mikudagur 8. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
9
TINGHELLUDEBATTI
Erhard Jacobsen
Hesar seinastu dagarnar
hevur ein rúgvismikil um-
røða av darwinismuni verið
at sæð í bløðunum. Tíverri
er henda umrøða á so høg-
um vísindaligum støði, at
vit vanlig menniskju hava
ongan sum helst kjans at
fylgja við, tíansheldur at
taka støðu í tjakinum. Lætt-
ari verður tað ikki av, at
boðskapurin í hesi umrøðu
er so innballaður, at tú
veitst ikki rættiliga, hvat
endamálið er við allari
hesari skrivingini. Er enda-
málið, at vit bara skulu taka
hesar upplýsingar, sum
verða lagdir fram, til eftir-
tektar? Góðtaka teir, meta
fyri og ímóti ella beinleiðis
mótmæla? Ella er ætlanin,
at vit ella onkur annar skulu
taka til atgerðir av onkrum
slag? Ein triði møguleiki er,
at vit als ikki vilja luttaka í
einum tjaki, sum fer fram á
hendan serliga hátt, og sum
í veruleikanum hevur eina
fjalda dagsskrá. Enn hava
vit tíbetur ikki í Føroyum
eitt ovasta trúarráð, sum
tekur støðu til, um til dømis
menningarlæran er eitt við-
komandi evni ella nøkur
hóttan, tá ið vit tosa um
trúgv og frelsu. Okkara
samfelag er skipað í sek-
torar, sum hava tilhoyrandi
stovnar, sum taka sær av
teimum málum, sum hoyra
til júst tann ávísa sektorin.
Tað, sum eg haldi meg
skilja av allari skrivingini,
er, at lærarar í lívfrøði tví-
halda um darwinismuna,
tvs. forklára menningina av
lívinum við læruni um hitt
‘natúrliga úrvalið’. Hetta
meta summi er skeivt og
vísa til skapanarlæruna, og
tað hava tey fullan rætt til.
Men her eru kortini nøkur
ivamál.
Fyri tað fyrsta fari eg at
loyva mær at ivast í, at
lærarar í lívfrøði eru mold-
vørpur, sum við vilja (ella
av óvart) royna at máa støð-
ið undan kristindóminum.
At sagt tað, vildi verið
tvætl. Í øðrum lagi fari eg
eisini at ivast í, at menn-
ingarlæran er tað einasta,
sum lívfrøði snýr seg um.
Um so er, so livir frálæran
ikki upp til vanlig krøv fyri
slíka frálæru.
Darwinisman ein
hypotesa
Tað er ein royndur lutur, at
darwinistiska
hypotesan
um menningina av teimum
ymsu djóra- og plantusløg-
unum samsvarar heilt væl
við empiriskar kanningar,
bæði observatión og eks-
periment (aling). Men haldi
tykkum fast: her er talan
um eina forkláring, ein hátt
at fáa greiðu á nøkrum
viðurskiftum, eina roynd at
gera tað fløkta einfalt og
framleiða eitt ástøði, sum
møguliga kann vísa seg
nýtiligt hjá okkum neyðars
menniskjum. Eitt andans
bragd, men ikki allur sann-
leikin!
Hóast darwinisman hev-
ur havt ávirkan langt út um
lívfrøðina, so er hon hóast
alt mannaverk, og talan er í
hvussu er ikki um nakra
nýggja religión. At hetta
darwinistiska og eisini onn-
ur í dag fullkomiliga viður-
kend vísindalig ástøði hava
verið noydd at berjast við
áskoðanir, sum hava brúkt
religión sum próvførslu, er
ein onnur søga. Men part-
arnir hava sum oftast verið
førir fyri at gloyma gamalt
agg og finna aftur á røttu
leiðina.
