hósdagur 18. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Maður er
varðhaldsfongslaður
í fýra vikur fyri at
hava brúkt knív móti
øðrum manni, sum,
fekk smærri snuddir.
Ternan fekk ein
minni leka og mátti
mikudagin takast úr
sigling fyri at verða
umvæld.
Fyrstu 98
metrarnir av
Sandoyartunlimnum
eru nú boraðir
KÍ spældi seg víðari
í Europa League
kappingini við tveimum
javnleikum móti liði
úr Litava. Nú skal KÍ
spæla ímóti Luzern úr
Sveis.
Fyrrverandi
sjúkrahússtjórin Jens
Erik Køtlum stillar
upp til løgtingsvalið.
Ternan
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliard krónur
innfluttu Føroyar
brennievni fyri fyrstu
fimm mánaðirnar
1,3
(fugl.) hvítur strandfuglur við
svørtum knokki (Sterna paradisaea)
Strandfaraskip
Mikudagin mátti strandfaraskipið
Ternan takast úr sigling, tí hon hevði
fingið ein minni leka. Botnurin er illa
tærdur, og eitt hol var komið á botnin.
Eingin vandi var á ferð, men neyðugt
var at umvæla skaðan beinanvegin.
Strandferðslan sigur, at Ternan er
40 ára gomul, og tað er ikki óvanligt,
at lekar ella hol koma á skrokkin
á so gomlum skipi. Ternan røkir
siglingina millum Nólsoy og Havnina,
og neyðugt var tí at seta Spógvan í
siglingina á farleiðini.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
So havi eg fjernað allan
ósunnan mat úr húsinum
– tað smakkaði fantastiskt!
Eg haldi, at 2019 hevur
ov fáar dagar fyr meg.
Eg fari at krevja fleiri
dagar í inniverandi ári
Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, í
støðum upp í 10 m/s, av útsynningi.
Skiftandi skýloft og ælaveður.
Hitin millum 10 og 13 stig.
Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, av
landsynningi og eystri. Skýggjað
og regn. Seinni fer vindurin í
útsynningi, og tað verður klárari.
Hitin millum 10 og 15 stig.
Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, av
suðri og útsynningi. Mánanáttina
veksur vindurin upp í 8-13
m/s av landsynningi. Nakað
av sólk, men eisini onkur æl.
Hitin millum 10 og 15.
3-8 m/s
3-8 m/s
Tað er ikki serliga hugaligt at frætta, at
tað, sum vit kalla fyri grøna orku, ikki
hevur ta framgongd, sum vit annars
høvdu roknað við.
Nú tykist tann støðan vera
íkomin, at veitararnir og brúkararnir
bíða hvør eftir øðrum. Veitararnir
(les:SEV) meldar út, at interkommunali
felagsskapurin setir ferðina á grønu
útbyggingini niður, tí brúkararnir ikki
spyrja so nógv eftir hesi orkuni.
Almennu Føroyar sita eisini eitt
sindur hendur í favn.
Politikararnir vita væl, at skal grøna
umstillingin hava ferð, so skal tað vera
ein fyrimunur fyri okkum brúkarar at
leggja um frá svørtu orkuni til grønu
orkuna.
Men tað sær ikki út til at henda.
Ája!
Politiska skipanin hevur eisini rakt
okkurt, sum er vorðið ein trupulleiki.
Bólkur
5b,
sum
eru
smáir
útróðrarbátar, sum fyrst og fremst
fiska við snellu, hava brúkt alla
fiskidagarnar og liggja nú.
Tað var helst ongantíð ætlanin, at
hesir skuldu verða teir, sum fyrst vóru
raktir av ov fáum fiskidøgum.
Men soleiðis er tað. Og nú er tað ein
innviklaður spurningur, sum politiska
skipanin má loysa.
Kanska tí tað my sum ferðastanglaði
“ rettidig omhu” ?
Ája!
Streymurin av ferðafólki, sum
dagliga ferðast um flogvøllin, økist
alla tíðina.
Vit hildu, at vit vóru til reiðar til
hendan vøksturin, men tey, sum
ferðast um flogvøllin í dag, síggja, at
tað eru vit als ikki.
Koma tvey flogfør og fara tvey,
so er onki pláss tilferðafólkini –
hvørki áðrenn tey hava innskrivað
seg, ella tá ið tey eru komin inn um
trygdareftirlitið.
Kanska liggur onkur smartur tanki
aftanfyri um, at hevur tú hesi fólkini
gangandi millum tollfríu vørurnar, so
keypa tey kanska eitt sindur meira,
men eg kann bara siga, at tað eisini
irriterar ferðafólk.
Hevði tað so verið so, at til hevði
borið at sett seg niður og keypt ein
kopp av kaffi, men alt tað gongur við
sniglaferð.
Veit væl, at vit ikki orka at byggja
nýggjan terminal í heilum, men okkurt
má gerast – og helst nú.
Ája!
Og so er tað ítrótturin, sum fyllir eitt
sindur í flogførunum nú. Føroysk lið
og landslið fafra av landinum at spæla
og útlendsk lið koma hendan vegin.
Fyri ferðavinnuna og gistinarhúsini
gevur hetta umsetning og pengar, og
fyri føroyingar er hetta spennandi, at
vit klára okkum millum aðrar tjóðir á
hesum øki.
At vit vilja hetta, sást týðuliga, nú
hondbólslandsliðð manglaði pengar til
HM-undankappingina.
Tað tók bert helt fáar dagar,
so høvdu føroyskar fyri
tøkur og stovnar savnað
eina milljón saman til
endamálið.
Flott.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At fólktatalið 1.
juni var komið upp
á 51.783. Tað eru
864 fólk fleiri enn
fyri einum ári
síðani
3-8 m/s