Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. juli 2019 · Nr. 81 TÍÐINDI Ein kæra frá familjuni hjá deyðari gentu spældi ein avgerandi leiklut, tá ið løgreglan, sum hevði steðg að kanningum í máli num, fekk boð um at taka málið uppaftur. Nú verð ur ein ungur maður ákærd ur fyri dráp. Tað veit Kringvarpið at siga. Ein 16 ára gomul genta var í november 2012 funn in druknað í Hvan­ na sundi. Í fyrsta umfari kom løg reglan fram til, at einki ill gruna samt var við deyðs fallinum. Áhaldandi ófriður var í málinum, millum ann að tí at gentan hevði ging ið saman við einum ung­ um manni, sum árið eftir stakk fýra fólk í Norð­ depli og var dømdur 8 ára fongsulsrevsing. Í 2013 gróv løgreglan lík ið av gentuni uppaftur fyri at kanna tað, men niðurstøðan hjá løg reglu­ ni var tann sama. Gentan var druknað og einki ill­ gruna samt var at finna. Kærdu Í 2017 valdi løgreglan at steðga kanningunum í máli num, og tað fekk familju na hjá gentuni at senda eina kæru til Ríkis­ advo kat in. – Tey avvarðandi vendu sær til mín, og vit gjøgnum gingu málið. Vit komu skjótt fram til, at tað var nógv eftir at kanna í málinum. Vit vóru ikki nøgd við kann ingar­ arbeiðið og avgerðina hjá politi meistaranum, og tí kærdu vit avgerðina til Ríkisadvokatin, sigur Christian Andreasen, ad­ vo katur hjá familjuni, við Kring varpið. Í desember 2017 gav Ríkis advokaturin før­ oyska politimeistaranum boð um, at málið skuldi kann ast nærri. Nú hava hes ar kanningar ført við sær, at ein ungur maður er skuldsettur í málinum og skal ákærast í Føroya rætti – sjey ár eftir, at gentan doyði. Náttúru­ eldur í Grønlandi G r ø n l e n d s k i r myndug leikar hava seinastu dagarnar stríðst við stóran náttúru eld norðan fyri Sisimiut. Eld­ ur in byrjaði í Kan­ ger luar suk Tulleq fjørði num og spreid­ di seg síðan í øki­ num. Nógv ur royk­ ur kom frá eldinum, og myndug leikarnir ávar aðu fólk ímóti roykinum, tí hann kundi verða vanda­ mikil at anda í seg. KNR skrivar, at brand fólk hava trupult við at koma nær eldinum, tí har er so nógvur roykur, og í gjár bóðu myndug leikarnir Air Greenland um hjálp at sløkkja eld­ in. Familjan noktaði at góðtaka avgerð Ein kæra frá familjuni hjá ungari gentu, sum varð funnin druknað í Hvannasundi, fekk løgregluna at kanna málið nærri. Nú verður maður ákærdur fyri dráp Føroyska løgreglan fekk boð frá Ríkisadvokatinum um gera fleiri kanningar av deyðanum hjá ungari gentu í Hvannasundi num er nógv link að ur, men ongar ábend ingar eru um, at før oy ing ar fáa frið at drepa grind í ár ella komandi ár ini. Stroyma Sambært Sea Shepherd hava tey árini 2016, 2017 og 2018 havt upp í 38 fólk í Føroyum at doku mentera og fylgja g r i n d a d r á p i n u m . Høvuðs upp gávan hjá hesum fólkum, sum koma úr ymiskum lond um, hevur verið at filma, taka myndir og í fjør eisini at stroyma beinleiðis frá grindadrápi. Sea Shep herd sigur, at fyri fyrstu ferð megnaðu tey at stroyma frá grinda drápi í fjør, og tað gjørdu tey heili ellivu ferðir. Taktikkurin er ein­ faldur: Blóðugar mynd­ ir av grindadrápi hava stóra ávirkan á fólk kring Europa og aðra­ staðni í heiminum, og tí ræður um at fáa myndir og filmar so víða sum gjørligt. Av­ leið ingin av hesari um­ røðu skal vera, at alt størri trýst verður lagt á Føroyar um at steðga grindadrápi. Nú eru so fólk frá Sea Shepherd aftur kom in til Føroya at fylgja grindadrápi í summ ar, og tað skulu tey gerast, uttan at før­ oy ingar gerast varugir við tey. Sea Shepherd hevur ikki upplýst, hvussu nógv fólk tey hava sent til Føroya hesa ferð. Danskt reiðarí á heysin Danska reiðaríið Blue Star Line, sum er heima hoyr andi í Faa ­ borg, er farið kon kurs. Tað skrivar Fyens Stiftstidende. Blue Line Star hevur havt stór hall á sein astu trim um rokn skap­ un um – næstan 70 millión ir krónur skeiva vegin – og útlitini fyri at venda gongdini eru vána lig. Tí kann felag ið ikki halda fram við sínum virksemi. Høvuðs partaeigarin og stjórin Tom Hald harm ast, at 130 fólk missa arbeiðið. Í mai mánaði í ár fylti amerikanski sangskrivari og poppsangarin Billy Joel 70 ár. Hetta verður feir að við serligum heiðurs kon sertum, har sang ir hjá Billy Joel verða tulk aðir av før oysk um tón leikar um og sangar­ um. Í farna mánaði vóru tvær konsertir í Spania­ stovu í Klaksvík, og í kvøld verður konsert í Reinsarí num í Havn. Eitt húsaorkestur, sum er mannað við Páll Sól stein, Jógvan Fróða Bald vins son, Henning Nicode­ mus sen og Rana Nolsøe, spælir undir, og síðani s y n g j a solistar nakrar av best kendu sangunum hjá Billy Joel. Sangarar eru Karl Martin Samuelsen, Daisy Johannesen Lolk, Hans Andrias Jacobsen, Ingi bjørg Hansen og Rani Nolsøe. Billy Joel konsertin í Reinsarínum verður í kvøld kl. 20.00. Konsertin er útseld. SYNGJA BILLY JOEL Í HAVN Í kvøld verður heiðurskonsert fyri amerikanska poppsangaranum