mánadagur 15. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYGGJALEIKIR
Slakar umstøður í einari ógvuliga heitari høll við ringari luft, og spælarar sum vóru raktir
av krími gjørdu útlitini vánalig fyri borðtennishópin, men systrarnar úr Trongisvági,
Anna og Rakul Mikkjalsdøtur traðkaðu í karakter og vunnu bronsu í tvímansleiki
Heri Simonsen
Føroyski
borðtennishópurin
á oyggjaleikunum í Gibraltar
hevði avgjørt ikki umstøðurnar
við sær á oyggjaleikunum í Gi
braltar. Borðtennishøllin, Saint
Joseph Middle School Sport
Hall er ein tann vánaligasta
borðtennishøllin í oyggjaleika
søguni. Har var ógvuliga heitt,
og har var sera vánalig luft.
Haraftrat stríddust summir
spælarar í føroyska hópinum
við krím, og tað gjørdi ikki
fyrireikingarnar til dystirnar í
heitu høllini lættari.
Hallur fekk megnar úrslit
Nakrir dystir standa framma
liga í huganum hjá føroysku
borðtennishópinum á oyggja
leikunum, og hjá teimum før
oysku
áskoðarunum
sum
fylgdu føroysku spælarunum
í Saint Joseph Middle School
Sport Hall í Gibraltar. Tann
fyrsti var dysturin í innleiðandi
bólkinum, har Føroyar taptu
tepurt 3-4 móti Grønlandi.
Úrslitið merkti, at Føroyar
møttu sterka gotlendska lið
num í fjórðingsfinaluni, har
úrslitið var 1-4 tap. Ein annar
minniligur dystur var í øðr
um umfari í einmansleiki, har
Hallur
Thorsteinsson
vann
ein minniligan dyst 4-3 á fyrr
verandi, álendska oyggjaleika
vinnaranum, Jörgen Petterson.
Systrarnar bjargaðu
oyggjaleikunum
Nógv fólk var komið at stuðla
borðtennissystrunum, Rakul
og Annu Mikkjalsdøtrum í
borðtennishøllini
á
oyggja
leikunum í Gibraltar, men
gotlendska liðið tær møttu í
hálvfinaluni
í
tvímansleiki,
Karlsson og Schwartz vóru
ov sterk mótstøða, hóast tað
var sera nær við, at Rakul og
Anna vunnu í øðrum og triðja
setti. Gotland vann dystin
3-0 við settúrslitunum 3-11, 12-
14 og 11-13, og Føroyar fingu
tískil bronsu í tvímansleiki
hjá kvinnum. Aftaná dystin
fekk FM1 orðið á systrarnar.
Um taptu hálvfinaluna halda
tær, at tær tordu ikki nóg væl
at avgera settini, tá tær høvdu
matchbólt, og tað kostaði.
Bronsan er tó ikki at forsmáa,
og tær eru fegnar um at hava
heiðursmerki
við
sær
til
Trongisvágs aftur. Tær vænta,
at heiðursmerkini koma at
hanga heima í stovuni.
Bronsan kemur væl við
Fyri landsliðsvenjaran, Simon
Fischer hevði tað sera stór
an týdning, at Anna og Rakul
vunnu bronsu. Um hálvfinalu
na hjá Rakul og Annu Mikkjals
døtur sigur Simon Fischer, at
tær gjørdu tað framúr væl móti
einum sterkum gotlendskum
pari, serliga í øðrum og triðja
setti, ið bert vóru tapt við 12-14
og 11-13. Simon Fischer held
ur, at oyggjaleikirnir eru eitt
gott støðið hjá føroyska borð
tennislandsliðnum, og hann
kann hyggja aftur á nógv
góð avrik hjá føroysku borð
tennisspælarunum á oyggja
leikunum. Tað er stuttligari
hjá einum landsliðsvenjara at
koma aftur av oyggjaleikunum
við
einum
heiðursmerki,
segði landsliðsvenjarin í sam
røðu við FM1. Formaðurin
í
borðtennissambandinum,
Andras Nolsøe legði eisini dent
á í samrøðu við FM1, at bronsan
Mikkjalsdøtur vunnu hevði
alstóran týdning fyri føroyskt
borðtennis.
ANNA OG RAKUL
BJARGAÐU OYGGJA
LEIKUNUM
Anna og Rakul
Mikjalsdøtur saman
við pápanum,
Mikkjal Bærendsen
Mynd: Kristian Eyðunsson
Hansen
Borðtennis:
Simon Fischer er landsliðsvenjari hjá føroyska borðtennislandsliðnum
Mynd: Kristian Eyðunsson Hansen