Fyrsta treytin fyri at eitt
ástøði kann halda er, at tað
ikki bara byggir á tað, sum
onkur autoritetur sigur,
men at tað er opið fyri eftir-
kannan fyrst og fremst í
opnum tjaki, og ikki minni
at tað skal vera ment at
standa seg, tá ið tað verður
testað
við
empiriskum
royndum. Og her noyðast
vit menniskju at taka lut.
Vit mugu hugsa og meta
um úrslitini, tí tey koma
ikki av sær sjálvum. Hitt, at
ein Stalin ella Hitler veit,
hvat er rætt (eisini tá ið
talan er um lívfrøði), tað
kenna vit tíverri alt ov gott
fylgjurnar av. Og søgan er
full av dømum um, at yvir-
vøldin, eisini tann religiøsa
yvirvøldin, hevur kúgað
fólk við sannføringum, sum
í dag eru almennir og av-
gerandi sannleikar. Mær
nýtist ikki at nevna nøvn.
Gud sum skapari
Tað kann væl vera, at Gud,
hvussu vit so enn uppfata
hann ella hana, skapti lívið
og alt sum til er, og eg havi
álvaratos ilt við at ímynda
mær aðra forkláring. Og
henda uppfatan hjá mær er
ikki ávirkað av, men kanska
heldur styrkt av, at eg havi
lisið partar av tí, sum Dar-
win hevur skrivað. Men um
skapanartilgongdin
fór
fram ‘akkurát’sum tilskilað
í Bíbliuni, tað kunnu vit
loyva okkum at ivast í,
uttan at vit av teirri grund
skulu gera av við Gud.
Kann vera, at Gud hevur
eina aðra tíðarfatan enn vit
menniskju. Hinvegin kann
ein undrast á, at tann bíb-
ilska
skapanarfrásøgnin
líkist so nógv eini menn-
ingartilgongd:
at
Gud
skapti himmalin, jørðina og
alt livandi, ikki soleiðis alt í
einum, men so líðandi í
sjey dagar.
Mær
kunnugt
hevur
hvørki Darwin ella fyri tað
nakar annar megnað at for-
klára, hvussu lívið og alt
hitt er íkomið, og tað vildi
eisini verið nóg so nógv at
kravt.
Stjørnufrøðingar
royna enn við sera fløktum
útrokningum at avdúka
hvat hendi tey fyrstu se-
kundini aftan á stóra brest-
in, og hugskotini eru nógv.
Frá gamlari tíð hava vit ein
hóp av frásagnum um skap-
anartilgongdina, men talan
er tá altíð um metaforiskar
ella mytologiskar forklár-
ingar.
Vísindin yvirlivir ikki
uttan metafysiskar spekula-
tiónir, og har kann mangan
leika hart á. Nútímans vís-
indi byggir á, at vitan er
menniskjalig, ein háttur hjá
menniskjanum at fáa hald á
umheiminum og skapa sær
ein heim at liva í. Vitan
kann vera meir ella minni
eksakt og empiriskt funder-
að. Religión er ein formur
fyri vitan, sum víkir avger-
andi frá vísindi í og við, at
henda vitan byggir á trúgv
ella dogmur. Religiøsur
rationalitetur er av heilt
øðrum slag enn vísindaligi
rationaliteturin. Religión
og vísindi kunnu hava ein
felags metafysiskan basis,
men eru kortini fullkomi-
liga ólíkir vitanarformar.
Onkur hevur tó sagt tað
so vísiliga, at hvørki til-
veran ella fatanin (t.d. vís-
indi og religión) eru bara
ein spurningur um vitan,
tíansheldur bara ein spurn-
ingur um trúgv.
