Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2019 · Nr. 81 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Steinar Patursson Undan fólkatingsvalinum fyrr í ár høvdu brøðurnir Joen Magnus og Uni Ras­ mussen gjørt avtalu, um at annar stillaði upp til fólkatingið, meðan hin tók sær av løg­tings­vali­ num, har hann longu hevði sess framman­und­ an. Joen Magnus hevur nú í 8 ár sitið á tingi fyri Fólkaflokkin. Fyrst sum vara­maður fyri báðar fiski­mála­ráðharrarnar í BADH samgonguni, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard, og síðani sum varamaður fyri Anniku Olsen, tá hon gjørd­ist borgarstjóri í Havn í 2015. Bróðir hansara, Uni Ras­mussen, hevði ongar politiskar royndir í skjátt­ u­ni, tá hann stillaði upp til fólkatingsvalið fyrr í ár, og tí gjørdist úrs­lit­ ið eisini heldur óvænt­ að. 827 persónligar at­ kvøður gjørdist tað til yngra beiggan, og hetta var meira, enn floks­for­ maðurin fekk. Við hesum gjørdist hann sostatt eisini toppskorari á fólka­ flokslistanum. Nýggjur realitetur Við góða úrslitinum hjá Una kundi hugsast, at so var vent í holuni. 827 atkvøður eru ikki smá­ ting at taka við sær á løg­ tingsval, og serliga ikki, tá hugsað verður um, at ovastu tvey fólka­floks­ valevnini, Jacob Vester­ gaard og Annika Olsen, fingu ávíkavist 966 og 961 atkvøður til løgtingsvalið í 2015. Við øðrum orðum hevði Uni verið triði maður á listanum hjá Fólka­flokkinum, um valur­úrslitini frá fólka­ tings­valinum í ár vóru beinleiðis umsett til seinasta løgtingsval. Fyri­ varni skal sjálvandi tak­ ast við slíkum hug­leið­ing­ um, men tað er greitt, at politisku flokkarnir hava sjálvandi áhuga í, at stóru atkvøðuslúkarnir stilla upp til løgtingsvalið. Tað verður tó av ong­ um - í øllum førum á hes­ um sinni. Avtalan verður hildin, sigur Uni, og so­ statt verður tað bara Joen Magnus, ið verður at síggja á listanum hjá Fólkaflokkinum hesa­ ferð. - Hatta var avtalan hjá okkum, og eg vil stuðla honum. Og hinvegin er spurningurin, um hvørg­ in ella annar kemur inn, tað er altíð ringt at gita um. Kapping um somu atkvøður Samstundis sum at tað hevði verið gott fyri at­ kvøðu­talið hjá Fólka­ flokki­num, at Uni eisini stillaði upp til løg­tings­ valið, so er ikki vist, at hetta hevði verið eins gott fyri politisku karrieruna hjá Joen Magnusi. Øll átta árini, ið hann hevur sitið á tingi, hevur hann sit­ið sum eykamaður. Til løgtingsvalið í 2011 fekk Joen Magnus 255 persónligar atkvøð­ur, sum var eitt 10 pláss á lista­num hjá Fólka­flokki­ num, meðan tað í 2015 gjørd­ist til 278 atkvøður, har hann gjørdist sjeyndi maður. Frá 2011 til 2015 sat Fólka­flokkurin í BADH sam­gongu­ni, og Joen Magnus kom inn sum eyka­maður, tá Jákup Mikkel­sen gjørdist lands­stýris­maður í fiski­ vinnu­málum. Jacob Vester­gaard loysti Jákup Mikkel­sen av í lands­ stýri­num í 2012, og tá gjørdist Joen Magnus so­statt eyka­maður fyri Jacob Vester­gaard. Nú sit­ur Fólka­flokkurin sum kunnugt ikki í samgongu, og hevði tað ikki verið fyri tað, at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri í Havn, so hevði ikki verið pláss fyri Joen Magnus í tingi­num, tí flokkurin vann sær bert seks ting­ sessir. Spurningurin er so, Uni ikki hevði skumpað Joen Magnus - sum altso ongan­tíð hevur vunnið sær beinleiðis pláss á tingi - longur niður eftir listanum og av tí sama út um tinggáttina. Hugs­ ast kann, at teir sum brøður kappast um somu atkvøður, ser­liga atkvøðurnar á Eystur­ oynni, hagani teir báðir eru og búgva. - Tað kann skjótt vera, at eg havi fingið at­ kvøðurnar hjá honum. Men eg ivist ikki í, at eg havi fingið fitt av at­ kvøðum, ið bara hoyra til fólka­tingsval. Hvat fer at henda í framtíðini er ikki heilt greitt enn, men Uni Ras­ mussen avvísir ikki, at hann kanska fer at stilla upp aftur. - Tað kemur tíðin at vísa. Mann kann rokna við, at tað ganga nøkur ár, áðrenn nakað meira verð­ur. Har er góð tíð at hugsa seg um. steinar@sosialurin.fo AVTALAN VERÐUR HILDIN