Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. juli 2019 · Nr. 80 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Sjúrður sigur sína hugsan... Eg var fyri fyrstu ferð við á Oyggjaleikum, og tað var ein øgilig uppliving. Eg minnist fyrstu ferð, at eg fylgdi oyggjaleikunum í føroysku miðlunum. Pápi mín og abbi mín vóru miðlafólk á Jersey í 1997, so eg hevði eina orsøk at fylgja teimum. Men øll vinfólkini hjá mær hetta summarið ímillum annan og triðja flokk, fylgdu føroysku íðkarunum í øllum føroysku miðlunum. Vit kendu allar íðkarar sum ein, og menn sum Heri Ziska og Gunnar Dahl-Olsen og aðrir vóru stórar fyrimindir hjá dreingjunum í skúlagarðinum í hesum árum, tá ið skúlaárið byrjaði eftir oyggjaleikaár. Fyri mær kennist tað, sum at áhugin fyri oyggjaleikum er nakað minni millum ungar føroyingar í dag. Tí var tað ein stórur heiður at sleppa at miðla hesar kappingar úr Gibraltar saman við Hera Simonsen, Hans Kristiani Eyðunsson Hansen og Gyðju Tróndardóttir, ið vóru toymið hjá okkum. Heri er royndur oyggjaleikareportari, men vit onnur trý høvdu ongantíð roynt tað áður. Men vit vóru hugtikin alt fyri eitt. Ítrottargreinar og sersambond, ið vanliga kanska hava hug at stríðast um pengar og íðkarar, vísa stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Tá ið ein ítrottargrein hevur frí, fara íðkararnir at stuðla einari aðrari saman við teimum umleið 400 áskoðarunum, ið vóru farnir til Gibraltar at hyggja og stuðla. Onkuntíð var tað spennandi at miðla føroysku sigrarnar og heiðursmerkini, aðrar tíðir var tað serliga hugtakandi at síggja ítrottarfólkini stríðast og sýna fram ta menning, ið er farin fram í teirra ítrottargreinum seinastu tvey árini. Hvør grein var hugtakandi á sín hátt, og ein gerst ikki sørt rørdur, tá ið hann upplivir allar kenslurnar, ið fara fram á ymsu leikvøllunum. Hetta var eisini árið, har Føroyar høvdu ætlað sær leikirnar. Hví tað ikki eydnaðist, tíma vit ikki at hugsa um beint nú. Heldur vilja vit vóna at tað fer at eydnast skjótt. Tað tykist sum at 2029 er árið, ið miðað verður eftir. Tað verður strævið at bíða í tíggju ár, men tá ið leikirnir so koma til okkum, fáa føroyingar eina innspræning av ítrottaranda, felagskenslu og íblástri. Vit gleða okkum! sjurdur@sosialurin.fo Í dag er Mánadagur 15. Juli. Ein lagnudagur, ið kendist fjarur, tá ið Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, 4. februar greiddi Sosialinum frá at vantandi heimavøllurin hjá føroyska manslandsliðnum gav eina meirútreiðslu upp á eina millión krónur um árið– Omaná eina tepra fíggjarætlan, ið var fimm milliónir krónur um árið. Stutt undan prentan av Ítrottarsosialinum í dag sigur Gunn Ellefsen, at landsliðið hevur enn ikki meldað seg komandi HM-undankapping, men tað verður gjørt í dag. Tað hevur leingi verið kjakast um í Hondbóltssambandinum, um tað er rætt at melda til undir so trongum fíggjarumstøðum. Tá ið tað ikki eydnaðist at fáa loyvi at spæla heimadystir í Føroyum, tóktist tað nærum ógjørligt at Føroyar skuldu spæla undankappingina til HM í 2021, men nú verður altso meldað til. Risastóra bragdið hjá U17- landsliðnum hjá dreingjum gav eitt spark í føroyingar, ið hava verið ídnir at stuðla við peningaupphæddum, so at vantandi milliónin nærum er innsavnað. Hesaferð eydnast tað at melda til, sigur forkvinnan, men hetta loysir ikki varandi trupulleikarnir. Eginognin hjá Hondbóltssambandinum er framvegis ikki góð, men tíbetur hava kreditorar verið lagaligir, og víst stóra trúgv á virksemi, so at tað ber til at halda fram. -Men næsta ár standa vit aftur við eykaútreiðslum, sigur Gunn Ellefsen, og greiðir frá, at Hondbóltssambandið fór undir stórar landsliðsætlanir, ið hava voksið seg stórar sera skjótt, uttan at pengarnir eru fylgdir við. - Landsliðini eru næstan blivin ov góð, flennir forkvinnan, men har er álvari í orðunum. Føroysku hondbóltslandsliðini luttaka í kappingum sum ongantíð fyrr. Í dag byrjar EM-kapping hjá U19- gentum, og slíkar kappingar krevja útreiðslur. Í verandi løtu er tað soleiðis, at leikararnir gjalda stóran part fyri seg sjálvar. U17-dreingirnir, ið vunnu gull seinasta vikuskiftið høvdu allir goldið eitt egingjald upp á 3.000 krónur, fyri at tað skuldi eydnast at sleppa við til kappingina. Hondbóltssambandið rindaði restina. Útreiðslurnar eru stórar, ger Gunn Ellefsen greitt áðrenn hon staðfestir: Vit hóra undan – hesaferð. VIT MELDA TIL! HONDBÓLTS­ LANDSLIÐIÐ HÓRAR UNDAN – HESAFERÐ! Fantastiskur felagsandi Heiðursmerkini á Gibraltar: 1. Jersey :33 Gull, 31 Silvur, 29 Bronsur 2. Oyggin Man: 29 gull, 22 silvur, 17 bronsur 3. Føroyar: 22 gull, 11 silvur, 27 bronsur