Fleiri vitanarformar
Í vanliga gerandislívi okk-
ara eru vísindi og religión
bara tveir av fleiri vitanar-
formum. Aðrir vitanar-
formar eru eitt nú ymsir
praktiskir førleikar, list og
mentan, sum saman við øll-
um hinum eru við til at
skapa okkum sum menn-
iskju og mynda hina menn-
iskjaligu tilveruna. Vitanar-
formarnir kappast innan-
hýsis og sínámillum um at
gera vart við seg. Luther
t.d. gjørdi greiðan skilna
millum trúgv og vitan og
viðurkendi harvið, at nú-
tímans náttúruvísindi hevði
sínar egnu reglur at ganga
eftir. Men í somu løtu vit
siga, at ein vitanarformur er
‘betri’, ella at ein vitanar-
formur er yvir øllum hin-
um, tá er vandi á ferð.
Vit kunnu skjótt semjast
um, at vísindalig vitan hev-
ur verið høgt í metum, men
eg hugsi, at vit øll mugu
ásanna, at visindalig vitan
hevur ikki tann status, hon
hevur havt, og at aðrir meiri
‘andaligir’ og ‘sosialir’ vit-
anarformar hava vunnið
fram.
Og
samstundis
munnu vit øll hava varnast,
at vitanarlandslagið eisini
er vorðið meira skurvut
hesi seinastu árini. Objek-
tiv vitan er í størri mun av-
loyst av subjektivari vitan,
sum er grundað á uppliv-
ingar, meiningar og áhuga-
mál hjá einstaklingum og
bólkum.
Tí virkar hendan skriv-
ingin um darwinismuna eitt
sindur undarlig.
Tú fært hug at spyrja, hví
so nógv hóvasták verður
gjørt burtur úr Darwin
beint nú?
Ja, ein fær hug at spyrja,
um tað er hent okkurt ný-
liga, sum ger, at Darwin
knappliga má diskuterast á
ein hátt, so ein skuldi trúð,
at annar hvør føroyingur
‘trýr’ á Darwin. Nú er Dar-
win farin av foldum, og
mær kunnugt hevur hann
ikki lovað at venda aftur at
frelsa okkum og føra okk-
um heim í hin æviga bú-
staðin. Og eg síggi ongi
samkomuhús
bygd
til
dyrkan av Darwin, men
milliónir av krónum, sum
verða brúktar til samkomu-
hús, bygd til Gudsdyrkan.
So í so máta man ikki
standa so illa til. Og so er
eisini vert at nevna, at
ovasti leiðarin fyri teirri
føroysku fólkakirkjuni er
eitt umboð fyri eina ikki-
kirkjuliga samkomu. So
tolsemið trívist eisini í
Føroyum.
Ein grund til hesa nógvu
skrivingina kann vera, at
hugtakið ‘synd’ tykist vera
horvið mangastaðnis, ella í
hvussu er at hava broytt
innihald, og tað elvir við-
hvørt til ógvislig mótrák.
Her í Føroyum eru vit tó
enn so religiøs, at tú onkun-
tíð hevur hug at halda, at
tað er næstan ov nógv av tí
góða. Er tað nú eisini mein-
ingin, at skúlarnir skulu
vera samkomuhús? Ein
annar spurningur er, um
skúlabøkurnar,
so
sum
hendir
summastaðnis
í
USA, nú skulu umskrivast,
so tær samsvara við Bíbli-
una til dømis í júst hesum
einstaka máli? Ella sam-
svara við hugleiðingarnar
hjá onkrum meiri ella
minni kendum amerikansk-
um professara, sum byggir
sínar pástandir á Bíbliuna,
og leitar sær stuðul í ástøð-
inum um sannlíkindi og
brotum úr informatiónsvís-
indini. Hvussu so við
stjørnufrøðini og lækna-
frøðini, skulu eisini gerast
ávísar broytingar har? Av
royndum vita vit, at slíkur
framferðarháttur
tænir
hvørki vísindini, frálæruni
ella religiónini, og meg
lysti at vita, um slíkur fram-
ferðarháttur kann leita sær
stuðul ella legitimitet úr
Bíbliuni.
