hósdagur 18. juli 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
5
S
tóru ferðsluútbyggingarnar fara
at viðvirka til, at talið av føroy
ingum, sum fara at pendla mill
um bústað og arbeiðspláss, fer
at økjast.
Heitið pendlan stavar frá orðinum
”pendul”, sum merkir at sveiggja aftur
og fram. Ein pendlari er ein persón
ur, sum ikki býr og arbeiðir í sama
geografiska øki. Pendlanin er oftani
ein hvønndagsferð millum bústað og ar
beiðspláss, men kann eisini vera ein ferð
við longri tíðarbilum ímillum. Tí verður
ein, ið ferðast regluliga millum heim og
arbeiðs-, útbúgvingar ella frítíðarstað,
nevndur pendlari. Eitt pendlarapláss
er eitt knútapunkt, har tveir ella fleiri
vegir møtast, sum ger tað møguligt
at skifta frá privatbili til buss, ella at
savnast við øðrum fyri at koyra víðari
í einum bili.
Nógvastaðni er nógv ferðsla á
vegunum, serliga í meldurstíðini til og
frá arbeiði. Tá kann vera skilagott, at
pendlarapláss verða gjørd á sentralum
støðum fyri at stuðla undir pendlanina
og gera tað lættari at koyra saman,
brúka bussar ella súkkla ein part
av ferðini. Hetta er eisini betri fyri
umhvørvið. Í bussinum ber til at slappa
av ella fáa sær eitt gott prát við onkran
annan ferðandi, meðan súkklingin fær
ein í form og gevur harvið eitt annað
slag av vælveru.
Nakrir hentleikar eiga at vera tøkir
á teimum størru pendlaraplássunum
sum eitt nú ruskspannir, bíðirúm, vesi,
parkering og hentleikar til súkklur. Øll
pendlarapláss hava tó ikki sama tørv á
øllum hesum hentleikum. Eitt nú tey
plássini, sum ikki eru knútapunkt fyri
almennari ferðslu.
Landsverk og Strandferðslan
mæla til, at ein heildarætlan fyri
pendlarapláss verður gjørd í samstarvi
við viðkomandi kommunur. Somuleiðis
at hesi verða staðsett strategiskt,
soleiðis at møguleikarnir eru fleiri at
koyra við hvørjum øðrum ella nýta
almennu flutningsmøguleikarnar.
Tað vil siga bæði bussar og ferjur.
Harafturat skulu hentleikar vera til
súkkling, soleiðis at fólk trygt kunnu
seta súkkluna frá sær á hesum plássum.
TALIÐ AV
PENDLARUM
FER AT
ØKJAST Í
STÓRUM
Neyðugt verður við fleiri
pendlaraplássum, har fólk kunnu
skifta akfar ella finna saman um
eitt akfar, heldur Landsverk
Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri
pendlarapláss verður gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur
MYND: HEINESENMYNDIR/LANDSVERK
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
MIÐFLOKKURIN
VIÐ MIÐFLOKKINUM Í 25 ÁR
Fyri 25 árum síðani, 7. juli 1994, varð greitt, at Miðflokkurin varð
vorðin umboðaður á Løgtingi fyri fyrstu ferð. Gleðin var ómetaliga
stór hjá teimum djørvu monnum og kvinnum, sum i tvey ár høvdu
trúð- og virka fyri visiónini. Tordur Niclasen og Jenis av Rana fingu
tann forrætt at verða valdir á Løgting sum fyrstu umboð floksins.
Mong spáddu flokkinum stutta livitíð, men so varð ikki. Í dag livir
hann sítt virkna lív sum ongantíð fyrr og ger seg tilreiðar til at stilla
upp til sítt 8. Løgtingsval.
Hyggja vit í avrikslistan, so má sannast, at flokkurin hevur ríkað
Føroyar. Nevnast kunnu:
Frælsu kringvørpini
MVG frítøka fyri kirkju- og samkomuhús
Fríu skúlarnir
Bjargaðu børnini (fosturtøkutal, ið er fallið frá áttati til knappliga
tjúgu hesi árini flokkurin hevur stríðst fyri rætti allra til lív)
Umboðsmansstovnurin
Verjandi ávirkanin á aðrar flokkar- og harvið politikkin sum heild
Møguleika teirra illa sjúku at fáa tabuseraða heilivágin Medicinskt
cannabis - og vit kundu hildið á.
Ein stór, hjartans tøkk til øll tykkum, sum trúføst hava staðið í
verjugarðinum um flokkin. Tað hevur og er ikki lætt- nei á ongan
hátt, tí mong megna ikki at skilja drívmegi okkara.
Ein vøkur og rámandi lýsing av einum, sum stuðlar og veljir flokkar, ið
hava kristnu menniskjafatinina fremst, ljóðar soleiðis:
"men tá á stendur, kann verða í dagliga meldrinum ella tá val eru, tá
leggja hesi, uttan trupulleikar, síni politisku, fíggjarligu, samfelagsligu
og tjóðskaparligu áhugamálum til viks, fyri at gera tað, sum er nógv
týdningarmiklari- grunda ta tjóð, tey elska, á trygga, kristna støðið".
Enn einaferð takk øll somul! Vit vóna og síggja fram móti einum
góðum løgtingsvali 2019!
P.S.: Kundi tú hugsa tær at verði valevni Midfloksins, so er tú
vælkomin at boða einum okkara frá- pláss eru enn á listanum.
"Um Miðflokkurin bara hevði
fingið uppskotið um frælsi at senda
út- og sjónvørp ígjøgnum, hevði
tað verið nóg stór orsøk fyri meg at
valt flokkin" (miðfloksveljari)