Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroysku súkklararnir fingu ikki úrslitini við sær hesaferð. Harða og bratta lendið hóvaði ikki føroyingum, ið eisini vóru sera illa viðfarnir av mótstøðuni – Dávur Magnussen var kroystur av vegnum tá ið hann súkklaði um heiðursmerki og slapp tíbetur uttan álvarslig mein Sjúrður Hildarson Hoydal Føroysku súkklararnir við stjørnuni, Torkili Veyhe, gull­vinnara í einkultstarti á tveimum seinastu oyggja­leik­ um, høvdu hampiligar vónir til leikir­nar á Gibraltar. Tað er eingin ivi um at mót­ støðumenninir á Gibraltar allir høvdu eitt vakið eyga á før­ oyska yrkissúkklaranum, ið nakað óvæntað fann sær tíð í tætta kalendaranum at luttaka á Gibraltar. Men tað gekk ikki sum vónað. Fyrsta dagin var býar­ koyr­ing á skránni, og tá sæst alt fyri eitt, at eingin vildi loyva Torkili Veyhe at fáa ein sentu­metur. Mótstøðumenn skiftust at hála feltið niðan til føroyingin so skjótt at hann hevði hug at trakka eitt vet harðari. Føroyska súkklu­ stjørnan vildi nýta hetta til at seta liðfelagan, Dáva Magnussen, í góða støðu í spurtinum. Men tað lá ikki nóg væl fyri, og allir før­oy­ ingar endaðu fjart frá heiðurs­ merkjum. Dávur Magnussen endaði á áttanda plássið og í liðkappingini varð tað eitt fimta pláss. Kvinnurnar gjørdu ikki stóru skreytirnar henda dagin, men tær vóru nær við seinni. Tí framvegis vóru tveir teinar eftir, og eyka spennandi var sjálvandi einkultstarturin, har Torkil Veyhe hevði vunnið gull á tveimum seinastu oyggja­leikunum. Men hetta var ikki ein heilt vanligur einkultstartur. Málið var uppið á sjálvum Gibraltarklettinum, har ein óhugnalig long brekka leiddi vegin niðan. Torkil Veyhe mundi hava væl fragastu ferð­ ina á sløttum, men niðan á mál lá teinurin til teir heilt løttu súkklararnar, ið mundu vera góð tíggju kilo lættari enn føroyski ‘klassikara’-súkklarin. Torkil Veyhe kom í mál á fimta plássið, og tað gjørdi liðið eisini. Føroyska jarnkvinnan, Súsanna Skylv Sørensen fekk eisini eitt fimta pláss hjá kvinnunum. Henni vant­aði hálvan annan minutt at fáa heiðursmerki, og í lið­kapp­ing­ ini var tað um reppið at tað eydnaðist. Tær tríggjar, Sús­ anna Skylv, Maria Svabo Han­ sen og Elsa Berg vóru savn­að ein minutt eftir liðið úr Guerns­ ey og gjørdust nummar fýra. So var bert landa­vegs­koyr­ ing­in eftir, og hesaferð nærk­ aðust føroyingar aftur einum úrs­litið. Eins og fyrsta dagin í býar­ koyringini, var hildið fast í Torkili Veyhe, ið avráddi við liðnum at aftur seta Dáva Mag­ nussen í góða støðu til spurtin. Hetta eydnaðist heilt væl, men í mun til teir spurtirnir, ið Torkil Veyhe kanska er van­ ur at koyra í stóru kapp­ing­ unum í Evropa, var spurturin á Gibraltar koyrdur á einum óvan­liga smølum strekki. Og hetta gekk galið. Tað var ógjørligt at yvirhála á nakr­ an hátt, men ein maður úr Guernsey vildi kortini, og hetta mátti Dávur Magnussen lúta fyri. Hann var skumpaður beint inn í girðingina, og datt sera ógvusliga ígjøgnum hana. Føroysku áskoðararnir og øll onnur hildu ondini, men onkursvegna slapp før­oyski súkklarin uttan brot, heila­ skjálvta ella annað mein. Ístað­ in kundi hann bert iðra seg um at hann ikki slapp at súkkla um bronsumerki, ið Dávur Magnus­sen og føroyska liðið høvdu ætla sær í støðuni. Eingin av kvinnunum var við í avgerandi støðuna, men allar tríggjar fingu heilt hampilig pláss í kappingini. Hetta rakk enn einaferð til eitt fjórða pláss í lið­kappingini. Sostatt gjørdist tað ikki til heiðurs­merki á hesum sinni í súkk­lingini, og tað iðraðu sterku føroysku súkklararnir seg sum vera man um. sjurdur@sosialurin.fo Súkkling: OYGGJALEIKIR GIBRALTARKLETTURIN VAR OV HARÐUR