Teleologisk ella
teologisk Gudsprógv
At leggja fram Gudsprógv
var einaferð eitt nógv brúkt
ítriv, og okkurt av hesum
Gudsprógvum eru enntá
hugvekjandi, ikki minst
prógvið hjá Anselm um
Gud sum tað mest fullkom-
nu veruna, sum tískil eisini
má vera til, tí annars var
hon ikki fullkomin. Eg má
siga, at eg kenni meg ikki
heilt tryggan við teologisku
argumentini, sum kunnu
lesast úr omanfyri nevndu
rúgvismiklu umrøðu av
darwinismuni. Hví er tann
teologiska Gudsfatanin ikki
góð nokk longur? Teolog-
isku argumentini byggja
ofta á eina einfalda, dog-
matiska metafysik, sum
skjótt kann enda sum
fundamentalisma.
Guð náði okkum, tá ið alt
tjakið tagnar, og vit bert
skulu remsa upp lærusetn-
ingar hjá onkrum sjálvút-
nevndum profeti, sum sigur
seg kenna ‘designaran’. Eg
síggi eisini, at onkur í
omanfyri nevndu greinum
samanber Gud við ein ur-
makara. Ein slík handverk-
ara-analogi
er
neyvan
haldbar í okkara modern-
aða samfelag. Hvussu við
interneti, hvør er ‘urmak-
arin’ har?
At enda kann eg líka
nevna, at soleiðis, sum eg
lesi tær umrøður, sum ný-
liga hava staðið í bløðun-
um, so billar man fólki inn,
at Darwin skal hava for-
klárað allar lívsins smálutir
við einum nokk so fiksum
modelli, fyri síðan at aftur-
vísa hesum tápuliga pá-
standi. Eg havi eisini ilt við
at ímynda mær, kanska tí at
eg fylgdi so illa við í skúl-
anum, at lívfrøðin stendur
og fellur við Darwin, um
tað yvirhøvur ber til at orða
seg soleiðis. Eg rokni við,
at lívfrøðin er munandi
meira kompliserað, um hon
verður handfarin av kom-
petentum fólki, og endaliga
svarið um hesi viðurskifti
er ikki funnið, og - mugu
vit rokna við - verður held-
ur ikki funnið av okkum
menniskjum, soleiðis sum
eitt nú Paulus eisini so
vísiliga hevur nevnt tað í
hvussu so er í einum av sín-
um brøvum. Í okkara dag-
liga virki verða vit noydd at
taka til takka við tí, sum
tykist okkum menniskjum
skilabest, og í kompliserað-
um spurningum verða vit
noydd í ein vissan mun at
geva kompetentum fólki
fríar hendur at leggja vís-
indalig úrslit og pástandir
fram. Viðhvørt er tað skila-
gott at trúgva tí, sum tey
siga, men at gloypa øllum
rátt er nú heldur ikki neyð-
ugt.
At gera vísindi til religi-
ón ella øvugt fer neyvan at
føra til annað enn fjant og
fjas og kanska tað, ið verri
er. Eisini um guruin eitur
Darwin. Í lívsins avgerandi
spurningum eru og fara
altíð at vera viðurskifti,
sum ikki kunnu avgerast
vísindaliga, men sum hvørt
einstakt menniskja sjálvt
má taka støðu til. Og har er
religiónin avgjørt viðkom-
andi. Í tí sambandi haldi eg
tað vera umráðandi at gera
vart við, at onki hald er í
nógvu pástandunum um, at
kristindómur
er
anti-
humanistiskur. Lesið bara
hjá Markus, kap. 2, serliga
ørindini 27 og 28.
Ikki fyri at vera óndsinn-
aður, men um menniskjuni
stava frá apunum, ja, tað
kann vera stuttligt at spæla
sær við, um man ikki hevur
annað at taka sær til. Eg
fari tó at loyva mær at enda
við at sitera norska skaldið
Olaf Bull, tá ið hann í
yrkingini Poetisk Zoologi
sigur:
Mysteriet med apen
som slægtens kommentar,
faar gjælde videnskapen -
nei, løven er min far!
Ikki apan, men leyvan