað dugur hon eisini.
Á Gibraltar vann hon sær
bronsu á 5000 metrum.
Á 800 metrum hin seinasta
dagin á leikunum, hevði hon ein
føroying afturat sær. 17 ára gamla
Maria Biskupsstøð hevði runnið
triðskjótastu tíðina í innleiðandi
kappingini. Hon lá eisini á triðja
plássið stutt undan avgerandi
metrunum, men kom í harðari
kapping inn á fimta plássi. Harða
kappingin um hetta plássi kravdi
hvíld, ið hon ikki fekk, tí løtu
seinni skuldi hon luttaka í fýra
ferðir 400 metra boðrenning
saman við Aldu S. Lamhauge,
Margit W. Fríðmundsdóttir og
Oddvør Josephsen.
Føroyingarnir vistu lítið um
mótstøðuna. Tað var ikki til at
siga hvussu vónirnar fóru at
vera til eitt úrslit, men í øllum
førum mátti føroyska metið á
fýra minuttir og fimm sekund
betrast um tað skuldi gerast til
heiðursmerki var sagt.
Og so varð. Alda Lamhauge
legði væl fyri, Margit Fríð
mundsdóttir helt fram og
Oddvør Josephsen kundi seta
Mariu Biskopstø ígongd á
einum triðja plássi. Teir 800
metrarnir sótu enn í beininum
á unga rennaranum og eftir
200 metrum hevði hon minni
ferða á enn tær aftanfyri seg.
Men brádliga fekk hon sær
meira ferð á, og á seinastu 100
metrunum økti hon aftur tá
ið hon rann framvið føroyska
áskoðarageiranum og tryggj
aðu Føroyum bronsuna.
Tað var ætlanin at hon
skuldi leggja minni fyri á teim
um fyrst 200 metrunum, greid
di Maria Biskopstø frá, og var
fegin um at hon kundi gera
framúr arbeiði hjá teimum
trimum frammanundan liðugt.
Fyrr
um
dagin
høvdu
føroyingar
eisini
vunnið
eitt
bronsumerki.
Rigmor
Napoleonsdóttir Arge og Sarah
Vallin, ið frammanundan hevði
vunnið bronsu á 10.000 metrum,
fingu hetta í liðkappingini í
hálvmaraton. Tað tóktist ikki
sum at tað fór at eydnast at fáa
heiðursmerki burturúr, men tá
ið rennarin úr Guernsey á triðja
plássi fall í hitanum, so tóku
føroyingarnir av og runnu seg
til bronsuna.
Guttorm
Sørensen
úr
venjaratoyminum greiddi frá,
at hóast tað sjálvandi ikki er
tespiligt at síggja rennarar
líða sum hendan úr Guernsey
gjørdi, so eru treytirnar so
leiðis, og føroyingarnir kundu
fegnast um enn eitt bronsu
merki.
Heldur fleiri enn væntað,
sambært Guttormi Sørensen,
ið tekur til, at tað var ‘stong
inn’
hjá
føroyingunum
á
Gibraltar.
Fleiri
avgerandi
smálutir fullu føroyska vegin
tá ið heiðursmerkini skuldu
avgerast, og heiðursmerkja
hálið við tveimum silvurum og
seks bronsum var betri enn tey
flestu høvdu vónað.
Og nøkur av bronsumerkjun
um vóru eisini nakað óvæntaði.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
kappaðist føroysk kvinna í
hæddarlopið á oyggjaleikum.
Teresa Bláhamar hevur kveikt
hesa grein aftur í Føroyum,
og seinastu tvey árini hevur
hon flutt føroyska metið frá
1,50 metrum til 1,61 metrum. Á
Gibraltar leyp hon ein metur
og 56 sentimetar og fek bronsu.
Eisini í kúlustoyti er ein
kvinna farin at fáa lív í greinina
aftur. Lýdia Simonsen hevur
førkað føroyska metið longur
og longur, og á Gibraltar settu
hon aftur føroyskt met við 11,18
metrum. Hetta rakk til enn eitt
bronsumerki fyri Føroyar.
OYGGJALEIKIR
Frælsur ítrottur:
Frælsu íðkararnir á Gibraltar og ikki minst venjarar eru sera væl nøgdir við føroyska heiðursmerkjahálið
hesaferð. Ungir íðkarar á stuttum og miðteinum og tilkomnar legendur á langteinum fingu øll
okkurt at vísa á hesaferð – Og so brutu føroyingar ígjøgnum í hæddarlopið og kúlustoyti
BETRI ENN VÆNTAÐ
Heiðursmerki í frælsum ítrotti á Gibraltar
800 metrar kvinnur: Silvur – Rebekka Fuglø
1500 metrar kvinnur: Silvur – Rebekka Fuglø
5000 metrar kvinnur: Bronsa – Rebekka Fuglø
4x400 metrar kvinnur: Bronsa – Alda S. Lamhauge, Margit W.
Fríðmundsdóttir, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø
10.000 metrar kvinnur: Bronsa – Sarah Vallin
Hálvt maraton kvinnur: Bronsa – Sarah Vallin og Rigmor
Napoleonsdóttir Arge
Hæddarlop kvinnur: Bronsa – Teresa Bláhamar
Kúlustoyt kvinnur: Bronsa – Lýdia Simonsen