Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. juli 2019 · Nr. 81 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Í ár hevur verið heilt galið við siglingartíðini hjá Smyrli. Soleiðis tók ein ferða­ maður til á Facebook herfyri. Talan var um ein ferða­mann, sum ferðaðist reglu­liga við Smyrli ímillum Suðuroynna og Havn­ina, og hann hevði lagt merki til, at tekur al­samt longri tíð at sigla ímllum. Í næstan ein mánað, frá í mai til í juni, tók hann tíð og fekk tað til, at í miðal brúkar Smyril tveir tímar og 16 minuttir um túrin. Hetta er frá tí at loyst verð­ur til fyrsta ferðafólk er komið í land. Ikki av ongum Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strand­ ferðsluni, sigur, at hetta er eitt páhald, hann hoyr­ ir av og á. Og hann legg­ur afturat, at tað er ikki heilt av ongum, at ferðafólk hava lagt hetta til merkis, tí tað er rætt. Hinvegin sigur hann hann eisini, at tað eru fleiri samanfallandi orsøk­ir til at støðan er, sum hon er. Men hann sigur eisini, at forkláringin er púra nátúr­lig. Hann vísir á, at eftur al­tjóða krøvum, sum før­oyskir myndugleikar skulu ganga undir, er tað eitt krav, at útlátið av vakstrarhúsgassum al­ samt skal minka. Sostatt er tað eitt krav, at Smyril skal gagnnýta oljuna sum best, og av tí sama verður siglingarferð og orkunýtsla vigað upp ímóti hvørjum øðrum. –  Hvørja ferð, Smyril bunkrar olju, skal um­ hvørvis­stovan hava boð um tað, og um, hvussu nógv vit bunkra. Og veks­ ur oljunýtslan, og harvið útlátið, tí at meiri verður sett á motorarnar, eitt nú tá ið streymur og veður ikki eru til vildar, fáa vit við­merkingar um tað, sigur rakstrarleiðarin. Men ein onnur for­klár­ ing er, at Smyril er ikki nýggjur longur, hann er 14 ár, og rennur ikki líka væl ígjøgnum sjógvin long­ur, sum hann gjørdi tá ið hann var nýggjari. Men í heyst skal Smyril í dokk, og tá skal botnurin reinsast og sandblásast, og harumframt skal botn­ur­in smyrjast av nýggj­um. –  Vit vænta, at hetta tað fer at fáa Smyril at renna trý til fimm pro­ sent betri ígjøgnum sjógv­in enn hann ger nú, og tað fer at gera eitt sindur av muni á siglingar­tíðini, kanska sigur Jóan Petur Abra­ ham­sen. Annars vaska og reinsa tey botnin eina ferð um árið fyri gróður, men tað kann bara gerast seint um heystið, ella tíðliga á um veturin, tá ið gróðurin er hildin upp at. At gera tað fyrr um árið, ger ikki mun, tí tað legst á aftur beinanvegin. Má slaka av Men Jóan Petur Abra­ ham­sen leggur afturat at nakað, sum eisini stjel­ ur nakrar minuttir av hvørj­um túri, er, at nú Tórs­havn­ar Havn verður bygt út, kann Smyril ikki sigla líka skjótt inn eftir Havnar­vág, sum hann hevur gjørt. – Tað er eftir áheitan frá Tórshavnar Havn, at vit hava verið noydd til at seta ferðina niður fyri ikki at gera ov stóra aldu. Og vit eru eisini meldað fyri sigla so skjótt á Havnarvág, at vit hava gjørt ov stóra aldu, sigur Jóan Petur Abrahamsen. Hann sigur, at ferða­ fólk hava óivað lagt merki til at longu tá ið Smyril kemur inn um Glyvurs­nes á veg til Havnar, noyðist hann at taka ferðina av fyri ikki at gera ov stóra aldu. Hann sigur, at hendan støðan fer neyvan at broyt­ast tá ið nýggja Havnar­lagið er liðugt og tí hevði tann frægasta loysnin verið at Smyril sína egnu landshavn, so at hann slapp undan at fara heilt inn á Konga­ brún­na at leggja at. Men samstundis sum ferðin verður tikin av, verður skipið eisini tyngri av manøvrera við, leggur hann afturat. Hugsa um ferðafólkið Annars leggur skiparin eisini dent á at gera sigling­ina so róliga, sum gjør­ligt fyri ferðafólkið. Og tað ber í sær, at eitt sindur verið tikið av motor­un­um, tá ið iva­ veður er, og er veðrið ringt eystanfyri, verður siglt vestanfyri Sand­ oynna fyri at tað skal vera lagaligari hjá ferða­ fólkunum. Hinvegin leggur rakstr­ar­leiðarin afturat, at hesi bæði seinastu árini hevur Strandferðslan brúkt nógva tíð upp á at yvir­hála motorarnar og so­statt hevur hann bara siglt við trimum motor­ um í ávís tíðarskeið. Tann seinasti motor­ ur­in verður høvuðs­um­ væld­ur næsta ár, og tá ið allir motor­a­r­nir eru yvir­ hálaðir, verða teir eisini orku­vinarligari, og fara sostatt at geva meiri megi uttan at útlátið veksur, sigur rakstrarleiðarin. Fleiri orsøkir til at Smyril siglur seinni enn vanligt SIGLINGARTÍÐ Ferðafólk við Smyrli hava lagt til merkis at tað nú tekur eitt sindur longri tíð at sigla ímillum Suðuroy og Havnina enn tað hevur gjørt. Tað hevur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni eina forkláring uppá Vit vænta, at hetta tað fer at fáa Smyril at renna trý til fimm pro­ sent betri ígjøgn­um sjógvin IKKI AV ONGUM Tað er ikki av ongum, at ferðafólk hava lagt til merkis, at túrarnir ímillum Suðuroy og Havnina tekur longru tíð nú enn hann hevur gjørt