Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Svimjingin á oyggjaleikum fær altíð nógv uppmerksemi úr Føroyum, tá ið oyggjaleikir eru, og tað við góðari orsøk. Fleiri av føroysku svimjarum lut­taka vanliga í kappingum, ið eru styrkismettar nakað væl omanfyri kappingarnar á oyggjaleikum. Men oyggja­ leikir eru nakað heilt serligt, og svimjararnir tykjast at trívast ómetaliga væl á oyggjaleikavikuni. Tí síggj­ ast eisini fólk sum Føroya besti svimjari og helst besta føroyska ítrottarfólk nakran­ tíð, Pál Joensen, ganga kring svimji­hylin við einum stórum smíli í sínum leikluti sum venj­ ari. Og gullmerkini komu upp á land alt fyri eitt. Óli Mortensen legði fyri við at vinna gull í 1500 metra frísvimjing, áðrenn Vár Erlingsdóttir Ejdesgaard vann sítt fyrsta gull tá ið hon svam 400 metra blandað, og fýra­ faldaði gullvinnarin á Got­landi 2017 ætlaði sær meira. Tað ætlaðu hinir føroysku svimjararnir eisini. Menn og kvinnur á alskyns teinum og svimjihættum endaðu við heiðursmerkjum um hálsin fyrsta dagin, og tað skuldi halda fram restina av vikuni. Føroysk met, oyggjaleikamet og persónlig met kryddaðu heiðurs­merkini og sjáldan hevur ein sovorðin rómur verið at sæð til nakað ítrottartiltak nakrantíð tá ið stafettirnar vóru á skránni. Yvirhøvur var uttandura ‘svimji­høllin’ stúvað við føroy­ ing­um. Niðri við hylin gjørdust allatíðina onkur føroy­ing­ur seg til reiðar at svimja, og bert í einstøkum teinum kundu mongu føroysku áskoðar­ ar­nir fáa ein steðg. Tronga áskoðaraøki omanfyri svimji­ hylin var karmur um eina føroyska veitslu, ið helt á frá mánadegnum til hóskvøldið. Tíðindafólki hjá Sosialinum, ið ikki er serkønt í svimjing, hugsaði eina løtu um hvus­ su svimjararnir nú mundu hoyra herrópini av áskoðara­ pláss­unum gjøgnum hylin. Men tá ið vit komu fram við til seinastu kappingarnar miku­dagin var ongin ivi um at hvørt fólk á Gibraltar mundi kenna rystingarnar av svimjifjepparunum. Fyrst vann Óli Mortensen gull og setti oyggjaleikamet í 800 metra frí­svimjing til stóran fagna frá føroysku áskoðarunum, ið eisini fagnaðu Johan N. Dam fyri bronsuna á sama teini. Eftir hetta spílaðu allir áskoðarar – bæði føroyskir og aðrir - seg púrasta út til stafett­ina fýra ferðir 100 metrar frí hjá kvinnum. Sjáld­ an hevur ein sovorðin gangur verið at hoyrt í nakrari høll, og tann upplivingin fer at liva í minninum hjá okkara tíðinda­ fólki, hóast tað ‘bert’ gjørdist til eitt føroyskt bronsu­heiðurs­ merki. Tað tykist sum at fyri hvørjar oyggjaleikir er onkur føroyskur svimjari, ið gerst víðagitin í oyggja­leikahøpi. Í ár var tað Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við sínum seks gullmerkjum, fyri tveimum árum síðani var tað Signhild Joensen við fimm gull­merkjum. Hon vann sær eisini tvey gull, eitt silvur og trý bronsu á Gibraltar. Savnaðu føroyski svimjúrs­ lit­ini á Gibraltar bera eisini boð um, at svimjing er ein hin sterkasta ítrottin her á landi. Sjurdur@sosialurin.fo Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdist stóra føroyska stjørnan á Gibraltar tá ið hon fekk sær seks gull, eitt silvur og trý bronskumerki við til Føroya – Saman við hinum svimjarunum var aftur boð sent um, at føroysku svimjararnir eru í altjóða styrkiflokki OYGGJALEIKIR Svimjing: VÁR OG FØROYSKU SVIMJARARNIR GINGU AFTUR UNDAN Føroysku úrslitini á Gibraltar (svimjing.com) Mánadagurin: Óli Mortensen gull í 1500 frí Vár E. Eidesgaard gull og Rebekka Trygvadóttir bronsu í 400 blandað Óli Mortensen silvur í 200 firvald Róland Toftum gull og føroyskt met í 100 bringu Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 200 frí Alvi Hjelm bronsu í 200 blandað Føroyar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí fyri kvinnur Føroyar landsliðsmet í 4×50 blandað fyri menn Týsdagurin:  Vár E. Eidesgaard gull, føroyskt met og oyggjaleikamet í 1500 frí Alvi Hjelm gull og oyggjaleikamet í 400 blandað Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 100 rygg (setti eisini oyggjaleikamet í innleiðandi riðli) Róland Toftum gull og føroyskt met í 50 bringu Óli Mortensen silvur og Alvi Hjelm bronsu í 200 frí Føroyar bronsu í 4×50 frí fyri menn Mikudagurin: Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 400 frí Vár E. Eidesgaard gull í 50 frí Róland Toftum bronsu í 50 firvald Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 200 rygg Óli Mortensen gull (og oyggjaleikamet) og Johan N. Dam bronsu í 800 frí Føroyar bronsu í 4×100 frí fyri kvinnur, har Vár E. Eidesgaard setti nýtt føroyskt met í 100 frí sum fyrsti svimjari í stafettini Hósdagurin: Óli Mortensen silvur í 400 frí Vár Eidesgaard silvur og føroyskt met í 100 frí Signhild Joensen silvur í 50 rygg Vár E. Eidesgaard gull í 800 frí Føroyar silvur og landsliðsmet í 400×100 frí fyri menn Føroyar nr 4 og landsliðsmet í 4×50 frí fyri menn og kvinnur